Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. februar 2022Nr. 11
Kunngerð um góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins
Við heimild í § 32, stk. 3, § 33, stk. 11 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg 76 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Nýtsluøki og nágreiningar
§ 1. Hendan kunngerð er galdandi fyri góðskueftirlit sbrt. § 26 og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins sbrt. §§ 32-34 í løgtingslógini.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) PIE grannskoðanarvirki: Grannskoðanarvirki, sum grannskoðar roknskapir hjá fyritøkum av almennum áhuga, sbr. § 1 a, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini.
2) Ikki-PIE grannskoðanarvirki: Grannskoðanarvirki, ið bert gera uppgávur sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslógini fyri fyritøkur, sum ikki eru fevndar av § 1 a, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini.
§ 3. Kapittul 2, 5-6, 8-12 og 15 eru galdandi fyri góðskueftirlit bæði á PIE grannskoðanarvirkjum og á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Kapittul 3, 7, 13 og 14 eru galdandi fyri góðskueftirlit á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 3. Kapittul 4 er galdandi fyri góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum.
Kapittul 2
Hvussu grannskoðanarvirkir og góðskueftirlitsfólk verða vald
§ 4. Grannskoðaraeftirlitið skal skipa góðskueftirlitið við støði í einari váðameting. Á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskapir hjá miðalstórum og stórum fyritøkum, skal tó í mesta lagi vera seks ára millumbil millum góðskueftirlitini. Artikkul 26, nr. 2 í skjali 1 í løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga er galdandi fyri PIE grannskoðanarvirkir.
Stk. 2. Eitt grannskoðanarvirki, sum ikki veitir váttanir sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslógini, og váttar hetta við trú og heiður mótvegis Skráseting Føroya innan tann 15. januar á hvørjum ári, er undantikið grannskoðaraeftirliti uttan so, at Grannskoðaraeftirlitið tekur aðra avgerð.
§ 5. Grannskoðaraeftirlitið kann av sínum eintingum ella eftir áheitan frá grannskoðanarvirkjum, ið eru partur av einum netverki, sbr. § 7, stk. 2 í kunngerð um óheftni hjá góðkendum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, avgera, at øll ella nøkur av hesum virkjum verða útvald til góðskueftirlit í sama ári.
Stk. 2. Um eitt grannskoðanarvirki, sum er valt út til góðskueftirlit, hevur onnur grannskoðanarvirkir í sínum eigaraskara, sbr. § 13 í løgtingslógini, kann Grannskoðaraeftirlitið av sínum eintingum ella eftir áheitan avgera, at hesi grannskoðanarvirkir verða útvald til góðskueftirlit í sama ári.
§ 6. Grannskoðanarvirkir, sum eru úttikin til góðskueftirlit, skulu helst hava boð innan tann 1. mars og í seinasta lagi tann 1. juni um, at tey í tí árinum skulu undir góðskueftirlit.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um at útseta eftirlitið á einum virki, um serligar umstøður eru til staðar, sbr. tó § 4, stk. 1, umframt artikkul 26, nr. 2 í skjali 1 í løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga.
§ 7. Grannskoðaraeftirlitið kann avgera, at eitt grannskoðanarvirki skal veljast út til eyka ella meira tíðugt eftirlit, um eftirlitið metir, at umstøður eru, sum geva orsøk til hetta.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann eftir áheitan frá Skráseting Føroya velja eitt grannskoðanarvirki út til eyka eftirlit.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið kann avgera, at eitt eyka eftirlit bert fevnir um ávísar partar av góðskueftirlitinum.
§ 8. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at eitt grannskoðanarvirki skal vera partur av einum góðskueftirliti, sum er skipað eftir evni. Eitt góðskueftirlit, sum er skipað eftir evni, fevnir um eftirlit við einum ávísum evni ella einum ávísum øki. Í sambandi við eitt góðskueftirlit, sum er skipað eftir evni, verður eitt ávíst tal av grannskoðanarvirkjum úttikið til eftirlit innan sama evni.
Kapittul 3
Útnevning av góðskueftirlitsfólki til at gera góðskueftirlit í ikki-PIE grannskoðanarvirkjum
§ 9. Grannskoðaraeftirlitið útnevnir eitt góðskueftirlitsfólk, sum er góðkent sbrt. § 45 til at gera góðskueftirlit á einum grannskoðanarvirki, og skal helst geva góðskueftirlitsfólkinum og grannskoðanarvirkinum fráboðan um hetta innan tann 1. apríl í árinum, tá eftirlitið skal verða.
Stk. 2. Góðskueftirlitsfólkið skal hava neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til slag og stødd á virkinum, sum eftirlitið fevnir um.
Stk. 3. Eitt góðskueftirlitsfólk kann ikki gera góðskueftirlit á einum grannskoðanarvirki fyrr enn trý ár eru gingin, síðani viðkomandi helt uppat sum partnari í, starvssettur í ella á annan hátt knýttur at virkinum.
Stk. 4. Kann góðskueftirlitsfólkið, orsakað av stk. 3, ikki fara á góðskueftirlitsvitjan, útnevnir Grannskoðaraeftirlitið eitt annað góðskueftirlitsfólk.
Stk. 5. Grannskoðaraeftirlitið kann útnevna góðskueftirlitsfólk frá listum, sum danska Revisortilsynet hevur gjørt yvir góðkend góðskueftirlitsfólk sbrt. lov om godkendte revisorer og revisionsvirksomheder, sbr. § 33, stk. 9 í løgtingslógini. Góðskueftirlitsfólkini fremja eftirlitið við ábyrgd og undir eftirliti av Grannskoðaraeftirlitinum.
§ 10. Tá Grannskoðaraeftirlitið metir tað neyðugt, kann eftirlitið útnevna meira enn eitt góðskueftirlitsfólk at gera góðskueftirlit á einum ítøkiligum grannskoðanarvirki ella í einum netverki av grannskoðanarvirkjum.
§ 11. Skráseting Føroya kann í ítøkiligum førum velja aðrar persónar til góðskueftirlitsfólk enn tey, sum Grannskoðaraeftirlitið ella danska Revisortilsynet hevur góðkent, sbr. § 33, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eftirlitsfólkini, ið eru útnevnd sbrt. stk. 1, skulu hava neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til slag og stødd á grannskoðanarvirkinum, sum eftirlitið fevnir um.
§ 12. Grannskoðaraeftirlitið kann sjálvt fara á eftirlitsvitjanir ella luttaka í einari eftirlitsvitjan saman við einum góðskueftirlitsfólki.
§ 13. Grannskoðaraeftirlitið hevur ikki skyldu til at býta eftirlitsmálini javnt millum eftirlitsfólkini, eins og eftirlitið ikki kann veita vissu fyri einum minsta tali av málum, ella at øll eftirlitsfólkini fáa mál til viðgerðar.
§ 14. Grannskoðanarvirkið skal innan 14 dagar aftaná, at boðini sbrt. § 9, stk. 1 um útnevning av góðskueftirlitsfólkinum eru komin, boða frá, at grannskoðanarvirkið aktivt virkar fyri, at góðskueftirlitið kann verða framt. Grannskoðanarvirkið skal samstundis boða frá, at virkið ikki kennir til viðurskifti, sum hava við sær, at eftirlitisfólkið ikki er óheft sbrt. kapitli 4 í løgtingslógini og reglum ásettar við heimild í hesum, ella í aðrar mátar ikki lýkur treytirnar fyri at gera eftirlitið.
Stk. 2. Um virkið hevur eitt grundað mótmæli um óheftni hjá eftirlitsfólkinum ella viðvíkjandi øðrum viðkomandi viðurskiftum, skal virkið, innan somu ásettu freist, boða Grannskoðaraeftirlitinum frá hesum.
Stk. 3. Eru viðurskifti, sum hava við sær, at eitt útnevnt eftirlitsfólk ikki kann gera góðskueftirlit á viðkomandi virki, útnevnir eftirlitið eitt annað góðskueftirlitsfólk.
§ 15. Góðskueftirlitsfólkið skal fyri hvørt góðskueftirlit, sum viðkomandi er útnevnt at gera, vátta sítt óheftni sbrt. kapitli 4 í løgtingslógini og reglum ásettar við heimild í hesum og harumframt vátta, at viðkomandi hevur teir neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til tað grannskoðanarvirki, sum eftirlitið viðvíkur. Eftirlitsfólkið skal samstundis upplýsa:
1) Hvussu nógvar tímar eftirlitsfólkið væntar at nýta til góðskueftirlitið og tímaprís.
2) Hvussu nógvar tímar aðrir luttakarar vænta at brúka til góðskueftirlitið og tímaprís fyri hvønn luttakara.
3) Talið av grannskoðarum, sum eftir innanhýsis reglum hava rætt til at undirskriva váttanir sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslógini.
4) Hvussu nógvar grannskoðaraváttanir sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslógini grannskoðanarvirkið veitir.
5) Umsetningin hjá grannskoðanarvirkinum í túsund kr.
6) Væntaða talið av skrivstovum, sum verða úttiknar til góðskueftirlit.
7) Væntaða talið av grannskoðarum, sum verða úttiknir til góðskueftirlit.
8) Væntaða talið av váttanaruppgávum, sum verða úttiknar til góðskueftirlit.
9) Væntaða talið av tímum, sum verða nýttir til fyrireiking av góðskueftirlitinum.
10) Væntaða talið av tímum til eftirlit við góðskustýringsskipanini.
11) Væntaða talið av eftirliti við váttanaruppgávum.
12) Væntaða talið av tímum til eftirlit við eftirútbúgving.
13) Væntaða talið av tímum til frágreiðing um góðskueftirlitsvitjanina.
Stk. 2. Tá eitt góðskueftirlitsfólk er útnevnt, skal viðkomandi skjótast gjørligt seta seg í samband við grannskoðanarvirkið, sum skal góðskukannast, fyri at fáa greiðu á teimum í stk. 1, nr. 1-13 nevndu upplýsingum.
Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at grannskoðanarvirkið hevur givið fráboðan sbrt. § 14, stk. 1, gevur eftirlitsfólkið Grannskoðaraeftirlitinum eina váttan um tey í stk. 1, 1. pkt. nevndu viðurskifti umframt eina fráboðan um teir í stk. 1, nr. 1-13 nevndu upplýsingar.
Stk. 4. Eftirlitsfólkið kann byrja upp á eftirlitið, tá eftirlitið hevur skrásett váttanina hjá eftirlitsfólkinum sbrt. stk. 1, 1. pkt., og harumframt góðkent upplýsingarnar sbrt. stk. 1, nr. 1-5. Eftirlitið kunnar virkið og eftirlitsfólkið um hetta.
§ 16. Hevur Grannskoðaraeftirlitið ikki skrásett váttanina frá góðskueftirlitsfólkinum sbrt. § 15, stk. 1, 1. pkt., ella góðkent upplýsingarnar sbrt. § 15, stk. 1, nr. 1-13, ella eru aðrar serligar umstøður, kann eftirlitið útnevna eitt annað eftirlitsfólk til at gera góðskueftirlitið.
§ 17. Staðfestir góðskueftirlitsfólkið seinni, at viðkomandi ikki lýkur krøvini til óheftni ella á annan hátt ikki lýkur treytirnar fyri at gera góðskueftirlitið, skal eftirlitsfólkið beinanvegin geva Grannskoðaraeftirlitinum og grannskoðanarvirkinum boð um hetta.
Stk. 2. Verður eitt eftirlitsfólk orsakað av sjúku ella øðrum serligum umstøðum forðað í at gera eitt eftirlit, skulu eftirlitið og virkið skjótast gjørligt hava boð um hetta.
Stk. 3. Eftirlitið tekur støðu til, um eftirlitið kann verða útsett ella skal gerast við tað, at nýtt eftirlitsfólk verður útnevnt.
Kapittul 4
Góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum
§ 18. Grannskoðaraeftirlitið ger góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið útnevnir góðskueftirlitsfólk til at fara á góðskueftirlitsvitjan og gevur, í tann mun tað ber til, grannskoðanarvirkinum boð um hetta innan tann 1. juni.
§ 19. Góðskueftirlitsfólk, ið starvast í Erhvervsstyrelsen, kunnu gera góðskueftirlitið, sbrt. § 33, stk. 5, 4. pkt. í løgtingslógini. Grannskoðaraeftirlitið kann tilnevna aðrar persónar sum góðskueftirlitsfólk at kanna PIE grannskoðanarvirkir, sbrt. § 33, stk. 5 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eftirlitsfólkið skal hava hóskandi yrkisligan førleika og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskaparframløgu og hava neyðugt innlit í góðskueftirlit.
Stk. 3. Eftirlitsfólkið skal vera óheft av viðkomandi grannskoðanarvirki og teimum grannskoðarum, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, sbr. meginreglurnar í kapitli 4 í løgtingslógini og reglur settar í gildi við heimild í ásetingini.
Stk. 4. Eitt góðskueftirlitsfólk kann ikki gera eftirlit á einum virki, áðrenn 3 ár eru liðin frá tí, at viðkomandi er hildin uppat at vera partnari, starvssettur ella annan hátt knýttur at virkinum.
§ 20. Grannskoðanarvirkið skal innan 14 dagar aftaná, at boðini sbrt. § 18, stk. 2 um útnevning av góðskueftirlitsfólki eru móttikin, boða frá, at virkið aktivt virkar fyri, at góðskueftirlitið kann verða framt. Grannskoðanarvirkið skal samstundis boða frá, at virkið ikki hevur innlit í viðurskifti, ið hava við sær, at góðskueftirlitsfólkið ikki er óheft sbrt. kapitli 4 í løgtingslógini og reglum ásettar við heimild í hesum, ella í aðrar mátar ikki lýkur treytirnar fyri at gera eftirlitið.
Stk. 2. Um virkið hevur eitt grundað mótmæli um óheftni hjá eftirlitsfólkinum ella viðvíkjandi øðrum viðkomandi viðurskiftum, skal virkið, innan somu ásettu freist, boða Grannskoðaraeftirlitinum frá hesum.
Kapittul 5
Um at gera góðskueftirlit
§ 21. Áðrenn góðskueftirlitsfólkið byrjar góðskueftirlitið, skal viðkomandi:
1) fráboða virkinum, hvørjar upplýsingar frammanundan skulu vera um virkið, sum skal undir eftirlit, sbr. § 15, stk. 2,
2) áðrenn eftirlitsvitjanina gjøgnumganga tær upplýsingar, ið eru móttiknar sbrt. nr. 1, og
3) leggja góðskueftirlitsuppgávuna til rættis.
§ 22. Grannskoðanarvirkið og teir grannskoðarar, sum eru knýttir at virkinum, skulu aktivt viðvirka til, at grannskoðaraeftirlitið verður gjøgnumført.
Stk. 2. Grannskoðanarvirkið og teir grannskoðarar, sum eru knýttir at virkinum, skulu geva Grannskoðaraeftirlitinum og góðskueftirlitsfólkinum atgongd til at gera tær kanningar, ið verða mettar neyðugar, og skal síggja til, at eftirlitið og eftirlitsfólkið fær tær upplýsingar og ta hjálp, sum tey meta neyðuga fyri at gera eftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 23. Tá eftirlit er við einari váttanaruppgávu, har grannskoðarin, sum skrivaði undir, ikki longur er knýttur at einum grannskoðanarvirki, skal góðskueftirlitfólkið seta seg í samband við grannskoðaran soleiðis, at grannskoðarin fær møguleika til at vera til staðar, meðan váttanaruppgávan verður kannað.
Stk. 2. Grannskoðanarvirkið skal síggja til, at ein grannskoðari, sum ikki er knýttur at grannskoðanarvirkinum longur, hevur atgongd til skjalprógvini fyri ta kannaðu váttanaruppgávuna.
§ 24. Metir góðskueftirlitsfólkið, at góðskueftirlitið ikki kann verða gjørt ella er sera trupult at gera, skal eftirlitsfólkið beinanvegin geva Grannskoðaraeftirlitinum boð um hetta. Eftirlitið ger tá eina nærri kanning og meting av málinum og upplýsir grannskoðanarvirkinum um møguligar avleiðingar av, at eftirlitið ikki verður gjørt.
§ 25. Tá Grannskoðaraeftirlitið metir tað neyðugt at biðja um hjálp frá serfrøði, kann eftirlitið av sínum eintingum ella eftir áheitan frá góðskueftirlitsfólkinum útnevna ein serfrøðing til at luttaka í einum góðskueftirliti á einum ávísum grannskoðanarvirki.
Stk. 2. Ein serfrøðingur, ið er útnevndur sambært stk. 1, skal vera óheftur av viðkomandi grannskoðanarvirki og teimum grannskoðarum, sum eru knýttir at virkinum, sbr. meginregluna í kapitli 4 í løgtingslógini og reglum, ásettar við heimild í hesum.
Stk. 3. Eftirlitið kunnar virkið um valið av serfrøðingi
Kapittul 6
Innihaldið í góðskueftirlitinum
§ 26. Í sambandi við góðskueftirlitið skal eftirlitsfólkið serliga kanna:
1) at grannskoðanarvirkið hevur eina innanhýsis skipan og eina góðskustýringsskipan, sbr. § 26 í løgtingslógini og reglur, ásettar við heimild í hesum, og hava skjalprógvað nýtsluna av góðskustýringsskipanini,
2) at góðskustýringsskipanin er nøktandi í mun til stødd og rakstrarligu eyðkenni virkisins,
3) at góðskustýringsskipanin hevur politikkir og mannagongdir fyri, hvussu óheftni hjá grannskoðaranum verður stýrt sum heild og í sambandi við ta einstøku uppgávuna sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslógini, umframt at tað verður skjalprógvað, at óheftnisreglurnar í kapitli 4 í løgtingslógini og reglum, ásettar við heimild í hesum, eru yvirhildnar,
4) at váttanaruppgávur sbrt. § 1, stk. 2 eru skipaðar, lagdar til rættis, framdar og skjalprógvaðar í samsvari við góðskustýringsskipanina og góðan grannskoðanarsið, heruppií galdandi grannskoðanarstandardar, umframt ta nýttu arbeiðsorkuna og samsýningarnar í mun til váttanaruppgávuna,
5) at grannskoðanarvirkið hevur skipað eina eftirlitsmannagongd, ið fevnir um bæði eftirlit við góðskustýringsskipanini og eftirfylgjandi reglulig innanhýsis eftirlit við góðskuni av framdu váttanaruppgávunum,
6) at virkið hevur eitt dagført eigarayvirlit og limayvirlit sbrt. § 3 í kunngerð um grannskoðaravirksemi, og at ásetingarnar um eigaraviðurskifti í § 13, stk. 2-5 í løgtingslógini eru hildnar,
7) at grannskoðarar, knýttir at grannskoðanarvirkinum, hava verið ígjøgnum og fráboðað ta kravdu eftirútbúgvingina sbrt. § 4 í løgtingslógini og reglum, ásettar við heimild í hesum, og
8) at grannskoðanarvirkið hevur hildið sínar skyldur sbrt. § 6, stk. 1 og § 7, stk. 1 í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi og § 7, stk. 1 og § 8, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at eitt ella fleiri av teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum ikki skulu kannast í sambandi við eina góðskueftirlitsvitjan.
§ 27. Góðskueftirlitið, sbrt. § 26, skal bæði fevna um tær alment galdandi mannagongdirnar í grannskoðanarvirkinum og eitt eftirlit, har stakroyndir verða gjørdar av nóg nógvum váttanaruppgávum, so góðskueftirlitsfólkið er sannført um, at góðskustýringsskipanin verður nýtt til allar váttanaruppgávurnar.
Stk. 2. Stakroyndir av ávísum váttanaruppgávum skulu gerast við útgangsstøði í einari váðameting, heruppií slag og stødd av váttanaruppgávunum í grannskoðanarvirkinum.
Stk. 3. Stakroyndirnar skulu í vavi hóska til talið av váttanum sbrt. § 1, stk. 2, sum grannskoðanarvirkið hevur givið.
Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið kann áðrenn góðskueftirlitsvitjanina, undir góðskueftirlitsvitjanini og eftir góðskueftirlitsvitjanina biðja góðskueftirlitsfólkið um at víðka vavið á stakroyndini ella at velja ávísar váttanaruppgávur, grannskoðarar ella skrivstovur til eftirlit.
§ 28. Eftirlitið við váttanaruppgávum fevnir um, hvussu grannskoðarin hevur lagt til rættis, fyrireikað og framt uppgávuna, niðurstøðuna í uppgávuni og um ta givnu váttanina. Eftirlitið tekur støði í teimum økjum, sum grannskoðarin metir hava størst týdning og váða, og á tað týdningastig, sum grannskoðarin hevur ásett.
Kapittul 7
Framhald av eftirlitinum og frágreiðing til Grannskoðaraeftirlitið
§ 29. Tá eftirlitið á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum er gjørt, skal góðskueftirlitisfólkið senda Grannskoðaraeftirlitinum eina frágreiðing um góðskueftirlitsvitjanina.
Stk. 2. Í frágreiðingini skal vera ein lýsing av, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, og metingina hjá góðskueftirlitsfólkinum av góðskustýringsskipanini hjá grannskoðanarvirkinum, umframt eina meting av teimum kannaðu váttanaruppgávunum. Um góðskueftirlitsfólkið hevur eyðmerkt ábøtur, sum grannskoðanarvirkið eigur at gera, skal hetta somuleiðis standa í frágreiðingini.
Stk. 3. Metingin hjá góðskueftirlitsfólkinum av góðskustýringsskipanini, umframt metingin av kannaðu váttanaruppgávunum, verður løgd fyri virkið og viðkomandi grannskoðarar, so teir fáa høvi til at gera viðmerkingar, áðrenn góðskueftirlitsfólkið gevur Grannskoðaraeftirlitinum frágreiðingina. Um tað er ásett í leiðreglunum hjá eftirlitinum, skal eftirlitsfólkið samstundis leggja viðkomandi arbeiðsskjøl fram, sbr. § 45.
Stk. 4. Skjótast gjørligt og í seinasta lagi tann 15. november í eftirlitsárinum sendir góðskueftirlitifólkið Grannskoðaraeftirlitinum frágreiðingina um góðskueftirlitsvitjanina. Tá hetta er ásett í leiðreglunum hjá eftirlitinum, skal eftirlitsfólkið leggja síni arbeiðspappír við, sbr. § 45.
Stk. 5. Fær eitt góðskueftirlitsfólk innlit í viðurskifti, sum geva orsøk til at halda, at hesi hava tilknýti til hvítvask ella fígging av yvirgangi, sum er fevnt av fráboðanarskylduni í § 25, stk. 1 í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi og í § 26, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme, skal tað boða Grannskoðaraeftirlitinum og Skráseting Føroya frá hesum.
Stk. 6. Góðskueftirlitsfólk, sum eru góðkend sbrt. § 11, senda frágreiðing um góðskueftirlitið eftir reglunum í stk. 1-5.
Kapittul 8
Viðgerð Grannskoðaraeftirlitsins av góðskueftirlitinum
§ 30. Grannskoðaraeftirlitið kann biðja eitt góðskueftirlitsfólk, ið er útnevnt sbrt. §§ 9-11 ella 19, ella ein serfrøðing, sum er útnevndur sbrt. § 25, stk. 1, og grannskoðanarvirkið um tær upplýsingar, tey skjøl, og ta hjálp, sum eftirlitið metir vera neyðugt fyri at fremja góðskueftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 og § 33, stk. 4 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eftir áheitan frá eftirlitinum leggur eftirlitsfólkið síni arbeiðsskjøl fyri eftirlitið og svarar spurningum frá eftirlitinum.
§ 31. Tá góðskueftirlitið er endað, ger Grannskoðaraeftirlitið eina frágreiðing til grannskoðanarvirkið, sum er kannað. Tær mest týðandi niðurstøðurnar frá góðskueftirlitinum skulu standa í frágreiðingini. Um ávís viðurskifti eru eyðmerkt, har batar skulu gerast, skulu í frágreiðingini vera tilmæli um átøk, sum kannaða virkið skal gera fyri at rætta hesi viðurskifti.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið tekur við støði í góðskueftirlitinum støðu til, um góðskueftirlitið gevur orsøk til:
1) at góðskueftirlitið endar uttan onnur tiltøk, ella
2) góðskueftirlit verður aftur, har tað skal staðfestast, um tilmæli í sambandi við undanfarna eftirlitið eru komin í rættlag.
Stk. 3. Um Grannskoðaraeftirlitið og Skráseting Føroya meta, at grundarlag er fyri at fara undir eina kanning sbrt. § 35 í løgtingslógini, verður tað upplýst í frágreiðingini, at góðskustýringsskipanin verður kannað nærri. Tað sama er galdandi, um ein ella fleiri av kannaðu váttanaruppgávunum er ella verður kannað nærri.
Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið leggur uppskotið til frágreiðing fyri grannskoðanarvirkið, so virkið fær møguleika til at gera viðmerkingar.
Stk. 5. Um brot á § 26, stk. 1, nr. 6-8 ella brot á vinnufelagalóggávuna ella roknskaparlóggávuna verða staðfest í sambandi við eftirlitið, verða upplýsingar um hetta latnar víðari innanhýsis í Skráseting Føroya í sambandi við aðrar eftirlitsskyldur stovnsins.
§ 32. Í sambandi við góðskueftirlit á einum PIE grannskoðanarvirki kann Grannskoðaraeftirlitið koma við tilmæli um, at frágreiðingin um gjøgnumskygni verður broytt beinanvegin.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann mæla til, at grannskoðanarvirkið kunnar grannskoðanarnevndina í PIE fyritøkuni um teir feilir og manglar í váttanaruppgávuni, sum góðskueftirlitið hevur staðfest.
§ 33. Eftir áheitan frá Grannskoðaraeftirlitinum ger kannaða grannskoðanarvirkið eina virkisætlan, sum verður grundarlag fyri framhaldandi góðskueftirlitinum.
Stk. 2. Tey nágreiniligu krøvini til innihaldið í virkisætlanini verða ásett í leiðreglum frá Grannskoðaraeftirlitinum, sbr. § 45.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið skal góðkenna virkisætlanina, áðrenn hon er endalig.
§ 34. Í sambandi við góðskueftirlit, sum sbrt. § 8 er skipað eftir evni, ger Grannskoðaraeftirlitið eina heildarfrágreiðing um góðskueftirlitið. Í frágreiðingini eru øll úrslitini av góðskueftirlitinum gjørd upp í hagfrøðiligum líki.
Kapittul 9
Almannakunngerð
§ 35. Grannskoðaraeftirlitið kann sbrt. § 33 a í løgtingslógini taka avgerð um at almannakunngera úrslitið av einum góðskueftirliti, um tað í sambandi við framhaldandi góðskueftirlit verður staðfest, at tilmæli frá einum góðskueftirliti, sum hevur verið, ikki eru fylgd.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann harafturat taka avgerð um at almannakunngera úrslitið av einum góðskueftirliti, um grannskoðanarvirkið ikki fylgir tilmæli Grannskoðaraeftirlitsins um at gera eina virkisætlan.
Stk. 3. Almannakunngerð fevnir um ein samandrátt av mest týðandi niðurstøðunum frá góðskueftirlitinum, og teir batar, sum eftirlitið hevur tilmælt.
§ 36. Grannskoðaraeftirlitið almannakunnger frágreiðingar um góðskueftirlit, sum sbrt. § 8 eru skipað eftir evni. Almannakunngering fer fram í dulnevndum líki.
§ 37. Grannskoðaraeftirlitið útgevur árliga eina frágreiðing um arbeiðið hjá eftirlitinum. Úrslitini frá góðskueftirlitunum eru í hagfrøðiligum líki í frágreiðingini.
§ 38. Almannakunngering sbrt. §§ 35 og 36 og almannakunngering av frágreiðing Grannskoðaraeftirlitsins sbrt. § 37 fer fram á heimasíðuna hjá Skráseting Føroya.
Kapittul 10
Framhald av góðskueftirlitinum
§ 39. Grannskoðanarvirkir, sum skulu í framhaldandi góðskueftirlit, fáa so vítt gjørligt fráboðan um hetta innan tann 1. apríl og í seinasta lagi tann 1. juni, at tey skulu undir góðskueftirlit í tí sama árinum.
Stk. 2. Á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum útnevnir Grannskoðaraeftirlitið eitt góðskueftirlitsfólk til at gera góðskueftirlitsvitjanina og boðar so vítt møguligt góðskueftirlitsfólkinum og grannskoðanarvirkinum frá hesum innan tann 1. juni. Kapittul 3 er galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
Stk. 3. Fyri PIE grannskoðanarvirkir útnevnir Grannskoðaraeftirlitið eitt góðskueftirlitsfólk til at gera góðskueftirlitsvitjanina og boðar so vítt møguligt grannskoðanarvirkinum frá hesum innan tann 1. juni. Kapittul 4 er galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
§ 40. Tá góðskueftirlit heldur fram verður tað kannað, um grannskoðanarvirkið hevur fylgt tilmælunum frá Grannskoðaraeftirlitinum í sambandi við góðskueftirlitið, sum førdi til framhaldandi góðskueftirlit. Góðskueftirlitsvitjanin tekur útgangsstøði í góðkendu virkisætlanini hjá Grannskoðaraeftirlitinum. Kapittul 5 og 6 eru galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
§ 41. Góðskueftirlitsfólkini fráboða skjótast gjørligt og í seinasta lagi tann 15. november í eftirlitsárinum góðskueftirlitsvitjanina á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum til Grannskoðaraeftirlitið. Tá tað er ásett í leiðreglunum hjá Grannskoðaraeftirlitinum, skal góðskueftirlitsfólkið leggja síni arbeiðsskjøl við, sbr. § 45. Kapittul 7 er galdandi við teimum neyðugu tillagingunum.
Kapittul 11
Gjald
§ 42. Grannskoðaraeftirlitið ásetur á hvørjum ári tímasatsir fyri góðskueftirlitsfólkini.
Stk. 2. Um eftirlitsfólkið hevur nýtt aðrar persónar enn ein serfrøðing sbrt. § 25 í sambandi við eftirlitið, kann tímasatsurin fyri slíkar aðrar persónar ikki vera hægri enn tímasatsurin fyri góðskueftirlitsfólkið.
§ 43. Tá eftirlit er á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum skal góðskueftirlitsfólkið, samstundis sum frágreiðing verður latin Grannskoðaraeftirlitinum, lata eina uppgerð yvir:
1) ta beinleiðis nýttu tíðina fyri hvørt eftirlitsfólkið sær,
2) ta beinleiðis nýttu tíðina og tímalønina hjá øðrum luttakarum í eftirlitsarbeiðinum,
3) nýttu tímarnar til ferðing, og
4) kostnaðir eftir rokning.
Stk. 2. Um eitt munandi frávik er millum veruliga talið av nýttum tímum í mun til væntaða talið av tímum, sum eru upplýstir sbrt. § 15, stk. 1, skal góðskueftirlitsfólkið geva Grannskoðaraeftirlitinum eina frágreiðing hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið rindar fyribils útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 1 og 2, men verða tær endaliga bornar av kannaða grannskoðanarvirkinum.
Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið rindar fyribils útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 3 og 4. Útreiðslurnar verða árliga gjørdar upp 1. mai og býttar lutfalsliga út á ikki-PIE grannskoðanarvirkini, ið vóru fevnd av góðskueftirlitum, ið vórðu sett í verk árið fyri eftir § 6, stk. 1 og § 39, stk. 1 og grundað á talið av grannskoðarum, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkinum 1. januar í eftirlitsárinum.
Stk. 5. Ger eitt góðskueftirlitsfólk, sum er tilnevnt sbrt. §§ 9-11, ella ein serfrøðingur, sum er tilnevndur sbrt. § 25, ikki eitt góðskueftirlit liðugt, tekur Grannskoðaraeftirlitið avgerð um í hvønn mun góðskueftirlitsfólkið hevur rætt til samsýning fyri arbeiðið. Áðrenn avgerð verður tikin í málinum, skal góðskueftirlitsfólkið fáa høvi til at gera viðmerkingar.
Stk. 6. Hevur Grannskoðaraeftirlitið sbrt. § 11 útnevnt aðrar persónar sum góðskueftirlitsfólk, rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils samlaðu útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 1 og 2, men verða tær endaliga bornar av kannaða grannskoðanarvirkinum. Stk. 4 er galdandi samsvarandi fyri útreiðslur eftir stk. 1, nr. 3 og 4.
Stk. 7. Stk. 6 er galdandi samsvarandi fyri útreiðslur til ein serfrøðing, ið er útnevndur sbrt. § 25.
§ 44. Í sambandi við eftirlit við PIE grannskoðanarvirkjum skal góðskueftirlitsfólkið, samstundis sum Grannskoðaraeftirlitið letur tí kannaða frágreiðing, lata eina uppgerð yvir:
1) ta beinleiðis nýttu tíðina og tímalønina,
2) nýttu tímarnar til ferðing, og
3) kostnaðir eftir rokning.
Stk. 2. Kannaða grannskoðanarvirkið heldur útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 1.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið heldur útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 2 og 3, og verða tær tiknar við, tá tímaprísurin verður ásettur eftir § 42, stk. 1.
Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið skal leypandi senda rokning fyri tær í stk. 1, nr. 1 nevndu útreiðslurnar.
Stk. 5. Hevur Grannskoðaraeftirlitið sbrt. § 18, stk. 1, 2. pkt. útnevnt aðrar persónar sum góðskueftirlitsfólk, rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils samlaðu útreiðslurnar eftir stk. 1, nr. 1 og 2, men verða tær endaliga bornar av kannaða grannskoðanarvirkinum. Stk. 3 er galdandi samsvarandi fyri útreiðslur eftir stk. 1, nr. 3.
Stk. 6. Stk. 1-4 er galdandi samsvarandi fyri ein serfrøðing, sum er útnevndur sbrt. § 25.
Kapittul 12
Leiðreglur fyri góðskueftirlitið
§ 45. Grannskoðaraeftirlitið ger leiðreglur um val av grannskoðanarvirkjum til góðskueftirlit, um góðkenning av góðskueftirlitsfólkum og skyldurnar hjá góðskueftirlitsfólkum, um val av góðskueftirlitsfólki til ávíst góðskueftirlit, um góðskueftirlit í ikki-PIE grannskoðanarvirkjum og frágreiðingar í tí sambandi, um góðskueftirlit í PIE grannskoðanarvirkjum, um góðskueftirlit skipað eftir evni, um fyrireiking av eini virkisætlan, um viðurskifti viðvíkjandi rindan fyri góðskueftirlitið, um viðgerð Grannskoðaraeftirlitsins av góðskueftirliti og almannakunngering av hesum o.a.
Stk. 2. Leiðreglurnar verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
Kapittul 13
Góðkenning sum góðskueftirlitsfólk
§ 46. Grannskoðaraeftirlitið góðkennir góðskueftirlitsfólk at gera góðskueftirlit í ikki-PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Góðskueftirlitsfólk skulu hava nóg mikið av fakligari útbúgving, viðkomandi royndum innan grannskoðan og roknskapargreiðslu, og hava neyðugan kunnleika til góðskueftirlit.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið ásetir talið av eftirlitsfólkum og lýsir eftir tørvi á heimasíðuni. Ein grannskoðari, ið ynskir at fáa góðkenning sum góðskueftirlitsfólk, skal søkja Grannskoðaraeftirlitið um hetta innan ta freist, sum Grannskoðaraeftirlitið hevur sett.
Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið kann sum góðskueftirlitsfólk góðkenna grannskoðarar, ið:
1) eru knýttir at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í skránni hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir,
2) ikki innanfyri tey seinastu 5 árini í Grannskoðaranevndini er dømdur ávaring, revsiburturfall ella bót, eitt fyribils forboð, treytaða ella treytaleysa rættindafrádøming, sum Grannskoðaraeftirlitið metir hevur týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
3) ikki er skrásettur í Det Centrale Kriminalregister fyri brot, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hevur týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
4) ikki hevur eitt mál til viðgerðar í Grannskoðaranevndini, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hava týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
5) ikki starvast í einum grannskoðanarvirki, sum Grannskoðaraeftirlitið í sambandi við seinasta endaða góðskueftirlit á virkinum, hevur álagt eitt nýtt góðskueftirlit, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hava týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
6) hevur luttikið í praktiskum grannskoðanararbeiði, og í hesum sambandi givið váttanir sambært § 1, stk. 2 í løgtingslógini í minst 3 ár innanfyri tey seinastu 5 árini,
7) kann átaka sær árliga at gera eftirlit á so mongum grannskoðanarvirkjum, sum Grannskoðaraeftirlitið setir talið á, og
8) hevur tikið og fráboðað ta kravdu eftirútbúgvingina eftir § 4 í løgtingslógini og reglum, ásettar við heimild í hesum.
Stk. 5. Eftirlitið kann treyta eina góðkenning av, at góðskueftirlitsfólkið bindur seg til at nýta eina elektroniska skipan, sum eftirlitið hevur ávíst í sambandi við, at eftirlitsuppgávur verða gjørdar.
Stk. 6. Góðkenning sum góðskueftirlitsfólk er galdandi fyri eitt 5 ára tíðarskeið. Ein góðkenning kann eftir umsókn verða longd fyri eitt 5 ára tíðarskeið afturat. Góðskueftirlitsfólkið kann gera eitt góðskueftirlit, sum er byrjað, liðugt, hóast tíðarskeiðið, ið góðkenningin er galdandi fyri, er gingið út.
Stk. 7. Góðkenning sum góðskueftirlitsfólk er treytað av, at góðskueftirlitsfólkið árliga luttekur í einum skeiði um góðskueftirlit. Góðskueftirlitsfólkið skal hava luttikið á skeiðinum, áðrenn viðkomandi fer á góðskueftirlitsvitjan fyri fyrstu ferð.
§ 47. Góðskueftirlitsfólkið hevur skyldu til beinanvegin at boða eftirlitinum frá, um:
góðskueftirlitsfólkið ikki longur er knýtt at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í skránni hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir,
Grannskoðaranevndin dømir góðskueftirlitsfólkið til eina ávaring, revsiburturfall, bót, eitt fyribils forboð, treytaða ella treytaleysa rættindafrádøming, ella
góðskueftirlitsfólkið verður skrásett í Det Centrale Kriminalregister fyri brot á tær skyldur, sum grannskoðaralóggávan ásetur.
Stk. 2. Í teimum í stk. 1, nr. 2 og 3 nevndu førum tekur Grannskoðaraeftirlitið avgerð um framhaldandi góðkenningina hjá góðskueftirlitsfólkinum, sbr. § 49, stk. 1.
§ 48. Grannskoðaraeftirlitið ansar eftir, at góðskueftirlitsfólkið ger góðskueftirlitið í samsvari við løgtingslógina og reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini og sambært leiðreglum, sum Grannskoðaraeftirlitið hevur ásett sbrt. § 45.
§ 49. Grannskoðaraeftirlitið kann taka góðkenningina sum góðskueftirlitsfólk aftur, um:
1) góðskueftirlitsfólkið ikki longur er knýtt at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í skránni hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir,
2) góðskueftirlitsfólkið ikki rættstundis sendir inn sína frágreiðing og arbeiðspappír, og aðrar upplýsingar, sum eftirlitið biður um, og hetta ikki verður gjørt innanfyri eina av eftirlitinum ásetta freist,
3) góðskueftirlitsfólkið fráboðar, at tað ikki kann átaka sær eitt av góðskueftirlitunum, sum eftirlitið hevur ásett,
4) góðskueftirlitsfólkið ikki nýtir elektronisku skipanina, sum eftirlitið hevur víst á, sbrt. § 46, stk. 5,
5) góðskueftirlitsfólkið ikki luttekur í einum árligum skeiði um góðskueftirlit, sbrt. § 46, stk. 7,
6) góðskueftirlitið í sambandi við seinasta endaða góðskueftirlitið hevur álagt grannskoðanarvirkinum, sum eftirlitsfólkið er knýtt at, eitt nýtt eftirlit,
7) Grannskoðaranevndin gevur góðskueftirlitsfólkinum eina ávaring, revsiburturfall, sekt, eitt fyribils forboð, treytaða ella treytaleysa rættindafrádøming ella skrásetur eftirlitsfólkið í Det Centrale Kriminalregister fyri brot á skyldur sambært grannskoðaralóggávuni,
8) góðskueftirlitsfólkið ikki árliga og í seinasta lagi 1. februar gevur eina váttan við trú og heiður um, at eftirlitsfólkið ikki hevur eitt mál í Grannskoðaranevndini, ella innanfyri seinastu 5 árini hevur fingið eina ávaring, revisburturfall ella dømdur bót, eitt fyribils forboð, treytaða ella treytaleysa rættindafrádøming, ella
9) Grannskoðaraeftirlitið metir, at eitt góðskueftirlitsfólk hevur sett til síðis sínar skyldur á ein slíkan hátt, at eftirlitið ikki framhaldandi metir grundarlag vera fyri at útnevna eftirlitsfólkið til at gera góðskueftirlit.
Stk. 2. Áðrenn eftirlitið tekur avgerð sbrt. stk. 1, fær góðskueftirlitsfólkið høvi til at koma við eini frágreiðing.
Stk. 3. Verður góðkenning sum góðskueftirlitsfólk tikin aftur sbrt. stk. 1, er § 17, stk. 3 galdandi.
Kapittul 14
Um kæru o.a.
§ 50. Avgerðir, sum Grannskoðaraeftirlitið tekur eftir hesi kunngerð, kunnu ikki verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika, sbr. § 48, stk. 3 í løgtingslógini.
§ 51. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um at víkja frá tíðarfreistunum í § 4, stk. 2, § 6, § 9, stk. 1, § 14, stk. 1, § 15, stk. 3, § 18, stk. 2, § 20, § 29, stk. 4, § 37, § 41, § 43, stk. 1, 2 og 4 og § 44, stk. 1.
Kapittul 15
Revsireglur, gildiskomureglur og skiftisreglur
§ 52. Hevur eitt góðskueftirlitsfólk, sum er útnevnt sbrt. §§ 9-11 ella 19, grovt ella ferð eftir ferð framt brot á §§ 15 ella 17, ella ikki yvirhildið sínar skyldur sbrt. § 9, stk. 3, §§ 21, 23, 24, 26-30 og 47, verður viðkomandi revsaður við sekt.
§ 53. Tá ið eitt góðskueftirlitsfólk er revsað sbrt. § 52, tekur Grannskoðaraeftirlitið góðkenningina sum góðskueftirlitsfólk frá viðkomandi.
Stk. 2. Avgerð sbrt. stk. 1 verður fráboðað Skráseting Føroya.
§ 54. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 132 frá 10. desember 2015 um góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 2. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign)