Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. februar 2020Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um taðing
(Heimild til í serligum førum at geva undantaksloyvi at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið)
§ 1
Í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing verður § 6, stk. 3-6, strikað, og í staðin verður sett:
“Stk. 3. Kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til undir nærri tilskilaðum treytum at taða uttan fyri tað í stk. 1 ásetta tíðarskeiðið, um týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi tala fyri tí. Ábyrgdarin skal í skrivligari umsókn um undantaksloyvi lýsa tørvin, ætlanina, nøgdina og slagið av tøðum, staðsetingina og støddina á lendinum, har ið ætlanin er at spræna tøðini.
Stk. 4. Kommunan skal beinanvegin við almennari lýsing í svørtu talvu, á heimasíðu ella aðrastaðni kunna sínar borgarar um eitt undantaksloyvi sambært stk. 3 og treytirnar fyri loyvinum.”
§ 2
Henda kunngerðin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. februar 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)