Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. august 2013Nr. 108
Kunngerð um skipan og læring í forskúla
Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007 og løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett:
Endamál
§ 1. Virksemið í forskúlanum skal vera sameindur partur av byrjanarundirvísingini og verða skipað við atliti at menningarstøði hjá einstaka barninum og við støði í teimum førleikum og arbeiðshættum, barnið hevur ment í heimi og dagstovni ella dagrøkt.
Stk. 2. Arbeiði í forskúlanum skal stuðla fjølbroyttu menningini og støðugu lærutilgongdini hjá einstaka barninum, so barnið í øllum sínum virksemi fær avbjóðingar, har tað kann menna sítt forvitni, skapanargleði, sosialu førleikar og hugin at læra.
Stk. 3. Virksemið verður skipað soleiðis, at børnini virkin taka lut og ávirka arbeiðið í forskúlanum bæði sum einstaklingar og partur av felagsskapinum.
Stk. 4. Arbeiðið í forskúlanum skal verða skipað soleiðis, at tað er samanhangur í skiftinum frá heimi, dagstovni ella dagrøkt til skúla og millum forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla.
Stk. 5. Barnið skal læra at samstarva, fáa møguleika at menna sínar sosialu førleikar, taka avgerðir og kenna samábyrgd av arbeiðinum í flokkinum, virða onnur og duga at nýta meginreglurnar fyri at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelagi.
Innihald
§ 2. Virksemið í forskúlanum skal tryggja børnunum eina læritilgongd, har eitt samspæl millum læring og leik fer fram.
Stk. 2. Undirvísing og leikur skulu taka støði í og menna førleikar, vitan og royndir, sum børnini hava ognað sær heima, í dagstovni ella dagrøkt og frítíð.
Stk. 3. Einstaka barnið skal í fjølbroyttu menningini hava møguleika í læring og leiki at ogna sær fakligan og kreativan førleika.
Stk. 4. Leikur skal vera ein týðandi partur av virkseminum í forskúlanum bæði sum amboð í undirvísingini, og sum sjálvstøðugt spæl.
Stk. 5. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at børnini menna áhuga og tilelving fyri fakliga arbeiðinum, serligu arbeiðsháttunum og sosiala felagsskapinum.
Stk. 6. Virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at børnini kenna seg trygg við skúlans arbeiði og umhvørvi.
§ 3. Innihaldið í undirvísingini skal í minsta lagi fata um grundstøði í
1) samveru og samstarvi,
2) mál og málmenning,
3) rørslu og motorikki,
4) sosialum førleikum,
5) undran, forvitni og skapanargleði,
6) handaverki og list,
7) støddfrøði og náttúru og
8) at nýta náttúruna í læringini.
Stk. 2. Børnini eiga at hava fjølbroyttar bókmentir, sum samsvarar við teirra aldur, búningarstig og áhuga, umframt at læra at nýta námsfrøðiliga tænastudepilin og kunningartøkni sum ein týdningarmiklan part at søkja sær førleika og vitan.
Skipan
§ 4. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn loyva kommunu at seta á stovn forskúlaflokk. Kommunur kunnu eisini við góðkenning landsstýrismansins samstarva um at skipa forskúlaflokk.
Stk. 2. Kommunan ber útreiðslurnar av forskúlanum á staðnum.
§ 5. Forskúlaflokkur skal hava tilknýti til ein fólkaskúla og skal húsast undir somu lon sum kommunali skúlin ella eftir serligari skipan við tilknýti til kommunala skúlan.
Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av forskúlanum við tilvísing til kommununa, tá ið talan er um fíggjar- og hølisviðurskifti.
Stk. 3. Skúlaleiðarin setir og loysir úr starvi starvsfólkini í forskúlanum í samráð við kommununa. Starvfólkini verða sett í starv eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, sum er mannað við formanninum í skúlastýrinum, einum kommunustýrisumboði í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum í skúlastýrinum ella álitisfólki skúlans og skúlaleiðaranum.
Stk. 4. Skúlaleiðarin samstarvar við kommununa um tímatalið í forskúlanum sambært ásetingunum í § 6, stk. 2.
§ 6. Forskúlaflokkur kann verða skipaður, tá ið 12 børn eru í flokkinum, og eiga í mesta lagi at vera 24 børn við skúlaársbyrjan, tó kann undantak gerast í smærru skúlunum.
Stk. 2. Tímatalið um vikuna í forskúlaflokki eigur í mesta lagi at vera 24 tímar um vikuna.
Stk. 3. Skipað samstarv skal vera millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.
Stk. 4. Í forskúlaflokki skulu starvast bæði lærari og pedagogur.
Stk. 5. Lærarar og pedagogar skulu í felag fyrireika og samskipa virksemið í forskúlanum, so tað verður samanhangur millum læring og leik.
Stk. 6. Skúlin kann lutvíst samskipa undirvísingina í forskúlaflokki, 1. og 2. skúlaári.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá skúlaárinum 2013/14.
Mentamálaráðið, 8. august 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)