26. november 2007Nr. 108
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 107 frá 22. november 2007, verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at ”Heðin Zachariassen, Fólkaflokkurin, Streymnes.” verður settur í embæti sum landsstýrismaður í innlendismálum. ”Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, Hoyvík.” fer úr embæti sum fyribils settur í sama embæti.
§ 2
Fráboðanin fekk gildi 23. november 2007 kl. 17.
Í Tinganesi 26. november 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)