Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 2005Nr. 109
Kunngerð um nýtslu av píkadekkum
Við heimild í § 10, stk. 1-2, og § 58a, stk. 5 í ferðslulógini, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Í hesari kunngerð er:
1) Píkadekk: Dekk við píkum.
2) Píkaketur: Ketur við píkum, tindum ella líknandi.
Nýtsla av píkadekkum
§ 2. Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er.
§ 3. Á bili, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3500 kg, og motorsúkklu kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi. Tó kann annað dekkið vera ikki píkað, tá ið talan er um dupultmonteraði hjól (tvíburðarhjól).
Stk. 2. Á traktori, motoramboði, viðfestisvogni til traktor ella motoramboð, viðfestisamboði og øllum akførum, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3500 kg, kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á sama ási hava hesi. Tó kann annað dekkið vera ikki píkað, tá ið talan er um dupultmonteraði hjól (tvíburðarhjól).
§ 4. Ikki er loyvt at nýta píkaketur.
Tilgerð av píkadekkum
§ 5. Tað er bert loyvt at marknaðarføra píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvar við ásetingarnar í §§ 7-8.
§ 6. Tað er bert loyvt at nýta píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvar við ásetingarnar í §§ 7-8.
§ 7. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum.
Stk. 2. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25 % í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar.
§ 8. Píkadekk skulu annars lúka hesar ásetingar:
1) Akfør undir 3500 kg:
a) Størsta vekt á píki:
- Dekk til lættari lastvognar (C- ella LT-merkt dekk) 2,3 g
- onnur dekk 1,1 g
b) Størsta meðalútstikk av píkum á nýggjum (óbrúktum) dekki: 1,2 mm
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,0 mm
d) Størsta píkatal á dekki:
- hjólstødd 13’’:90 stk.
- hjólstødd 14 – 15’’: 110 stk.
- hjólstødd 16’’ ella størri:130 stk. (tó 150 stk. fyri C- og LT-merkt dekk)
2) Akfør yvir 3500 kg:
a) Størsta vekt á píki: 3,5 g
b) Størsta meðalútstikk av píkum á nýggjum (óbrúktum) dekki: 1,5 mm
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,5 mm
d) Størsta píkatal á dekki: 150 stk.
Revsing og gildiskoma
§ 9. Brot á §§ 2-8 verður revsað við bót.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2005, sbr. tó stk. 2-3.
Stk. 2. § 5 kemur í gildi 1. mars 2006.
Stk. 3. § 6 kemur í gildi 16. oktober 2007.
Stk. 4. Samstundis sum kunngerðin kemur í gildi, verður § 40 og yvirskriftin ”Píkadekk og píkaketur” í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 13. mars 1998, strikað.
Vinnumálaráðið, 21. september 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)