19. november 2012Nr. 109
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 42 frá 8. mai 2012, verður § 2, stk. 6 orðað soleiðis:
“Stk. 6. Kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, kunnu tá tær hava fylt 12 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin skal verða framd, innan kvinnan fyllir 28 ár.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2012.
Heilsumálaráðið, 19. november 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Simonsen (sign.)