Nr. 109 26. oktober 2016
Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um broyting í kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira
(Broyttur inngangur)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 23. januar 2015 frá Fjarskiftiseftirlitinum um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira, verður inngangurin orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 42, § 43, stk. 2, § 46, stk. 1-4 og § 74, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti, verður ásett:”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fjarskiftiseftirlitið, 26. oktober 2016
Jógvan Thomsen (sign.)
/ Súsanna Leo (sign.)