Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. august 2009Nr. 108
Kunngerð um at Skipaeftirlitið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið
Við heimild í § 6, stk. 4 í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti verður ásett:
§ 1. Í hesi kunngerð merkir:
GMDSS: Global Maritime Distress and Safety System,
GOC: General Operators Certificate,
VHF: Very High Frequency,
MF: Medium Frequency,
DSC: Digital Selective Calling,
Inmarsat: Fylgisveina samskiftisskipan,
Sjóøki A1: Sjóøki, innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari VHF-strandarstøð, hvar ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á VHF-DSC,
Sjóøki A2: Sjóøki uttan fyri A1, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari MF-strandarstøð, hvar ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á MF-DSC,
Sjóøki A3: Sjóøki uttan fyri A1 og A2, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einum Inmarsat fylgisveini, hvar ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar um Inmarsat-skipanina, og
Sjóøki A4: Sjóøki uttan fyri A1, A2 og A3.
§ 2. Skipaeftirlitið verður heimilað at endurnýggja GOC-radiopróvbræv við gildi upp til 5 ár í teimum førum, har umsøkjarin skjalprógvar
1) at hava verið við GMDSS-skipi sum radiopassari í viðurskiftum, har eitt slíkt radiopróvbræv er kravt (sjóøki A2, A3 ella A4), í minsta lagi 1 ár seinastu 5 árini, ella
2) at hava verið við GMDSS-skipi , sum radiopassari í viðurskiftum, har eitt slíkt radiopróvbræv er kravt (sjóøki A2, A3 ella A4), í minsta lagi í 3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar.
Stk. 2. Tá ið søkt verður um at endurnýggja radiopróvbrøv, skal serskilt umsóknarblað verða nýtt. Umsóknarblaðið fæst á Skipaeftirlitinum.
Stk. 3. Í øðrum enn teimum í stk. 1 nevndu førum skal umsóknin um endurnýggjan av GOC-radiopróvnum latast Fjarskiftiseftirlitinum.
§ 3. Fjarskiftiseftirlitið og Skipaeftirlitið gera samstarvsavtalu um nærri treytir í sambandi við útinnan av uppgávuni sbrt. § 2.
§ 4. Avgerðir hjá Skipaeftirlitinum sbrt. ásetingum í hesi kunngerð kunnu skjótast inn fyri Vinnukærunevndina, ið tekur endaliga umsitingarliga avgerð í málinum. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk kunnleika til avgerð Skipaeftirlitsins.
Stk. 2. Kæra er ikki steðgandi uttan so, at Vinnukærunevndin tekur avgerð um hetta.
Stk. 3. Í serstøkum førum skal kærarin, um hann biður um tað, hava høvi til munnliga at greiða Vinnukærunevndini frá málinum.
Stk. 4. Vinnukærunevndin skal hava allar upplýsingar hjá Skipaeftirlitinum, sum vóru grundarlag undir tí kærdu avgerðini, og kann áleggja eftirlitinum at seta nærri kanningar í verk.
Stk. 5. Gjald verður ikki kravt fyri kærur um avgerðir, tiknar eftir hesi kunngerð.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2009.
Vinnumálaráðið, 18. august 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)