16. juli 2019Nr. 108
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)
(Broytt vektan av breytarverkætlanini á fyrireikingarbreytini)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 7. apríl 2014 og kunngerð nr. 59 frá 11. mai 2016, verður í § 38, stk. 1, nr. 5 “vektina 1,5” broytt til: “vektina 2,0”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja á fyrireikingarbreytini í august 2019 og seinni.
Mentamálaráðið, 16. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Martin Næs (sign.)