Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 2025Nr. 108
Kunngerð um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya
(Ph.d.-kunngerðin)
Við heimild í § 3, stk. 4 og § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál, skipan av útbúgving o.a.
§ 1. Endamálið við ph.d.-útbúgving er at útbúgva sjálvstøðugar granskarar í samsvari við vísindaligar og etiskar grundreglur. Útbúgvingin gevur førleika til at arbeiða við gransking, menning og útbúgving, sum seta stór krøv til vísindaligt innlit greinandi hugsanarhátt.
Stk. 2. Ph.d.-útbúgvingin fer fram við vegleiðing.
Stk. 3. Íroknað ph.d.-útbúgvingina er ritgerð, ið skjalprógvar vísindaliga førleikan í vísindagreinini. Ritgerðin verður vard alment.
§ 2. Ph.d.-heitið verður latið einum, sum hevur lokið ph.d.-útbúgving.
Stk. 2. Tann, ið hevur lokið ph.d.-útbúgving, hevur rætt til at brúka heitið ph.d.
§ 3. Ph.d.-útbúgvingin telur 180 ECTS og er vanliga skipað sum fulltíðarlestur.
Stk. 2. 60 ECTS svara til fulltíðarlestur í eitt ár.
Stk. 3. Í undantaksførum, og eftir umsókn frá tí ph.d.-lesandi, kann Ph.d.-nevndin góðkenna, at ph.d.-útbúgvingin verður tikin sum parttíðarlestur. Tó kann útbúgvingin ikki verða løgd til rættis soleiðis, at hon tekur meira enn seks ár frá tí, at útbúgvingin er byrjað. Barnsburðarfarloyvi og onnur løglig farloyvi telja ikki við.
Ph.d.-skúlin og Ph.d.-nevndin
§ 4. Ph.d.-skúlin, sum er ein fyrisitingarlig eind á Fróðskaparsetri Føroya, umsitur ph.d.-útbúgvingina.
Stk. 2. Ph.d.-skúlin tekur avgerð í øllum viðurskiftum viðvíkjandi ph.d.-útbúgvingini uttan so, at avgerðarmyndugleikin sambært hesi kunngerð ella lóggávu annars liggur hjá avvarðandi landsstýrisfólki, Ph.d.-nevndini ella øðrum.
§ 5. Ph.d.-nevndin tryggjar dygdina í ph.d.-útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya og tryggjar ph.d.-lesandi og deildunum á Fróðskaparsetri Føroya ávirkan á innihaldið í ph.d.-útbúgvingini og ph.d.-verkætlanum.
Stk. 2. Ph.d.-nevndin viðger og tekur avgerð um upptøku av ph.d.-lesandi, eftir tilmæli frá avvarðandi dekani, umframt aðrar avgerðir álagdar Ph.d.-nevndini sambært hesi kunngerð og reglugerðini fyri ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 3. Rektarin tilnevnir Ph.d.-nevndina samsvarandi reglum ásettar av Fróðskaparsetri Føroya.
Upptøka
§ 6. Upptøka til ph.d.-útbúgving er treytað av, at umsøkjari hevur førleika, ið samsvarar við lokna masterútbúgving, ið svarar til 7. stig í tí føroyska førleikakarminum FOQF, og hevur staðið masterritgerð.
Stk. 2. Ph.d.-nevndin kann eftir tilmæli frá dekani loyva, at lesandi, ið hava víst serliga góð lestrarevni og lestraravrik, verða innskrivað til ph.d.-útbúgving, uttan at masterútbúgving er liðug.
Stk. 3. Upptøka er treytað av, at høvuðsvegleiðarin er í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya ella knýttur at Fróðskaparsetri Føroya í adjungeraðum lektarastarvi ella professarastarvi, sbr. § 9. Í serstøkum førum kann víkjast frá hesum.
Stk. 4. Ph.d.-skúlin ásetur nærri reglur um viðurskiftini nevnd í stk. 1-3.
Stk. 5. Við umsóknini um upptøku til ph.d.-útbúgving skal leggjast:
1) prógv fyri lokna masterútbúgving ella samsvarandi,
2) lýsing av ph.d.-verkætlanini, í mesta lagi fimm A4 síður,
3) upplýsingar og váttan um fígging av verkætlanini,
4) viðmæli um granskingarførleika hjá tí lesandi frá vísindafólki á fakøkinum, og
5) váttan frá vegleiðaranum um at átaka sær vegleiðingina av tí ph.d.-lesandi.
Innskriving
§ 7. Innskriving til ph.d.-útbúgving fer fram við mannagongdum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Kapittul 2
Útbúgvingin
§ 8. Útbúgvingin fevnir við vegleiðing um, at tann ph.d.-lesandi:
1) sjálvstøðugt avrikar vísindaligt arbeiði sum lýst í ph.d.-verkætlanini,
2) tekur ph.d.-skeið ella aðrar viðkomandi útbúgvingarpartar, sum samlað svara til umleið 30 ECTS,
3) vistast eina tíð í øðrum virknum granskingarumhvørvi í Føroyum ella uttanlands fyri at taka lut í vísindaligum arbeiði og orðaskiftum og soleiðis menna sína gransking, taka nøkur av ásettu skeiðunum og kunna seg við arbeiðsgongdir,
4) ognar sær royndir við undirvísing og vegleiðing á universitetsstigi, ið er viðkomandi fyri ph.d.-verkætlanina,
5) ognar sær royndir við at miðla vitan, ið er viðkomandi fyri ph.d.-verkætlanina, og
6) skrivar eina ph.d.-ritgerð við støði í ph.d.-verkætlanini.
Stk. 2. Ph.d.-skúlin ger nærri reglur um stk. 1. nr. 2-6.
Stk. 3. Um tann ph.d.-lesandi á annan hátt lýkur eitt ella fleiri av punktunum í stk. 1 nr. 1-5, kann Ph.d.-nevndin eftir nærri meting góðskriva partar av hesum punktum í útbúgvingini.
Stk. 4. Avvarðandi deild á Froðskaparsetri Føroya, har tann ph.d.-lesandi er starvssettur, tryggjar, at neyðugu umstøðurnar eru í lagi, soleiðis at tann ph.d.-lesandi kann fullføra útbugvingina. Tá tann ph.d.-lesandi er starvssettur á stovni ella fyritøku, tryggjar stovnurin ella fyritøkan somuleiðis neyðugu umstøðurnar.
Vegleiðing
§ 9. Ph.d.-nevndin á Fróðskaparsetri Føroya tilnevnir eftir tilmæli frá dekani ein høvuðsvegleiðara, ið hevur ábyrgdina av ítøkiligu ph.d.-útbugvingini.
Stk. 2. Høvuðsvegleiðarin skal vera viðurkendur granskari í tí høvuðsfaki ella háttalagi, ið ph.d.-verkætlanin fevnir um.
Stk. 3. Høvuðsvegleiðarin skal:
1) tryggja, at útbúgvingin verður avrikað sum ásett,
2) í samráð við tann ph.d.-lesandi skriva hálvárligu metingarnar, sbr. § 12,
3) hava regluligar vegleiðingarfundir við tann ph.d.-lesandi og avtala, hvussu vegleiðingin og samskiftið teirra millum skal fara fram, og
4) lesa og meta ávegis avrik, sbr. eisini §§ 12 og 15.
Stk. 4. Ph.d.-nevndin kann eftir tilmæli frá dekani ella umsókn frá tí ph.d.-lesandi:
1) tilnevna hjálparvegleiðarar við hóskandi førleikum á granskingarøkinum hjá tí ph.d.-lesandi, og
2) skifta út høvuðsvegleiðaran, um serstakar grundir tala fyri tí.
Stk. 5. Ph.d.-skúlin ásetur nærri reglur um vegleiðing av ph.d.-lesandi.
§ 10. Ph.d.-nevndin kann eftir umsókn játta at taka ímóti ph.d.-ritgerð til próvdømingar, hóast umsøkjarin ikki hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetur Føroya. Umsøkjari skal tá skjalprógva, at hann lýkur § 6, stk. 1, og at hann hevur ognað sær kunnleika sbr. § 8, stk. 1, nr. 1-5. Ph.d.-skúlin ásetur nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Avrikan av ph.d.-útbúgvingini
§ 11. Ein avriksætlan fyri ph.d.-útbúgvingina, ið fevnir um ásetingarnar í § 8, stk. 1, verður latin Ph.d.-skúlanum saman við skjali um innskriving til útbúgvingina. Ph.d.-nevndin góðkennir ætlanina.
Stk. 2. Ætlanin skal harumframt innihalda:
1) heiti á ph.d.-verkætlanini á føroyskum og enskum,
2) navn á høvuðsvegleiðara og møguligum hjálparvegleiðarum,
3) tíðarætlan fyri útbúgvingina,
4) fíggjarætlan, og
5) møguligar avtalur um upphavsrættindi.
Stk. 3. Um tann ph.d.-lesandi ikki er liðugur við útbúgvingina til ásetta tíð, missir viðkomandi rættin til leiðbeining, skeið og atgongd til KT-kervi hjá Fróðskaparsetri Føroya, um ikki serligar umstøður tala fyri at leingja tíðina. Tó kann tann ph.d.-lesandi lata Ph.d.-skúlanum ritgerðina til verju fyri ph.d.-heitið, eftir at útbúgvingartíðin er farin.
§ 12. Høvuðsvegleiðarin ger upp og tekur støðu til, í samráð við ph.d.-lesandi, um tann lesandi fylgir útbúgvingini á nøktandi hátt sambært avriksætlanini fyri útbúgvingini. Uppgerðin og støðutakanin verður gjørd hálva hvørt ár í eftirmetingarskjali.
Stk. 2. Um frávik eru í avriksætlanini, greiðir høvuðsvegleiðarin í eftirmetingarskjalinum frá, hví frávik eru íkomin og ger uppskot um at tillaga avriksætlanina. Tann ph.d.-lesandi kann gera viðmerkingar til uppskotið við eini freist upp á tvær vikur.
Stk. 3. Í sambandi við frávik frá upprunaligari avriksætlan verður atlit tikið at játtaðum farloyvi í sambandi við sjúku, barnsburð ella aðrari løgligari fráveru.
Stk. 4. Hálvárliga metingin sambært stk. 1. verður send Ph.d.-skúlanum, sum eftirkannar metingina og sendir í samráð við avvarandi dekan tilmæli til støðutakan í Ph.d.-nevndini.
Stk. 5. Um tann ph.d.-lesandi við næstu hálvársmeting ikki fylgir avriksætlanini hóast gjørdar tillagingar, kann Ph.d.-nevndin umvegis høvuðsvegleiðara geva tí lesandi boð um at fáa útbúgvingargongdina at samsvara aftur við avriksætlanina við eini freist á tríggjar mánaðir, ið ikki leingja útbúgvingarskeiðið.
Stk. 6. Eftir tríggjar mánaðir, vísandi til stk. 5, ger høvuðsvegleiðarin skjótast gjørligt eina nýggja meting sambært stk. 1, sum síðan verður avgreidd vísandi til stk. 2.
Stk. 7. Meta høvuðsvegleiðarin og avvarðandi dekanur, at úrslitið eftir hesar tríggjar mánaðirnar ikki er nøktandi, gevur dekanurin Ph.d.-nevndini tilmæli um at enda innskrivingina á Fróðskaparsetri Føroya ella leingja innskrivingina í eitt tíðarskeið ásett av avvarðandi dekani.
Kapittul 3
Ph.d.-ritgerðin
§ 13. Ph.d.-ritgerðin skal skjalprógva, at tann lesandi evnar at brúka vísindalig háttaløg og at útinna gransking, ið samsvarar við altjóða ph.d.-stig á fakøkinum.
§ 14. Ph.d.-ritgerðin verður talgilt latin Ph.d.-skúlanum, ið ásetur nærri reglur um innlating og almannakunngerðing av ritgerðini.
Stk. 2. Fleiri kunnu ikki lata inn ph.d.-ritgerð til próvdømingar í felag.
Stk. 3. Ph.d.-ritgerðin skal fylgja vanligum akademiskum reglum. Hon skal verða skrivað í akademiskum diskursi, verða væl skipað, hava tilvísingar og heimildarlista. Ph.d.-ritgerðin skal innihalda samandrátt á føroyskum og á enskum.
Stk. 4. Um ph.d.-ritgerðin umfatar útgivnar greinir, sum tann ph.d.-lesandi hevur skrivað saman við øðrum, skulu samhøvundarnir hvør sær skrivliga eyðmerkja partin hjá tí ph.d.-lesandi í arbeiðinum.
Stk. 5. Ritgerðin kann verða sett saman av greinum. Aftrat greinunum skal samanfatan skrivast, sum greiðir nærri frá heildini í ritgerðini.
Stk. 6. Fyri eina ph.d.-ritgerð í ritlist eru serligar reglur galdandi. Ein ph.d.-ritgerð í ritlist er sett saman av einum akademiskum og einum listaligum parti.
Stk. 7. Ph.d.-skúlin ásetur nærri reglur um viðurskifti nevnd í stk. 1-6.
§ 15. Í seinasta lagi eina viku eftir innlating av ph.d.-ritgerðini letur høvuðsvegleiðarin Ph.d.-skúlanum eina frágreiðing um, hvørt tann ph.d.-lesandi á nøktandi hátt hevur avrikað ph.d.-útbúgvingina sbr. § 8, stk. 1.
Stk. 2. Um frágreiðingin sigur, at tann ph.d.-lesandi ikki hevur avrikað útbúgvingina á nøktandi hátt, skal tann ph.d.-lesandi fáa høvi til at koma við viðmerkingum til frágreiðingina frá høvuðsvegleiðaranum. Freistin skal í minsta lagi vera lagi tvær vikur.
Stk. 3. Ph.d.-nevndin metir við støði í frágreiðingini frá høvuðsvegleiðaranum, sbr. stk. 1, møguligu viðmerkingunum frá tí ph.d.-lesandi, sbr. stk. 2, og eftirmetingunum sbr. § 12, um tann ph.d.-lesandi hevur avrikað sína ph.d.-útbúgving á nøktandi hátt.
Stk. 4. Tá ph.d.-ritgerðin er latin inn, endar innskrivingin hjá tí ph.d.-lesandi.
§ 16. Treytin fyri, at ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til metingar og almenna verju fyri ph.d.-heitið, er, at allir partar í ph.d.-útbúgvingini eru avrikaðir á nøktandi hátt, sbr. § 8, stk. 1.
Stk. 2. Ritgerðir ella partar av ritgerðum, sum áður hava verið próvdómdir, kunnu ikki verða tiknir við í metingina. Dátur, greiningar og háttaløg í ritgerðum, sum tann ph.d.-lesandi áður hevur nýtt, kunnu kortini vera støði undir ph.d.-lestrinum. Høvuðsvegleiðarin kannar og tekur avgerð um nevndu viðurskifti.
Almannakunngerð
§ 17. Almannakunngerðin av ph.d.-ritgerðini kann ikki verða avmarkað ella útsett uttan so, at avtala um tað er gjørd frammanundan við Ph.d.-skúlan.
Stk. 2. Í stakførum ber til at útseta almannakunngerðina av ritgerðini, treytað av, at ph.d.-útbúgvingin heilt ella lutvíst verður fíggjað av uttanhýsis áhugapørtum, sum skulu taka støðu til, um søkjast skal um patent. Slíkir áhugapartar kunnu ikki forða fyri, at partar av ritgerðini ella øll ritgerðin verður almannakunngjørd ella prentað.
Stk. 3. Tá ph.d.-ritgerðin verður almannakunngjørd, skal hon latast Landsbókasavninum talgilt ella í fýra útskrivaðum eintøkum.
Próvnevnd
§ 18. Tá ph.d.-ritgerðin er latin inn, tilnevnir Ph.d.-skúlin, eftir tilmæli frá høvuðsvegleiðara, eina próvnevnd við trimum limum, harav ein teirra er forfólk. Forfólkið skipar nevndararbeiðið.
Stk. 2. Í próvnevndini skulu vera professarar, lektarar ella fólk við samsvarandi førleika á granskingarøkinum hjá tí ph.d.-lesandi. Í minsta lagi tveir teirra skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarstovni innan fyri granskingarøkið hjá tí ph.d.-lesandi.
Stk. 3. Vegleiðarar kunnu ikki vera limir í próvnevndini, men kunnu luttaka í próvnevndararbeiðinum uttan atkvøðurætt.
Stk. 4. Tann ph.d.-lesandi skal kunnast um hvør situr í próvnevndini og hava høvi til at mæla ímóti samansetingini innan átta gerandisdagar eftir, at hann hevur fingið manningina at vita.
Kapittul 4
Tilmæli um ph.d.-ritgerðina og verja
§ 19. Í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir at ph.d.-ritgerðin er latin inn, ger próvnevndin eitt tilmæli til Ph.d.-skúlan, sum sigur, um tann ph.d.-lesandi við ritgerð síni skjalprógvar, at viðkomandi lýkur treytirnar í § 1, stk. 1, § 8, stk. 1 og um ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til almenna verju fyri ph.d.-heitið.
Stk. 2. Tilmælið skal vera nágreiniligt og væl grundgivið. Ritgerðarevnið, arbeiðshættir og granskingarúrslit skulu vera væl lýst. Tað góða og tað minni góða í ritgerðini skal takast fram, og metast skal um, hvørt ritgerðin er á einum vísindaligum stigi, ið ger hana hóskandi til almenna verju, ella um broytingar eiga at gerast. Niðurstøðan hjá nevndini skal vera greið og somuleiðis møgulig minnilutatilmæli.
§ 20. Er meirilutin av próvnevndini í tilmælinum samdur um, at ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til almenna verju, kann ritgerðin verjast.
Stk. 2. Er meirilutin av próvnevndini í tilmælinum samdur um, at ph.d.-ritgerðin ikki kann góðkennast til almenna verju, metir nevndin í tilmælinum um, hvørt ritgerðin kann verða endurskoðað og latin inn av nýggjum innan ásetta freist. Ph.d.-skúlin tryggjar, at tann ph.d.-lesandi og høvuðsvegleiðarin fáa høvi at gera viðmerkingar til tilmælið, við freist upp á tvær vikur.
Stk. 3. Er ritgerðin mett ikki skikkað til verju, ger Ph.d.-nevndin við støði í tilmælinum hjá próvnevndini og møguligum viðmerkingum hjá tí ph.d.-lesandi og høvuðsvegleiðara av, um:
1) ongin verja verður,
2) tann ph.d.-lesandi fær høvi til at gera broytingar í ritgerðini og upp til tríggjar mánaðar freist til at lata hana inn av nýggjum til metingar hjá somu próvnevnd, ella
3) at nýggj próvnevnd verður tilnevnd at meta um ph.d.-ritgerðina, um serligar umstøður tala fyri tí.
Stk. 4. Um tørvur er á drúgvum eyka arbeiði vísandi til stk. 3, nr. 2, kann freistin leingjast, tó í mesta lagi við seks mánaðum.
§ 21. Ph.d.-skúlin skipar fyri og ásetir, nær og hvar almenna verjan fer fram. Ph.d.-skúlin tryggjar eisini, at áhugað fáa kunnað seg við ritgerðina í rímiligari tíð undan verjuni. Ritgerðin verður vard í fyrsta lagi tvær vikur og í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at ritgerðin er góðkend til almenna verju.
Stk. 2. Forfólkið í próvnevndini leiðir sjálva verjuna. Próvnevndin ger sjálv av, hvørjir próvnevndarlimir skulu andmæla. Tann ph.d.-lesandi skal hava høvi til at greiða frá arbeiði sínum áðrenn próvnevndin hoyrir tann ph.d.-lesandi.
Stk. 3. Ph.d.-verjan eigur í mesta lagi at vara 3½ tíma eftir nærri ásetingum frá Ph.d.-skúlanum.
Kapittul 5
Tillutan av ph.d.-heitinum
§ 22. Tá ið verjan er liðug, tekur próvnevndin á fundi støðu til, um nevndin vil mæla til at veita ph.d.-heitið ella ikki. Eftir fundin kunnger forfólkið niðurstøðuna á staðnum.
Stk. 2. Ph.d.-heitið verður latið, um í minsta lagi tveir av limunum í próvnevndini mæla til hetta.
Stk. 3. Verður ph.d.-heitið ikki veitt, verður grundgivið fyri tí.
Stk. 4. Ph.d.-nevndin kann taka avgerð um, at ritgerðin verður viðgjørd av nýggjari próvnevnd, um tann ph.d.-lesandi innan tvær vikur sendir Ph.d.-skúlanum skrivliga umbøn um tað. Val av møguligari nýggjari próvnevnd og verjan fer fram samsvarandi vanligum reglum í hesi kunngerð.
Stk. 5. Verður ph.d.-heitið ikki veitt, kann Fróðskaparsetur Føroya eftir áheitan frá tí ph.d.-lesandi skriva út váttan fyri teir partar av útbúgvingini, ið eru avrikaðir á nøktandi hátt.
§ 23. Fróðskaparsetur Føroya skrivar tí, sum hevur fingið ph.d.-heitið, próvskjal á føroyskum og enskum sambært reglum fyri útskriving av prógvi frá Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Í próvskjalinum stendur, hvørjum fakøki ph.d.-heitið er givið og heitið á ritgerðini. Harumframt verða útflýggjað yvirlit yvir lokin skeið, sbr. § 8, stk. 1, nr. 2 og diploma supplement.
Stk. 3. Í próvskjalinum og í diploma supplement verður víst til stig 8 í tí føroyska førleikakarminum, FOQF, stig 8 í evropeiska førleikakarminum, EQF, og til hægsta stig í evropeiska førleikakarminum fyri hægri útbúgvingar, QF-EHEA.
Stk. 4. Um Fróðskaparsetur Føroya samstarvar við annað universitet um ph.d.-útbúgving, herundir meting, verju, tillutan av heiti o.a., og prógvið skal hava rættarvirknað eftir fremmandum rætti, t.e. felagsheiti, á enskum joint degree, kann samstarvsuniversitetið átekna ella undirskriva prógvið soleiðis, at tað sæst, at tað er eitt felags skjal.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya kann somuleiðis í samstarvi við annað universitet, sbr. stk. 3, átekna ella undirskriva prógv, á enskum joint degree, hjá samstarvsuniversiteti, soleiðis at tað fær rættarvirknað eftir føroyskum rætti, um Fróðskaparsetur Føroya metir, at tann ph.d.-lesandi hevur ognað sær førleika ájavnt við eina føroyska ph.d.-útbúgving.
Stk. 6. Fróðskaparsetur Føroya og eitt ella fleiri onnur universitet kunnu, sum partar í samstarvsavtalu, sbr. stk. 3 og 4, skriva hvør sítt prógv fyri somu útbúgving, dupultheiti, fleirfalt heiti ella á enskum double degree, multible degree.
§ 24. Ger Ph.d.-skúlin sínamillum samstarvsavtalu við útlendsk universitet um ph.d.-útbúgving, so kann víkjast frá ásetingunum í:
1) § 18, stk. 1 og 2 um manning av próvnevnd.
2) § 19, stk. 1 um freist til próvnevndina at gera tilmæli.
3) § 19, stk. 1 um freist fyri verju av ph.d.-ritgerð.
Stk. 2. Ph.d.-skúlin kunnar ph.d.-lesandi, sum eru fevnd av slíkari samstarvsavtalu, um treytirnar fyri ph.d.-útbúgvingina, eitt nú eisini, hvørji frávik eru gjørd sbrt. stk. 1 ella eyka krøvum, sum kunnu verða sett frá samstarvsuniversitetinum.
Kapittul 6
Kærur um avgerðir á Fróðskaparsetri Føroya
§ 25. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til avvarðandi landsstýrisfólk innan 4 vikur eftir at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Kæra verður skrivliga send Ph.d.-skúlanum, ið sendir kæruna víðari til kærumyndugleikan saman við sínum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent kærumyndugleikanum, gevur Ph.d.-skúlin kæraranum høvi til, innan sjey dagar, at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar hjá kæraranum skulu sendast kærumyndugleikanum.
Kapittul 7
Gildiskoma, úrgildisseting og skiftisreglur
§ 26. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er lýst.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sbr. tó § 27.
§ 27. Henda kunngerð er ikki galdandi fyri ph.d.-lesandi, sum eru byrjað upp á ph.d.-lestur áðrenn gildiskomu av hesi kunngerð. Tó kann Fróðskaparsetur Føroya eftir umsókn frá ph.d.-lesandi loyva, at ph.d.-ritgerðin kemur undir reglurnar í hesi kunngerð.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 10. juni 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)