Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juli 1996Nr. 109
Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 BRT, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. juli 1997
§ 1. Fiskiloyvi til útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum, roknaður sum fult rikin útróðrarbátur verður útskrivað eigara av fiskifari:
a) um eigarin við fiskifarinum árið fyri hevur avreitt 12 tons í nøgd ella fyri minst kr. 84.000,- ella í seinasta hálvári hevur avreitt 6 tons í nøgd ella fyri minst kr. 42.000,- virðið og nøgd og av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og goggu undantikið, og
b) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri árið fyri í mesta lagi hevur verið kr. 50.000,- ella um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri seinasta hálvári í mesta lagi hevur verið kr. 25.000,-.
Stk. 2. Um ein persónur, sum lýkur inntøkutreytirnar sambært § 1, stk. 1, punkt b) keypir ein útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur veiðuloyvi, og sum lýkur treytirnar í § 1, stk. 1, punkt a), fær hann útskriva fiskiloyvi til fult riknan útróðrarbát, um seljarin av nevnda báti fráskrivar sær vunnin rættindi til fiskiloyvi við øðrum báti og avhendar rættindini til keyparan.
§ 2. Fiskiloyvi til útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum, roknaður sum part rikin útróðrarbátur verður útskrivað eigara av fiskifari, um eigarin við fiskifarinum árið fyri hevur avreitt 6 tons í nøgd ella fyri minst kr. 42.000,- ella í seinasta hálvári hevur avreitt 3 tons í nøgd ella fyri minst kr. 21.000,- virðið og nøgd av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og goggu undantikið.
Stk. 2. Um ein persónur keypir ein útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur veiðuloyvi, og sum lýkur treytirnar í § 2, stk. 1, fær hann útskriva fiskiloyvi til part riknan útróðrarbát, um seljarin av nevnda báti fráskrivar sær vunnin rættindi til fiskiloyvi við øðrum báti og avhendar rættindini til keyparan.
§ 3. Rógva eigari/eigarar ikki við viðkomandi útróðrarfari, kann fiskiloyvi verða útskrivað, um fastur útróðrarformaður lýkur treytirnar í § 1 ella § 2.
Stk. 2. Hálvár í hesi kunngerð eru tíðarskeiðini 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember.
Stk. 3. Í tíðarskeiðnum 2 mðr. undan, at fiskiloyvið fer úr gildi, kunnu ongar umflokkingar verða gjørdar millum fult riknar, part riknar og aðrar útróðrarbátar.
§ 4. Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur, ella tá talan er um veitingar í samband við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu.
Stk. 2. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka vunnin við fiskifari í bólki 4 ella 5 sambært § 29 í lóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum.
§ 5. Landsstýrið kann tó í serligum førum, t.d. tá talan er um borgarligt umboð ella annað álitisstarv hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu, eftir umsókn gera undantak frá ásetingunum í § 1, b).
§ 6. Landsstýrið kann eftir umsókn veita eigara, sum ikki lýkur treytirnar í §§ 1 ella 2, fiskiloyvi sum annar útróðrarbátur undir 15 tons, um ætlanin er at reka útróður part ella fult.
§ 7. Fiskidagatalið verður at nýta fyri eitt hálvt ár í senn soleiðis :
a) Fult riknir útróðrarbátar fáa, undir einum, 70% av fiskidagatalinum ásett smb. § 29 í lógini.
b) Part riknir útróðrarbátar fáa, undir einum, 15% av fiskidagatalinum ásett smb.í § 29 í lógini.
c) Aðrir útróðrarbátar fáa, undir einum, 15% av fiskidagatalinum ásett smb. § 29 í lógini.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi 1. september 1996.