Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. februar 2025Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
(Um at strika kravið um at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini)
§ 1
Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 6. september 2023, verða, gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 16, stk. 4 og § 20 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:”
2. § 5, stk. 1, nr. 3-5 verða strikað, og ístaðin verður sett:
“3) er fyltur 16 ár, men ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og
4) hevur bústað og er í Føroyum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvismálaráðið, 12. februar 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)