Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2006Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
§ 1
Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum, sum broytt við kunngerð nr. 128 frá 21. september 2001, verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í § 6 verður, aftaná stk. 1, sum nýtt stykki sett:
“Stk. 2. Tó kann embætisdjóralæknin á BIP-støðini geva loyvi til, at matvørur úr djórum úr triðjalandi verða lossaðar í Tórshavnar havn við hesum treytum:
1) Loyvið skal verða tíðaravmarkað til í mesta lagi 1 ár í senn. Tað skal verða galdandi fyri ein ávísan innflytara, fyri ein ella fleiri ávísar matvørubólkar og fyri innflutning frá einum ella fleiri ávísum triðjalondum,
2) vøran skal koma til Føroya í innsiglaðari bingju, kassa ella tílíkum. Seglið skal verða veterinert myndugleikasegl, sum skal svara til seglið á heilsuváttanini, ið skal fylgja við vøruni,
3) embætisdjóralæknin skal gera skjala- og samleikaeftirlit í havnini, har sendingin verður lossað,
4) sendingar, sum lúka skjala- og samleikaeftirlitið, sbr. nr. 3, skulu beinan vegin verða sendar til nærmastu BIP-støð til fysiskt eftirlit,
5) flutningstíðin til nærmastu BIP-støð skal ikki verða longri enn 1 tíma,
6) á nærmastu BIP-støð skal embætisdjóralæknin gera fysiskt eftirlit við sendingini, og
7) bert sendingar, sum lúka fysiska eftirlitið, sbr. nr. 6, skulu verða latnar leysar.”
Stk. 2-6 verða hereftir stk. 3-7.
2) § 38, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1. brýtur: § 2, § 3, stk. 1, § 4, § 5, stk. 3, § 6, stk. 1 ella 6, § 11, stk. 1-3, § 12, stk. 2, § 19, § 20, stk. 1-2, § 21, stk. 2, § 22, § 23, stk. 4-6, § 24, stk. 1, § 26, § 27, stk. 1-9, § 28, § 30, stk. 1-2, § 31, stk. 1, 4 ella 6, § 32, stk. 2, § 33 ella § 34, stk.1,”
3) Í § 38, stk. 1, verður eftir nr. 2 sett nýtt nr.: “3. ikki heldur treytirnar samsvarandi § 6, stk. 2, ella”
§ 38, stk. 1, nr. 3 verður hereftir nr. 4.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið 8. mars 2006
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)