Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. januar 2011Nr. 11
Kunngerð um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Við heimild í § 5, § 9, stk. 1, § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 verður ásett:
Kapittul 1
Bygnaður og skipan
§ 1. Útbúgvingarnar eru skipaðar í eindum, bæði í ástøðiligu og starvsligu útbúgvingarpørtunum. Skift verður millum undirvísing í skúla og starvsvenjing.
Stk. 2. Undirvísingin í báðum pørtunum verður løgd til rættis við støði í fortreyt næminganna, so einstaki næmingurin verður stuðlaður í at røkka málunum í útbúgvingini.
§ 2. Tá ið einstaki næmingurin byrjar útbúgvingina, ger Heilsuskúli Føroya saman við honum eina útbúgvingarætlan, ið nærri lýsir, hvussu hann røkkur yrkisfakligu og persónligu førleikunum, ið fevna um læringar- og menningarførleikar eins og um sosialar førleikar.
§ 3. Útbúgvingarnar verða lagdar soleiðis til rættis, at einstaki næmingurin fær eina heildarfatan av teimum krøvum, sum einstaka útbúgvingin setir, í skiftisvirknaði við royndum og førleikum næmingsins.
Stk. 2. Fyri at styrkja heild og samanhang í útbúgvingargongd næmingsins orðar einstaki næmingurin í byrjanini av hvørjari undirvísingareind saman við skúlanum, ávikavist starvsvenjingarstaðnum, persónligu og fakligu lærumál síni fyri undirvísingareindina.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstaðið samstarva um at tryggja eitt gott læringarumhvørvi, so málini í ástøðiligu og starvsligu pørtunum verða rokkin.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum pørtum av útbúgvingunum.
Ástøðiligi útbúgvingarparturin
§ 4. Ástøðiligi útbúgvingarparturin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir. Yrkislærugreinirnar eru serstakar fyri hvørja útbúgving sær. Almennu lærugreinirnar stuðla fakligu málunum í hvørjari útbúgving sær. Vallærugreinirnar eru við til at menna fakligu og persónligu førleikar næmingsins.
Stk. 2. Undirvísingin verður skipað sum temaundirvísing, har lærugreinirnar stuðla hvørja aðrari. Temaundirvísing tekur støði í verkligum spurdómi, sum er at finna innan almanna- og heilsuøkið.
Stk. 3. Temaundirvísingin verður skipað, so næmingurin fær greiða fatan av, hvussu umráðandi tað er at arbeiða tvørgreinaligt og at styrkja teir persónligu førleikarnar.
Stk. 4. Undirvísingin verður løgd til rættis sum toymisarbeiði, og allir lærarar skulu í samstarvi gera eina felags samskipaða undirvísingarætlan fyri hvørt skúlaskeið sær.
Stk. 5. Kunningartøkni er kravdur táttur í allari undirvísing, og næmingarnir skulu duga at nýta kunningartøkni í yrkisfakligum høpi.
Starvsligi útbúgvingarparturin
§ 5. Starvsligi útbúgvingarparturin er ikki partur av undirvísing í skúla, og verður starvsligi parturin skipaður sum starvsvenjing. Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu, men høvuðsparturin fer fram í almannaverkinum og heilsuverkinum.
Stk. 2. Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av starvsliga útbúgvingarpartinum.
Stk. 3. Í starvsliga partinum skal næmingurin ogna sær yrkisfakligan førleika, so hann verður førur fyri at røkja arbeiðsuppgávur innan almanna- og heilsuøkið.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya góðkennir starvsvenjingarstøð. Við atliti at góðkenning ger einstaka starvsvenjingarstaðið eftir leisti lýsing av námsfrøðiligum og fakligum viðurskiftum á staðnum.
Stk. 5. Heilsuskúli Føroya tekur stig til samstarv við starvsvenjingarstøð. Starvsvenjingarstaðið leggur í tøttum samstarvi við skúlan starvsvenjingina til rættis sambært námsskipanini.
Stk. 6. Starvsliga útbúgvingin og vegleiðingin um hana verða lagdar soleiðis til rættis, at tær stuðla næminginum í at ogna sær vitan, dugna og hugburð við atliti at útbúgvingini og arbeiðinum innan sosial- og heilsuøkið.
Stk. 7. Starvsvenjingarstaðið hevur skyldu at boða skúlanum frá í seinasti lagi, tá ið starvsvenjingin er komin í helvt, um mett verður, at einstaki næmingurin ikki fer at røkka málunum fyri hvørja starvsvenjingareind sær.
Stk. 8. Kunningartøkni er kravdur táttur sum samskiftis- og skjalprógvingaramboð í sambandi við starvsvenjing.
Kapittul 2
Útbúgvingarætlan
§ 6. Við útbúgvingarbyrjan ger einstaki næmingurin í samstarvi við Heilsuskúla Føroya eina persónliga útbúgvingarætlan.
Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal saman við útbúgvingarbók næmingsins gera fakligu og persónligu læringarmál næmingsins sjónlig og stuðla læringartilgongdini.
Stk. 3. Útbúgvingarætlanin setur út í kortið útbúgvingarleið næmingsins, og lýsir hon m.a.:
1) persónlig mál við útbúgvingini,
2) arbeiðið við persónligum førleikum í útbúgvingartíðini,
3) hvussu málini í teimum ymsu lærugreinunum verða rokkin,
4) væntanir, mál og eftirmetingar frá starvsvenjingarstøðum og
5) møguligan avriksflutning frá øðrum útbúgvingum ella frá viðkomandi arbeiðsroyndum.
Stk. 4. Útbúgvingarætlanin verður støðugt endurskoðað við atliti at persónligu og fakligu menning næmingsins. Endurskoðanin tekur støði í ítøkiligu læringartilgongd næmingsins.
§ 7. Heilsuskúli Føroya hevur við útbúgvingarbyrjan ábyrgd av, at allir næmingar fáa útbúgvingarbók, og er Heilsuskúli Føroya næmingunum til hjálpar at skipa útbúgvingarbókina.
Stk. 2. Í útbúgvingarbókini eru útbúgvingargongdirnar innan heilsuútbúgvingarnar lýstar í sínari heild, eins og øll útbúgvingarskjøl verða goymd í hesari, so einstaki næmingurin kann skjalprógva sína læringartilgongd í teimum ymsu útbúgvingareindunum.
Stk. 3. Í útbúgvingarbókini hjá einstaka næminginum verða persónliga útbúgvingarætlan næmingsins eins og ummælini frá starvsvenjingarstøðunum goymd. Harumframt verða onnur skjøl tengd at starvsvenjingini goymd í útbúgvingarbókini.
Stk. 4. Næmingurin hevur ábyrgd av síni útbúgvingarbók og av, at hon er dagførd.
§ 8. Útbúgvingarbók og útbúgvingarætlan skulu tryggja, at einstaki næmingurin hevur yvirlit yvir útbúgvingargongd sína eins og yvir fakligu og persónligu menning sína í útbúgvingini. Útbúgvingarbókin er samstarvsamboð hjá næmingi, lærara og vegleiðara á starvsvenjingarstøðunum.
§ 9. Útbúgvingarbók má ikki fevna um viðkvæmar upplýsingar sbr. løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, t.e. upplýsing um lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimspekiliga ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Kapittul 3
Næmingaskylda
§ 10. Næmingarnir hava møtiskyldu, bæði í ástøðiliga og starvsliga útbúgvingarpartinum.
Stk. 2. Heilsuskúli Føroya kunnar næmingarnar um møtiskylduna og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
§ 11. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1 ásetta tímatalinum.
Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger skipan fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu klokkutímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum.
Stk. 3. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um klokkutímatal.
§ 12. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, verður skrásett og gjørd upp leypandi bæði fyri ástøðiliga og starvsliga partin, og at mannagongd viðvíkjandi fráveruuppgerð er øllum næmingum, starvsfólkum í skúlanum og starvsvenjingarstøðunum kunnug.
Stk. 2. Hjá einstaka næminginum er fráveruuppgerðin í ástøðiliga partinum galdandi fyri samlaðu útbúgvingargongdina, meðan fráveruuppgerðin í starvsliga partinum er galdandi fyri hvørja starvsvenjingareind sær.
Stk. 3. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera.
Stk. 4. Einstaki næmingurin skal í talgildum formi hava møguleika at eftirkanna sína fráveru.
§ 13. Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 10% av lisna tímatalinum ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, fær næmingurin fyrru ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
Stk. 2. Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 1 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.
Stk. 3. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 10% av lisnum tímum í einari lærugrein ella meiri enn 10% av lisnum tímum til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini.
§ 14. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í samráð við starvsvenjingarstaðið taka avgerð um, at skipað verður fyri eyka starvsvenjing, so næmingur, ið orsakað av fráveru av serligum, skjalprógvaðum orsøkum ikki hevur rokkið tímatalinum í einari ella fleiri starvsvenjingareindum, fær kravda tímatalið.
§ 15. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í heilt serligum føri og við støði í einari ítøkiligari meting loyva næmingi, ið av heilsuávum er burturstaddur frá undirvísingini, ella sum hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í §§ 11 - 13.
Stk. 2. Mentamálaráðið skal hava fráboðan um frávik sbrt. stk.1.
§ 16. Næmingurin skal fylgja skilhaldsreglum skúlans. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kunnar við skúlaársbyrjan næmingarnir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans.
Kapittul 4
Heilsuhjálparaútbúgvingin
§ 17. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um ymisk starvsøki í Nærverkinum, har næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.
Stk. 2. Í starvsliga útbúgvingarpartinum skal næmingurin læra um grundleggjandi og fyribyrgjandi heilsutiltøk. Harumframt skal hann í tvørfakligum samstarvi vera við til at skapa heildarloysnir og fremja átøk, sum eru lagað eftir tørvi borgarans, og sum skapa samanhang í borgarans gerandisdegi.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstaðið leggja í felag yvirskipaða, starvsliga útbúgvingarpartin til rættis við støði í námsskipanini.
§ 18. Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis í hesum lærugreinum á hesum stigi við hesum klokkutímatali:
| 1. Yrkislærugreinir: |
|
| Handaligt fak og virksemi | 115 |
| Heilsulæra | 90 |
| Námsfrøði og sálarfrøði | 90 |
| Almanna- og samfelagslæra | 90 |
| (Heilsuverkkunning) | 75 |
| 2. Almennar lærugreinir |
|
| Danskt E | 90 |
| Enskt E | 75 |
| Føroyskt E | 90 |
| Náttúrulæra E | 90 |
| 3. Vallærugrein | 25 |
Stk. 2. Næmingur, sum vegna vantandi fortreytir í enskum, ikki kann taka enskt á E-stigi, skal í staðin taka lærugreinina heilsuverkkunning.
Stk. 3. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya vegleiðir næminginum um møguliga fakliga eykaundirvísing í almennum lærugreinum, har næmingurin er fakliga veikur, so hann verður førur fyri at røkka málunum í lærugreinunum.
Stk. 5. Næmingur, sum ikki hevur lokið enskt á E-stigi, sbr. stk. 1, kann ikki halda fram í heilsurøktaraútbúgvingini, uttan so at hann seinni hevur staðið enskt á E-stigi.
Stk. 6. Fyri næming, sum ikki hevur enskt á E-stigi, verður hetta tilskilað í próvnum.
Kapittul 5
Heilsurøktaraútbúgvingin
§ 19. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um ymisk starvsøki í almannaverkinum og heilsuverkinum, har næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, umsorgan og heilsu- og sjúkrarøkt.
Stk. 2. Í starvsliga útbúgvingarpartinum skal næmingurin læra at arbeiða heilsufremjandi og sjúkrafyribyrgjandi. Næmingurin skal fáa ymiskar og fjøltáttaðar royndir við sjúklingum og borgarum, sum hava tørv á stuðli ella røkt, orsakað av eitt nú sosialum, sálarligum ella likamligum trupulleikum ella sjúkum. Harumframt skal næmingurin ogna sær vitan um tænastur, sum tað almenna eins og privat virksemi kunnu bjóða.
Stk. 3. Næmingurin skal gerast førur fyri at greiða úr hondum samskipandi og undirvísingarligt virksemi.
Stk. 4. Starvsligi útbúgvingarparturin verður lagdur soleiðis til rættis, at allir yrkisførleikar verða javnbjóðis umboðaðir á tann hátt, at 1/3 fer fram í primerøkinum, 1/3 á somatiska økinum og 1/3 á psykiatriska økinum.
Stk. 5. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstaðið leggja í felag yvirskipaða, starvsliga útbúgvingarpartin til rættis við støði í námsskipanini.
§ 20. Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis í hesum lærugreinum á hesum stigi við hesum klokkutímatali:
| 1. Yrkislærugreinir: |
|
| Heiliráðslæra | 115 |
| Heilsu- og sjúkrarøkt | 160 |
| Mentan og virksemi | 115 |
| Námsfrøði og sálarfrøði | 105 |
| Almanna- og samfelagslæra | 105 |
| 2. Almennar lærugreinir |
|
| Danskt C | 105 |
| Enskt C | 105 |
| Føroyskt C | 105 |
| Náttúrulæra C | 105 |
| 3. Vallærugrein/-ir | 45 |
Stk. 2. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya vegleiðir næminginum um møguliga fakliga eykaundirvísing í almennum lærugreinum, har næmingurin er fakliga veikur, so hann verður førur fyri at røkka málunum í lærugreinunum.
Kapittul 6
Námsskipanir
§ 21. Heilsuskúli Føroya ger námsskipanir og námsætlanir fyri útbúgvingarnar, og skal útbúgvingarráðið ummæla hesar, áðrenn námsskipanirnar og námsætlanirnar verða sendar Mentamálaráðnum til góðkenningar.
Stk. 2. Í námsskipanunum ger Heilsuskúli Føroya nærri ásetingar um, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis, har ímillum um:
1) mál fyri útbúgvingarnar,
2) karmarnir fyri ástøðiliga útbúgvingarpartin og fyri starvsliga útbúgvingarpartin, og nær hesir koma fyri í samlaðu útbúgvingargongdini í einstøku útbúgvingini,
3) mál fyri hvørja eind sær í starvsliga útbúgvingarpartinum,
4) ábyrgdarbýtið millum starvsvenjingarstað og Heilsuskúla Føroya í sambandi við starvsligu útbúgvingarpartarnar,
5) námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar eins og vallærugreinirnar
6) hvørjar vallærugreinirnar eru, og nær tær vera bjóðaðar í útbúgvingini,
7) lýsing av avriksflutningsskipanini,
8) lýsing av eftirmetingarskipanini,
9) hvussu og nær ávegis eftirmeting fer fram í ástøðiliga útbúgvingarpartinum eins og í starvsliga útbúgvingarpartinum,
10) lýsing av skipanini fyri útbúgvingarætlan hjá einstaka næminginum,
11) møguleika fyri vegleiðing, fakliga eykaundirvísing og sernámsfrøðiligari hjálp,
12) lýsing av næmingaskyldum, her ímillum um skilhaldsreglur skúlans,
13) lýsing av fráverureglum og farloyvisskipan og
14) kunning um allar reglur, ið eru galdandi fyri útbúgvingarnar.
Stk. 3. Broytingar í námsskipanunum skulu ummælast í Útbúgvingarráðnum og síðani góðkennast av Mentamálaráðnum, áðrenn broytingarnar fáa gildi.
Kapittul 7
Avriksflutningur
§ 22. Næmingur kann eftir skrivliga umsókn til Heilsuskúla Føroya við útbúgvingarbyrjan fáa avriksflutning:
a) í einari ella fleiri almennum lærugreinum í útbúgvingunum, um hann hevur lokið lærugreinina/-irnar á sama ella hægri stigi, og um hann hevur fingið í minsta lagi talmetið 6 í lærugreinini til próvtøku ella í ársmeti, um lærugreinin ikki var tikin út til próvtøku,
b) í einari ella fleiri yrkislærugreinum, um hann kann skjalprógva, at hann hevur samsvarandi kunnleika í yrkislærugreinini/-unum,
c) eindir ella partar av eindum í starvsliga útbúgvingarpartinum, um hann kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum.
Stk. 2. Um næmingur fær avriksflutning sbrt. stk. 1, a) og b) skal einki próvtal skrivast í prógvið fyri lærugreinina, har avriksflutningur er farin fram, men tilskilast skal "ARF" ("avriksflutningur"), og í viðmerkingarteiginum í próvnum skal tilskilast við støði í hvørjum, avriksflutningur er framdur.
Stk. 3. Um næmingur fær avriksflutning sbrt. stk. 1, c) skal í viðmerkingarteiginum tilskilast, við støði í hvørjum avriksflutningur er framdur.
Stk. 4. Næmingur, sum hevur fingið avriksflutning í einari ella fleiri av lærugreinunum donskum, enskum og føroyskum, skal sum partur av yrkisfakligu menningartilgongdini gera eina samansjóðaða verkætlan. Verkætlanin endar við framløgu, og eftirmetingin av framløguni verður mett við “Staðið” ella “Ikki staðið”.
Stk. 5. Samansjóðara verklanin er nærri lýst í námsskipanini.
Kapittul 8
Eftirmeting
§ 23. Í almennu lærugreinunum og í yrkislærugreinunum verður fakliga støði næmingsins eftirmett við:
a) talmeti, ið verður givið ávegis í hvørjari lærugrein sær sambært námsætlanarskipanini, og lýsir talmetið fakliga løtustøði næmingsins ávegis í útbúgvingareindini,
b) støðumeti, ið verður givið í hvørjari lærugrein sær, og lýsir støðumetið fakliga støðið og persónligar førleikar næmingsins við undirvísingarlok í lærugreinunum, og
c) próvtali, ið verður givið í sambandi við próvtøku.
Stk. 2. Í starvsliga útbúgvingarpartinum verður fakliga støði næmingsins eftirmett fyri hvørja eind sær í mun til tey mál, sum eru fyri ávísu eindirnar. Eftirmetingin verður skipað á henda hátt:
a) ávegis skipaðar samrøður millum næming og starvsvenjingarvegleiðara, og
b) støðumeting, ið er ein samanfatandi eftirmeting, sum tilskilar, um næmingurin hevur "Staðið" ella "Ikki staðið" eindina. Starvsvenjingarstaðið sendir Heilsuskúla Føroya avrit av støðumetingini, og næmingurin fær frumrit av skjølunum at goyma í útbúgvingarbókini.
Stk. 3. Í vallærugreinunum fær næmingurin eina munnliga eftirmeting, ið skrivliga verður skjalprógvað.
§ 24. Fyri at kunna fara í starvsvenjing skal næmingur í ástøðiliga útbúgvingarpartinum hava fingið í minsta lagi 6 í miðal í yrkislærugreinunum og teimum almennu lærugreinunum hvør sær sambært innanhýsis eftirmetingarskipan hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki hevur staðið ástøðiliga útbúgvingarpartin, kann bert taka ástøðiliga útbúgvingarpartin umaftur eina ferð (ganga umaftur).
§ 25. Hvør eind í starvsliga útbúgvingarpartinum skal vera staðin, fyri at næmingurin kann halda áfram í útbúgvingini.
Stk. 2. Næmingur, ið ikki stendur eina eind í starvsliga útbúgvingarpartinum, kann fáa í boði at taka eindina ella partar av eindini umaftur við atliti at at lúka krøvini í eindini. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur í samráð við næming og starvsvenjingarpláss avgerð um hetta.
Stk. 3. Næmingur, sum ikki hevur staðið eina eind, kann bert taka eindina umaftur eina ferð (ganga umaftur).
§ 26. Fyri at fara til próvtøku skal næmingurin hava fingið í minsta lagi talmetið 6 í miðal av øllum støðumetum, ið verða givin við undirvísingarlok í yrkislærugreinunum og í almennu lærugreinunum. Tó skal støðumetið í hvørjari yrkislærugrein sær altíð vera í minsta lagi 6.
Kapittul 9
Próvtøka
§ 27. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ella ein av honum heimilaður persónur skal vera til staðar í skúlanum, meðan próvtøka fer fram.
§ 28. Farið verður til munnliga próvtøku beint aftaná undirvísingarlok í lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út til próvtøku, sbrt. § 29 og § 30, stk. 1.
Stk. 2. Farið verður til munnliga próvtøku í skrivligu verkætlanini, sum næmingarnir gera einsæris ella í bólki, og farið verður til próvtøku í verkætlanini í seinasta lagi 10 dagar eftir, at verkætlanin er latin inn.
Stk. 3. Um farið verður til bólkapróvtøku í verkætlanini, má bólkurin í mesta lagi fevna um 3 næmingar, og skal tað greitt síggjast aftur í verkætlanini, hvør næmingur hevur ábyrgd av hvørjum parti.
Heilsuhjálparaútbúgvingin
§ 29. Í heilsuhjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku 3 ferðir. Einstaki næmingurin fer til munnliga próvtøku í einari yrkislærugrein, í einari almennari lærugrein umframt í verkætlanini, ið er lýst í námsskipanini. Mentamálaráðið tekur út lærugreinirnar til munnligu próvtøkuna.
Stk. 2. Um næmingur hevur fingið avriksflutning, skal verkætlan sbrt. § 22, stk. 4, vera staðin.
Heilsurøktaraútbúgvingin
§ 30. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku 5 ferðir. Einstaki næmingurin fer til munnliga próvtøku í 2 yrkislærugreinum, í einari almennari lærugrein, í skrivligum føroyskum umframt í verkætlanini, sum er lýst í námsskipanini. Mentamálaráðið tekur út lærugreinirnar til munnligu próvtøkuna.
Stk. 2. Um næmingur hevur fingið avriksflutning, skal verkætlan sbrt. § 22, stk. 4, vera staðin.
Kapittul 10
Prógv
§ 31. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya heldur próvtøku og skrivar út prógv.
§ 32. Á próvnum fyri lokna útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari skal tilskilast almennu lærugreinirnar og stig teirra, yrkislærugreinirnar og eindirnar í starvsliga útbúgvingarpartinum, og støðumet í teimum lærugreinunum, sum sambært námsætlanini skulu hava støðumet.
Stk. 2. Av øllum støðumetunum í almennu lærugreinunum og yrkislærugreinunum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali.
Stk. 3. Av øllum próvtølum í almennu lærugreinunum og yrkislærugreinunum verður roknað eitt miðaltal við einum desimali.
Stk. 4. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali sum miðaltal av miðaltalinum av støðumetunum og av miðaltalinum av próvtølunum.
Stk. 5. Um verkætlan er gjørd, sbrt. § 30, stk. 2, skal verkætlanin vera “Staðin”.
§ 33. Kravið fyri at standa útbúgving sbrt. §§ 29 og 30 er, at endaliga próvtøkuúrslitið sbrt. § 32, stk. 5, er í minsta lagi 6.
§ 34. Øll talmet og próvtøl verða skrivað í próvtøkubók, ið er skjalprógv hjá Heilsuskúla Føroya fyri úrslit næminganna. Próvtøkubók kann eisini vera í talgildum formi.
Kapittul 12
Leiðsla
§ 35. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgdina av øllum námsfrøðiligum virksemi og próvtøkum á Heilsuskúla Føroya mótvegis landsstýrismanninum.
Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya leiðir og býtir arbeiðið millum lærarar og starvsfólk í skúlanum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum, harímillum um upptøku av umsøkjarum.
Kapittul 13
Lærarar
§ 36. Setan í fast starv sum lærari í Heilsuskúla Føroya er treytað av, at viðkomandi hevur í minsta lagi bachelorútbúgving ella samsvarandi útbúgving innan almanna- og heilsuøkið, og at viðkomandi innan 2 ár frá setanardegi tekur ástøðiliga og verkliga námsfrøðiliga útbúgving sambært reglum, sum Mentamálaráðið hevur ásett.
Stk. 2. Lærari, sum er settur í fast starv, áðrenn henda kunngerðin er komin í gildi, og sum ikki hevur í minsta lagi bachelorútbúgving ella samsvarandi útbúgving innan almanna- og heilsuøkið, skal taka ískoytisútbúgving, so fakligi førleikin verður á bachelorstøði, umframt námsfrøðiliga útbúgving, um hann ikki hevur eina slíka.
Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger saman við viðkomandi lærara tíðarætlan fyri, nær møgulig ískoytisútbúgving ella námsfrøðilig útbúgving skal vera lokin.
Stk. 4. Lærari skal í einari lærugrein hava fakligan og námsfrøðiligan førleika á teimum stigum, hann undirvísir. Í almennum lærugreinum á D- og E-stigi skal lærari í avvarðandi lærugrein hava í minsta lagi lokið linjugreinalestur frá einum læraraskúla.
Kapittul 14
Gjald, vegleiðing, fakligur stuðul og frávik
§ 37. Undirvísingin í skúlanum er ókeypis fyri næmingarnar, men Heilsuskúli Føroya kann krevja gjald frá næmingunum fyri ljóstøk og annað tilfar, sum verður nýtt í undirvísingini. Gjald fyri ljóstøk og annað tilfar má bert fevna um veruligar útreiðslur í hesum sambandi.
Stk. 2. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og aðrar undirvísingarmiðlar.
§ 38. Heilsuskúli Føroya veitir næmingunum persónliga vegleiðing um lestrarviðurskifti umframt yrkis- og útbúgvingarvegleiðing, m.a. við atliti at framhaldandi útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikum.
§ 39. Heilsuskúli Føroya kann í styttri tíðarskeiði bjóða næmingi við avmarkaðum fakligum førleika fakligan stuðul. Avgerð um fakligan stuðul verður tikin í samráð við næmingin og við støði í einari ítøkiligari, fakligari meting av førleika næmingsins, sbr. § 18, stk. 4 og § 20, stk. 3.
§ 40. Heilsuskúli Føroya kann bjóða næmingi, ið ber sálarligt ella likamligt brek, sernámsfrøðiligan stuðul sambært kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul.
§ 41. Heilsuskúli Føroya kann við støði í eini ítøkiligari lýstari royndar- og menningarætlan søkja Mentamálaráðið um frávik frá ásetingunum um próvtøku í hesari kunngerð. Ein fortreyt fyri hesum er, at møguleikarnir hjá næmingunum at nýta próvtøkuna í vinnuligum ella útbúgvingarligum høpi ikki verða skerdir.
§ 42. Mentamálaráðið kann taka upp samráðingar við aðrar myndugleikar, so námsskipanirnar fyri heilsuútbúgvingarnar sambært hesari kunngerð verða góðkendar, við atliti at autorisatión.
Kapittul 15
Kærur
§ 43. Kæra um avgerð hjá leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya í námsfrøðiligum málum skal í seinasta lagi 7 dagar eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina, skrivliga sendast leiðaranum fyri Heilsuskúla Føroya, ið sendir hana víðari til Mentamálaráðið saman við ummæli leiðarans av málinum.
Stk. 2. Áðrenn kærumálið verður sent Mentamálaráðnum, skal leiðarin geva kæraranum møguleika fyri at gera viðmerkingar til ummæli leiðarans. Kærarin skal í seinasti lagi 7 dagar eftir, at hann hevur fingið ummæli leiðarans í kærumálinum, senda leiðaranum viðmerkingar sínar til ummælið. Møguligar viðmerkingar frá kæraranum skulu eisini sendast Mentamálaráðnum.
Stk. 3. Um næmingurin ikki er myndugur, verður kæran send av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 4. Mentamálaráðið tekur avgerð um, hvørt avgerð leiðarans fyri Heilsuskúla Føroya skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið kært hevur.
Kapittul 16
Gildiskoma
§ 44. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri næmingar, sum byrjaðu útbúgvingarnar aftaná 1. mars 2010.
Mentamálaráðið, 19. januar 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)