Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 2017Nr. 108
Kunngerð um filmshús
Við heimild í § 2, stk. 2 og § 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 29. mai 2017 um filmshús verður ásett:
Endamál og uppgávur
§ 1. Filmshúsið skal vera ein savnandi depil og røkja uppgávur, sum birta upp undir film sum vinnu, undir hesum:
1) ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
2) marknaðarføra føroyskan film uttanlands,
3) marknaðarføra Føroyar sum filmsland,
4) svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá,
5) vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
6) miðla samband millum filmsaktørar,
7) samstarva við viðkomandi partar um filmssavn,
8) skipa fyri førleikamenning, undir hesum skúla og skeiðum,
9) savna og miðla vitan um film, og
10) samstarva við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o., so tryggjað verður, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.
Stýrið
§ 2. Leiðslan í filmshúsinum er hjá einum stýri við trimum limum, sum landsstýrismaðurin setur, har av ein eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum og ein eftir tilmæli frá Felagnum Føroysk Filmsfólk. Landsstýrismaðurin velur formannin millum teir tríggjar stýrislimirnar.
Stk. 2. Stýrið setur dagligan leiðara við hollum filmsfakligum førleika, sum skal taka sær av vegleiðing, ráðgeving, marknaðarføring o.ø. uppgávum hjá filmshúsinum. Dagligi leiðarin útinnir sítt virksemi eftir fulltrú frá stýrinum. Stýrið kann eisini seta onnur starvsfólk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal góðkenna staðseting av og leigumál hjá filmshúsinum.
Stk. 4. Stýrið fær fundarsamsýning sum ásett av Fíggjarmálaráðnum. Formaðurin fær dupulta samsýning.
Skrivstovuhald
§ 3. Skrivstovuhaldið er hjá Vinnuframa, sum m.a. skal taka sær av bókhaldsviðurskiftunum og roknskaparviðurskiftunum hjá filmshúsinum. Stýrið gevur skrivstovuni nærri boð um skrivstovuhaldið.
Fígging og roknskapur
§ 4. Filmshúsið hevur sjálvstøðuga játtan á fíggjarløgtingslógini, og kann eisini hava inntøkur í sambandi við virksemið.
Stk. 2. Filmshúsið fylgir játtanarreglum og roknskaparreglum landsins undir hesum Búskaparskipan landsins.
§ 5. Fyrisitingarligar avgerðir, sum filmshúsið hevur tikið, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juni 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)