Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. juli 2019Nr. 109
Kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum
Við heimild í § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø., § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, § 17, stk. 6 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, verður ásett:
Kapitul 1
Lýsing av útbúgvingini
§ 1. Námsfrøðiliga útbúgvingin verður boðin út á bachelorstigi til teirra, hvørs hægsta útbúgving er lægri enn bachelor, og á masterstigi til teirra, sum hava útbúgving á bachelorstigi ella hægri. Hvørt stigið hevur sína serstøku námsskipan. Námsfrøðiliga útbúgvingin er skipað við einum ástøðiligum og einum verkligum parti.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin góðkennir útbúgvingina.
§ 2. Námsfrøðiliga útbúgvingin gevur námsluttakaranum:
1) Undirvísingarførleika, herímillum innlit og hegni til at:
a) leggja til rættis, fremja, eftirmeta og menna undirvísingina við at brúka fjølbroytt frálærufrøðilig amboð og fjølbroyttar undirvísingarhættir og arbeiðshættir,
b) nýta KT í námsfrøðiligum høpi og nýta søvn, fakstovur, verkstøð og møguleikar annars uttan fyri undirvísingarhølið,
c) meta um næmingatypur og ta tilgongd, sum næmingar hava til undirvísing og stimbra ymsu læruhættirnar hjá næmingunum,
d) samstarva við næmingar um at skipa fyri munnligu, skrivligu og handaligu arbeiðunum í lærugreinini,
e) rætta og viðmerkja øll næmingaavrik,
f) fyrireika næmingar til ymsar eftirmetingar og royndir,
g) vegleiða næmingar í uppgávuskriving og verkætlanum, og
h) síggja sína lærugrein sum part av eini størri heild og samstarva við aðrar lærarar um undirvísing og læring við tí endamáli at styrkja fakligu menningina hjá næmingunum.
2) Vitan um skúlaskipanina, sum arbeitt verður í, herímillum:
a) reglugrundarlagið fyri arbeiðið sum lærari og mannagongdir í avgerðartilgongdum á útbúgvingarøkinum, og
b) fakligt og námsfrøðiligt menningarvirksemi í lærugreinunum í mun til samlaða virksemi og samskipan skúlans.
3) Vitan um námsfrøði, herímillum:
a) evni til umhugsni í sambandi við egna undirvísing,
b) innlit í, hvussu námsfrøði og frálærufrøði samstarva,
c) innlit í frálærufrøðiligar møguleikar í egnum lærugreinum, og tann leiklut og møguleikar egnar lærugreinar hava í tvørgreinaligum samstarvi, og
d) innlit í óformliga læring í og uttan fyri skúlan og formliga læring í skúlanum og sínámillum samvinnu millum hesar báðar læruhættirnar.
4) Innlit í sambandið útbúgvingin hevur við samfelagið, herímillum:
a) týdningin av at gera næmingin føran fyri at velja og skifta í útbúgvingarskipanini,
b) óformellu læringina uttan fyri skúlan, og
c) samstarvsmøguleikar og samskiftismøguleikar við uttanhýsis stovnar og vinnulív.
§ 3. Námsfrøðiliga útbúgvingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti, sum tilsamans geva 60 ECTS námsstig. Ástøðiligi parturin telur 20 ECTS námsstig og verkligi parturin 40 ECTS námsstig. Ástøðiligi parturin og verkligi parturin verða lagdir soleiðis til rættis, at teir stuðla hvørjum øðrum.
Stk. 2. Námsfrøðiliga útbúgvingin varir eitt ár og fer fram í fyrsta ella øðrum starvsárinum.
Kapittul 2
Upptøka
§ 4. Upptøka til námsfrøðiligu útbúgvingina er treytað av, at umsøkjarin lýkur almennu upptøkukrøvini til Fróðskaparsetur Føroya um miðnámsútbúgving, og hevur neyðugu fakligu førleikarnar til ta lærugrein og útbúgving, hann skal undirvísa í.
Stk. 2. Krøvini til fakligu førleikarnar sbrt. stk. 1 eru ásett í kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum, kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005 um maskinmeistaraútbúgving, kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving og kunngerð nr. 96 frá 2. juli 2019 um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara.
§ 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins gevur Undirvísingarstýrinum boð um starvssetan av einum lærara, sum skal taka námsfrøðiliga útbúgving, og Undirvísingarstýrið skal góðkenna, at lærarin fer undir útbúgvingina og verður námsluttakari.
Stk. 2. Lærarin skal taka námsfrøðiliga útbúgving í teimum lærugreinum ella yrki, hann hevur fakligan undirvísingarførleika í.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir Fróðskaparsetri Føroya umsókn um upptøku vegna námsluttakaran. Saman við umsóknini verða send váttað avrit av øllum prógvum fyri fakligu útbúgving námsluttakarans.
Stk. 4. Um broytingar henda, ella steðgur er í setanarviðurskiftum námsluttakarans, áðrenn námsfrøðiliga útbúgvingin er lokin, boðar leiðari útbúgvingarstovnsins beinanvegin Undirvísingarstýrinum frá.
Kapittul 3
Ástøðiligi parturin
§ 6. Undirvísingin í ástøðiliga partinum skal stuðla og vera í samsvari við endamálið við námsfrøðiligu útbúgvingini. Ástøðiligi parturin fevnir um almenna námsfrøði, almenna frálærufrøði, fakliga frálærufrøði og kunnleika til skúlaskipanina, sum undirvíst verður í. Námsluttakarin nýtir umleið 1/3 av arbeiðstíðini í eitt ár til ástøðiliga partin.
§ 7. Undirvísingin í ástøðiliga partinum fer fram á Fróðskaparsetri Føroya í møguligum samstarvi við onnur fróðskaparsetur.
Kapittul 4
Verkligi parturin og eginundirvísing
§ 8. Verkligi parturin av námsfrøðiligu útbúgvingini fevnir um undirvísing í øllum viðkomandi lærugreinum við vegleiðing frá einum ella fleiri vegleiðarum í hvørjari lærugrein.
Stk. 2. Verkliga undirvísingin fer fram á setanarskúlanum í flokkum ella holdum hjá vegleiðaranum. Í lærugreinum við fáum tímum kunnu partar av undirvísingini fara fram á øðrum skúlum.
Stk. 3. Námsluttakarin brúkar umleið 1/3 av undirvísingartíðini í einum ári ella umleið 500 klokkutímar í flokkum ella holdum hjá vegleiðaranum, lutvíst til at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing og lutvíst til at eygleiða undirvísing vegleiðarans. Tíðin verður lutað javnt millum lærugreinar námsluttakarans, tó kunnu umstøðurnar krevja aðra sundurbýting.
Stk. 4. Námsluttakarin brúkar harafturat umleið 1/3 av arbeiðstíðini í einum ári til at fyrireika, fremja og eftirmeta eginundirvísing og fyrireika og halda roynd ella próvtøku í egnum flokkum ella holdum.
§ 9. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgdina av gongdini av verkliga partinum hjá hvørjum námsluttakara.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal bera so í bandi, at ætlanin fyri samlaðu námsfrøðiligu útbúgvingina gevur námsluttakaranum góðar arbeiðstreytir, og at námsluttakarin fær samanhangandi undirvísingartíðarskeið. Somuleiðis skal hann bera so í bandi, at samanhangur er millum ástøðiliga og verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgd av, at námsluttakarin fær innlit í og gerst partur av undirvísingarmentanini og samstarvsmentanini á skúlanum, herímillum fyriskipanargongdum og KT-brúki.
§ 10. Leiðari útbúgvingarstovnsins setir ein námsleiðara, at hava ábyrgd av at leggja til rættis og samskipa samlaðu útbúgvingargongdina.
Stk. 2. Samskipan sambært stk. 1 fevnir um:
1) Saman við uttanhýsis metarum at evna útbúgvingarætlan til og dagføra hana í samstarvi við námsluttakaran og bera so í bandi, at hon verður framd.
2) At fylgja við í, hvussu gongst við undirvísing námsluttakarans.
3) At gera uppskot um námsfrøðiligt ummæli.
Stk. 3. Kravið til námsleiðaran er, at hann hevur fakligan og námsfrøðiligan undirvísingarførleika á í minsta lagi sama útbúgvingarstigi, sum námsluttakarin, og er í føstum starvi á skúlanum.
Stk. 4. Um leiðari útbúgvingarstovnsins ikki setir ein námsleiðara sambært stk. 1, er leiðari útbúgvingarstovnsins sjálvur námsleiðari.
§ 11. Leiðari útbúgvingarstovnsins tilnevnir vegleiðarar í øllum viðkomandi lærugreinum. Vegleiðarin, sum sjálvur skal hava undirvísingarførleika í lærugreinini, skal vegleiða námsluttakaranum fakliga og námsfrøðiliga soleiðis, at hann megnar málini fyri námsfrøðiligu útbúgvingina.
Stk. 2. Námsluttakarin undirvísir undir vegleiðing í flokkum ella holdum vegleiðarans. Vegleiðarin er til staðar, tá ið námsluttakarin undirvísir í flokkum ella holdum vegleiðarans. Einstakir partar av vegleiðingini kunnu fara fram, tá ið námsluttakarin undirvísir í egnum flokkum ella holdum.
§ 12. Tilevningin av eini undirvísingarætlan byrjar beint eftir, at námsfrøðiliga útbúgvingin er byrjað. Undirvísingarætlanin skal í minsta lagi innihalda eitt yvirlit yvir virksemi námsluttakarans, herímillum yvirlit yvir tíðarskeiðini í flokkum ella holdum vegleiðarans, undirvísing og vegleiðing í egnum flokkum ella holdum, skeiðum og luttøku í øðrum námsfrøðiligum virksemi á skúlanum.
§ 13. Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir til hvønn námsluttakara ein uttanhýsis metara, sum hevur eftirlit við allari undirvísingargongdini hjá einstaka námsluttakaranum. Uttanhýsis metarin hevur hesar uppgávur:
1) At fylgja við undirvísingini við trimum eftirlitisvitjanum.
2) At góðkenna undirvísingarætlan námsluttakarans við fyrstu vitjan.
3) Saman við námsleiðaranum at gera av, um námsluttakarin stendur námsfrøðiligu útbúgvingina. Hetta skal gerast í sambandi við seinastu vitjanina. Verður ósemja, hevur uttanhýsis metarin avgerandi orðið.
4) At gera námsfrøðiliga ummælið liðugt við grundarlagi í einum uppskoti frá námsleiðaranum.
Stk. 2. Eftir hvørja eftirlitsvitjan verður undirvísingin hjá námsluttakaranum eftirmett fyri at menna og stimbra hana.
Stk. 3. Til eftirmetingina luttaka námsluttakarin, uttanhýsis metarin, vegleiðararnir og námsleiðarin. Vegleiðararnir eru við til tímarnar, tá ið uttanhýsis metarin vitjar.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya kann góðkenna, at fakliga frálærufrøðin sambært fakligu samanseting námsluttakarans verður tryggjað við einum eyka uttanhýsis metara, sum kann stuðla námsleiðaranum og uttanhýsis metaranum í sínum uppgávum. Ein eyka uttanhýsis metari fylgir eftir tørvi teimum trimum vitjanunum, tó altíð seinastu vitjanini.
Stk. 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir innstilling frá uttanhýsis metaranum gera av, at ein eyka vitjan skal gerast.
§ 14. Verkligi parturin endar við, at námsleiðarin, uttanhýsis metarin, møguligi eyka uttanhýsis metarin og vegleiðararnir eygleiða undirvísing námsluttakarans og gera av, um námsluttakarin hevur staðið verkliga partin. Uttanhýsis metarin og møguligi eyka uttanhýsis metarin gera námsfrøðiliga ummælið liðugt.
Kapittul 5
Próvtøka
§ 15. Ástøðiligi parturin endar við próvtøku, sum fevnir um almenna námsfrøði, almenna frálærufrøði og fakliga frálærufrøði. Próvtøkan er lýst í námsætlan og skeiðslýsing.
Stk. 2. Próvtøkan er treytað av, at námsluttakarin hevur staðið verkliga partin.
Stk. 3. Próvtøka er eina ferð um árið við skúlaársenda, tó er møguleiki fyri sjúkrapróvtøku og endurpróvtøku í august mánaði fylgjandi skúlaár.
Stk. 4. Námsluttakarin hevur tríggjar møguleikar at standa próvtøkuna.
Kapittul 6
Avriksflutningur
§ 16. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann eftir umsókn og við góðkenning frá Fróðskaparsetri Føroya geva einum námsluttakara avriksflutning fyri partar av námsfrøðiligu útbúgvingini, um leiðarin metir, at námsluttakarin hevur ástøðiligar og verkligar námsfrøðiligar førleikar, sum bera í sær, at námsluttakarin hevur nátt teimum fakligu málum, sum eru ásett fyri partar av útbúgvingini. Við tillutan av avriksflutningi økist eginundirvísingin samsvarandi virkseminum, sum avriksflutningur er veittur fyri.
Stk. 2. Námsluttakarin skal í umsókn um avriksflutning skjalfesta formligu førleikaprógvini, sum eru grundarlag fyri umsóknini. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal við støði í skjalfesta tilfarinum fáa eina fakliga meting frá Fróðskaparsetri Føroya, sbrt. stk. 1, av avriksgevandi ástøðiligu og verkligu námsfrøðiligu førleikum námsluttakarans. Umsókn um avriksflutning og tillutan av avriksflutningi skal avgreiðast við starvssetan.
Stk. 3. Í próvnum skal standa, hvønn part av námsfrøðiligu útbúgvingini námsluttakarin hevur fingið avriksflutning fyri og á hvørjum grundarlagi.
Kapittul 7
Undirvísingarførleiki og prógv
§ 17. Námsluttakarin hevur fullan undirvísingarførleika í lærugrein ella yrki í miðnámsskúlum, yrkisskúlum, og vinnuskúlum, tá ið hann ella hon hevur fakligan førleika í lærugreinini ella yrkinum og hevur staðið námsfrøðiligu útbúgvingina.
§ 18. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tilluta einum lærara, sum hevur staðið námsfrøðiligu útbúgvingina, undirvísingarførleika í lærugrein, hann tekur aftaná, um lærarin hevur fakligan førleika í lærugreinini og hevur tikið skeið í fakligari frálærufrøði í lærugreinini.
Prógv
§ 19. Fróðskaparsetur Føroya skrivar prógv fyri undirvísingarførleikar námsluttakarans. Prógvið inniheldur:
1) Próvtal fyri próvtøkuna nevnda í § 15.
2) Eitt samlað ummæli, sambært § 14, um førleikar námsluttakarans, soleiðis at prógvið setur orð á almennu og námsfrøðiligu førleikar námsluttakarans, herímillum evnini at:
a) leggja til rættis, fremja og eftirmeta undirvísing,
b) knýta saman undirvísing og námsfrøðiligt umhugsni,
c) samstarva um undirvísning og aðrar uppgávur á skúlanum, og
d) seta undirvísingina í samband við samfelagið uttan fyri skúlan.
3) Lýsing av teimum eindum, námsluttakarin hevur lokið í útbúgvingini, sambært undirvísingarætlanini.
Stk. 2. Prógvini verða latin, tá prógvhandan er á Fróðskaparsetri Føroya.
Kæra
§ 20. Námsluttakari kann kæra avgerð og úrslit í sambandi við verkliga ella ástøðiliga partin av próvtøkuni sambært kapittuli 6 a í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya.
Kapittul 8
Ymiskar ásetingar
§ 21. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at onnur námsfrøðilig útbúgving heilt ella lutvíst kann verða góðtikin í staðin fyri útbúgvingina, ið henda kunngerð er um.
§ 22. Ein lærari, sum hevur tikið námsfrøðiligu útbúgvingina eftir áður galdandi reglum, fær førleika at undirvísa í aðrari lærugrein, í miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum, tá ið viðkomandi lýkur fakligu førleikakrøvini í lærugreinini ella yrkinum og hevur tikið fakligt frálærufrøðiligt skeið í lærugreinini ella yrkinum, viðkomandi skal undirvísa í.
§ 23. Landsstýrismaðurin setur ein fylgibólk, sum er ráðgevandi í sambandi við menning av útbúgvingini sum heild. Fylgibólkurin er bindilið ímillum Fróðskaparsetrið og útbúgvingarstovnarnar og sostatt ímillum ástøðiliga og verkliga partin. Í minsta lagi annaðhvørt ár skal fylgibólkurin lata landsstýrismanninum skrivliga frágreiðing um dygdina í útbúgvingini og gera møgulig tilmæli um dagføringar. Í fylgibólkinum eru 4 limir. 1 limur verður tilnevndir beinleiðis av landsstýrismanninum, og hesin verður formaður ella forkvinna í bólkinum. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin 2 limir, sum hvør umboða ymisku námsskipaninar ásettar í § 1. Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir 1 lim, sum verður skrivari
Kapittul 9
Gildiskoma o.a.
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2019, og samstundis fer kunngerð nr. 8 frá 19. januar 2017 um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnuskúlum og miðnámsskúlum úr gildi.
Stk. 2. Námsluttakari, ið er byrjaður á námsfrøðiligu útbúgvingini eftir reglum ið fara úr gildi sbrt. stk. 1, ger seg tó lidnan eftir teimum reglum, ið vóru galdandi, tá viðkomandi byrjaði útbúgvingina.
Mentamálaráðið, 16. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Martin Næs (sign.)