6. oktober 1986Nr. 109
Kunngerð um tolling av ymiskum akførum
Við heimild í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum um innflutningsgjøld o.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fyri at motorakfar kann koma undir toll eftir lbnr. 27.01: Knallertir (prutl) í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum um innflutningsgjøld o.m. krevst, at akfarið er tví- ella tríhjólað við hjálpimotori við slagvolumen ikki omanfyri 50 cc og gongur ikki skjótari enn 30 km/t eftir sløttum og hevur føroyska ella danska typugóðkenning. Hesi eyðkenni skulu týðiliga lesast av faktura.
§ 2. Verða treytirnar í § 1 ikki gjølliga hildnar ella broytingar gjørdar í tilgerðini aftan á innflutningin, kemur akfarið undir skrásetingargjald sum motorsúkkla, smb. lóg nr. 102 frá 1. oktober 1986, § 10.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi § 1, nr. 3. í kunngerð nr. 8 frá 16. februar 1973 um tolling av ymiskum motorakførum.