Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. februar 2009Nr. 11
Kunngerð um tolling av postsendingum
Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin vørurokning er, ella hon ikki er nóg gjølliga skrivað, og nøktandi vørurokning ikki kann útvegast, letur postverkið tollvaldinum sendingina at kanna innihaldið.
§ 2. Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Postsendingar, sum ikki verða mettar at innihalda tollskyldugar vørur, ella vørur, sum eru bannaðar at innflyta, hevur postverkið tó heimild at útflýggja beinleiðis til móttakaran uttan um tollvaldið. Tollvaldið letur postverkinum neyðuga vegleiðing, viðvíkjandi hvørjar sendingar eru tollskyldugar ella bannaðar at flyta inn.
§ 3. Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í postinum. Eisini er tollvaldinum heimilað at vera við og kanna, hvussu sundurskiljingin av brævsendingum sambært § 2 fer fram.
§ 4. Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við útrokning av tollinum og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.
§ 5. Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum sendar aftur til sendaran.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 7. mars 1996.
Fíggjarmálaráðið, 6. februar 2009
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)