Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 2022Nr. 109
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022
(Dagførdar kvotunøgdir)
§ 1
Í kunngerð nr. 181 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “50.000 tons” broytt til: “131.989 tons”.
2. Í § 3, stk. 1 verður “34.300 tons” broytt til: “116.289 tons”.
3. Í § 3, stk. 2 verður “28.750 tons” broytt til: “101.270 tons”.
4. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “21.251 tons” broytt til: “72.992 tons”.
5. Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “1.551 tons” broytt til: “5.326 tons”.
6. Í § 8, stk. 1 verður “1.300 tons” broytt til: “3.500 tons”.
7. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “1.690 tons” broytt til: “5.953 tons”.
8. Í § 10, stk. 1, 1. pkt. verður “4.250 tons” broytt til: “11.219 tons”.
9. Í § 10, stk. 1, 3. pkt. verður “4.250 tonsini” broytt til: “11.219 tonsini”.
10. Í § 11, stk. 1, 1. pkt. verður “4.258 tons” broytt til: “14.999 tons”.
11. Aftan á § 11 verður sett:
“§ 11 a. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 300 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.”
12. Í § 14, stk. 2 verður “3. juni 2022, kl. 12.00” broytt til: “22. august 2022, kl. 12.00”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 5. juli 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)