Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 1973Nr. 11
Kunngerð um endurrinding av innflutningsgjaldi fyri rávørur og um gjaldfrían innflutning av rávørum til ídnaðarvirkir
Eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum um innflutningsgjøld v.m. (jbr. løgtingslóg nr. 57 frá 27. oktober 1972) hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Umsókn um at fáa innflutningsgjald fyri rávørur endurrindað ella loyvi til gjaldfrían innflutning av rávøru til egið virki verður at senda landsstýrinum.
§ 2. Gjaldstovan skrásetir ídnaðarvirki, ið fáa játtan sambært § 1 soleiðis:
a) Tey, ið fáa goldið innflutningsgjald endurrindað.
b) Tey, ið fáa loyvi til gjaldfrían innflutning av rávøru til egið virki.
§ 3. Tey undir § 2 a skrásettu virki verða eftir nærri fyriskipan frá gjaldstovuni at senda inn greinaðgerð yvir rávøruna, sum innflutningsgjald ynskist endurrindað fyri.
Ársroknskapur verður at senda gjaldstovuni.
§ 4. Loyvi til at innflyta rávøru gjaldfrítt sambært § 2 b verður givið undir hesum treytum:
a) Virkið er beinleiðis innflytari av vøruni.
b) Virkið hevur ikki vanligan handil, har viðkomandi rávøra verður seld beinleiðis og rávørurnar mugu ikki verða seldar víðari í millumhandli.
c) Gjaldstovan metir um virkið hevur vanliga góða organisatión, bókhald v.m. og um neyðugt í samráð við grannskoðara landskassans.
d) Virkið undirskrivar váttan uppá æru og trúgv, at sendingin skal nýtast til framleiðslu.
e) Virkið sendir gjaldstovuni yvirlit pr. 30/6 og 31/12 yvir nýttar rávørur og ta framleiðslu, tær eru nýttar til. Hetta eigur at verða gjørt í høvuðsbólkum, og skal verða váttað av virkisleiðsluni og um virkið hevur grannskoðaeisini av honum.
Á yvirlitinum skal eisini verða uppført rávørur á goymslu við hálvársins byrjan og enda.
f) Ársroknskapurin verður á hvørjum ári í seinasta lagi 30/6 sendur gjaldstovuni, sum sendir hann víðari til grannskoðara landskassans.
§ 5. Gjaldstovan avgreiðir avrit av avvarðandi skjølum og roknskapum til hagdeildina.
Hetta verður gjørt kunnugt.