8. desember 2014Nr. 108
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski
§ 1
Í kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 18. apríl 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 10 verður “geva undantaksloyvi til viðgerð” broytt til: “gera frávik frá kravi um viðgerð”.
2. § 6, stk. 1, síðsta pkt. verður orðað soleiðis:
“Um viðgerðin er ófullfíggjað í mun til tað, sum væntast kann fyri viðgerðarevnið, ið nýtt verður, skal orsøkin greinast.”
3. Aftaná § 6 verður sett:
“§ 6 a. Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir, kann landsdjóralæknin avgera, at talið av smoltum ikki skal vera hækkað í mun til seinastu útseting, ella avgera, at talið av útsettum smoltum skal vera lækkað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Vinnumálaráðið, 8. desember 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)