Nr. 108 26. oktober 2016
Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um broyting í kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um radiomarkamót
(Broyttur inngangur)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 23. januar 2015 frá Fjarskiftiseftirlitinum um radiomarkamót, verður inngangurin orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 42 í løgtingslóg nr. 72 um fjarskifti frá 22. mai 2015, verður ásett:”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fjarskiftiseftirlitið, 26. oktober 2016
Jógvan Thomsen (sign.)
/ Súsanna Leo (sign.)