Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 30-01-1980
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 11 frá 30. januar 1980 um goymslur til spreingievni, sum broytt við kunngerð nr. 122 frá 23. oktober 1996

Eftir § 1-8 í lóg fyri Føroyar nr. 68 frá 1. apríl 1912 um spreingievni við seinni broytingum og § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um goymslur til spreingievni:

Kapitul 1.

Alment.

§ 1. Spreingievni skulu goymast á ein slíkan hátt, at vandi fyri spreinging er minst møguligur, og ansast skal eftir, um goymslan spreingist, at skaðarnir tá verða so smáir sum møguligt.

2. stk. Goymslur við spreingievnum skulu tí støðast soleiðis, at trygdarfráleikin í mun til nøgdina av spreingievnum altíð er hildin sambært talvu í mynd 1.

3. stk. Spreingievni skulu goymast soleiðis, at vandi fyri at óviðkomandi kunnu koma at teimum, er minst møguligur (minst 2 lás). Lyklar til lásini skulu goymast á einum tryggum staði, so óviðkomandi ikki fáa fatur á teimum.

4. stk. Eldfim evni mugu ikki goymast saman við spreingievnum ella perlum. Tey krøv, ið annars eru til eitt slíkt goymslurúm, rætta seg eftir slagi og nøgd av spreingievnum (tað loyvda maksimum), goymslutíðini (varandi ella fyribils), og deilvís eisini eftir viðurskiftunum á staðnum (eldsvandi v.m.).

5. stk. Í rúmum við spreingievnum má umframt dagsljós ikki nýtast annað ljós enn tað, eftir galdandi fyriskipan, innlagda elektriska ljós, góðkendar handlampur ella góðkendar lummalyktir.

6. stk. Spreingievni er viðbrekið fyri stoyti og snuddum, og tað má tí handfarast við størsta varni. Tað má ikki gerast annað arbeiði í goymslurúmum enn tað, ið neyðugt er fyri at flyta vøruna til og frá staðnum.

7. stk. Størri nøgdir av spreingievnum skulu goymast í serligum bygningum, gjørdir til hetta endamál, og góðkendir av Arbeiðseftirlitinum.

8. stk. Smærri nøgdir, hægst 5 kg dynamit, kunnu uttan serligt loyvi goymast í øðrum bygningum, tó ikki í íbúðum og ikki á tætt bygdum økjum og bert við tí fyritreyt, at goymslan er støðað á einum tryggum staði og er tryggliga læst, so óviðkomandi ikki kunnu koma at hesum.

Kapitul 2.

Trygdarfráleiki.

§ 2. Talvan í mynd 1 vísir trygdarfráleikan í mun til ta goymdu nøgdina.

2. stk. Kurva 1 verður vanliga nýtt, sum minsti fráleiki til íbúðir, kirkjur, samkomuhús, skúlar, verkstøð o.tl. Um dekningsumstøðurnar eru serliga góðar, kann tann punkteraða kurvan 1a nýtast. Hinvegin kunnu aðrar umstøður krevja, at kurva 1b verður nýtt.

3. stk. Kurva 2 er galdandi fyri minsta fráleika til almennan veg, kaiøkir fyri ferðamannaskip o.tl. Er goymslan væl vard, kann kurva 2a nýtast.

4. stk. Kurvurnar 3a og 3b eru galdandi fyri fráleika millum goymslur, ávikavist við og uttan verjugarði.

 


 

 

Kapitul 3.

Smærri goymslur til spreingievni.

§ 3. Arbeiðseftirlitið kann góðkenna teir stálspreingikassar, ið vístir eru á mynd 2.

2. stk. Kassarnir skulu verða heilsveisaðir og klæddir innan við træ.

3. stk. Eitt serligt rúm skal verða innrættað til perlur við loki á. Vanligt fjús kann goymast í tí rúmi, ið er ímillum perlurúmið og tað rúm, ið roknað er til sjálvt spreingievnið.

4. stk. Í einum slíkum kassa má ikki goymast meira enn 200 perlur og 50 kg av øðrum spreingievnum.

5. stk. Spreingievniskassin skal verða soleiðis støðaður, at tryggleiksfráleikin er hildin og skal helst støðast í læstum skúri, tó ikki í rúmi, har etið ella arbeitt verður.

6. stk. Kassin skal verða læstur við tveimum lásum og verða merktur “Ávaring Spreingievni“ og “Royking forboðin“.

7. stk. Er kassin støðaður uttandura, skal hann verða tryggliga festur til undirlendið við ketu ella wire.

 


 

 

 

Kapitul 4.

Størri goymslur til spreingievni.

§ 4. Til størri nøgdir av spreingievnum skal hóskandi goymsla fáast til vega.

2. stk. Goymslan og støðið til hesa skal í øllum førum góðkennast av Arbeiðseftirlitinum.

§ 5. Goymslan skal verða soleiðis støðað, at tryggleiksfráleikin til eina og hvørja tíð er hildin.

2. stk. Tað má ikki goymast meira spreingievni á goymsluni enn tann nøgd, goymslan er góðkend til.

3. stk. Goymslan skal verða gjørd úr løttum tilfari, so sleppast kann undan tungum og stórum spreingilutum, um goymslan spreingist. Í øllum førum skal takið lætt kunna geva eftir. Gassbetong og líknandi evnir mugu ikki nýtast, sum tilfar til spreingievnisgoymslur.

4. stk. Um so er, at eldur av eini ella aðrari orsøk er í nánd av goymsluni, mugu neistarnir herfrá ikki kunna gera tað, at eldur kemur í goymsluna. Goymslan skal tí verða gjørd úr brunatryggum tilfari ella klæðast við jarni.

5. stk. Ventilatiónsopningar mugu verða soleiðis tilgjørdir, at neistar ikki kunna treingja inn.

6. stk. Goymslan skal tryggjast best møguligt móti innbroti. Einki vindeyga má verða, bert smáir ventilatiónsopningar (hægst 15 x 15 cm).

7. stk. Hurðin skal verða serliga væl gjørd og úr góðum tilfari, minst sum gjøgnumheil træhurð klædd uttan við jarni, einahelst skal hurðin verða úr 1/4“ stálplátu. Hurðin skal falla væl inn í karmin, soleiðis at kúbein og líknandi amboð ikki kunnu koma til her. Hurðin skal verða tryggliga hongslað.

8. stk. Goymslan skal verða læst við tveimum lásum, sum skulu verða dirkifrí. Vanliga verður nýtt eitt innbygt cylindaralás og eitt heingilás.

9. stk. Ein lásislá, ið er hongslað í ein eygabolt, sum er tryggliga fastgjørdur í karmin øðrumegin og læstur við heingilásum í ein líknandi eygabolt, sum er fastgjørdur í karmin hinumegin, skal verða soleiðis støðað, at hon fjalir lyklaholið á tí innbygda lásinum.

10. stk. Boylin í heingilásinum skal verða úr stáli og so trongur, at ein jarnstong ella líknandi amboð ikki kann fáast inn í boylan.

11. stk. Jarnklædningurin á goymsluni skal verða tryggliga festur, soleiðis at hann ikki lættliga kann skræðast leysur.

12. stk. Jarnklædningurin við taki skal verða tryggliga bundin til jørð (elektrisk mótstøða hægst 10 ohm).

13. stk. Goymslan skal girðast inni við góðum, tættmaskaðum hegni (t.d. 50 x 12), ið ikki kann brenna. Hegnið skal minst verða 2,5 m høgt og fráleikin til goymsluna skal minst verða 2 m. Hegnpelarnir kunnu verða úr viði. Portur í hegninum skal verða læst við dirkifríum lási og má ikki kunna lyftast av hongslunum av óviðkomandi. Omaná hegn og portur skulu spennast tvey røð av píkatráði. Um so er, at talan er um eina fyribils goymslu, og henda goymsla liggur á einum øki, ið er stongt fyri óviðkomandi, verður kravið viðvíkjandi hegni um sjálva goymsluna fráfallið. Vegna eldsvanda skal økið innanfyri hegnið haldast frítt fyri alt eldfimt tilfar, vøkstri v.m.

§ 6. Perlur skulu goymast fyri seg og ikki saman við øðrum spreingievnum.

2. stk. Perlu-goymslan skal í einum og øllum lúka omanfyri nevndu treytir fyri størri spreingievnisgoymslur.

3. stk. Arbeiðseftirlitið kann góðtaka, at perlu-goymslan verður innrættað í spreingievnisgoymsluni við hesum fyritreytum:

a)    Skilaveggur millum perlurúmið og spreingievnisrúmið skal verða spreingitryggur, t.v.s. dupultur tættur træveggur við einum ávísum millumrúmi (min. 30 cm). Rúmið skal verða fylt við turrum vælstúgaðum saguspønum ella líknandi evnum.

b)    Perlurúmið skal hava sína egnu inngongd útifrá. Hurðin skal verða tilgjørd og læst eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri størri spreingievnisgoymslur.

4. stk. Tá møguleiki er fyri at elektriskar perlur kunnu spreingjast av elektriskum bylgjum frá toru og radiosendarum og av elektriskari orku, skulu perluleiðingarnir verða samanrullaðir, og perlugoymslan verða klædd við jarni, ið er tryggliga bundið til jørð (elektrisk mótstøða hægst 10 ohm).

5. stk. Elektrisk jørðbinding er eisini galdandi fyri spreingievnis- og perlugoymslur, ið eru støðaðar í tunnellum v.m.

§ 7. 1) Í samband við møguligar innleggingar av elektriskum ljósi og uppsetan og nýtslu av eltøkniligum útbúnaði, verður víst til galdandi ásetingar í sterksstreymreglugerðini viðvíkjandi spreingievnisrúmum.

Stk. 2. Innleggingin skal verða trygdarliga bundin til jørð og toruveitt (lynavleiðari). Er streymveitingin til goymsluna luftlinja, eigur toruveiting at setast á tann seinasta pelan (næst goymsluni).

3. stk. Á goymsluni kunna handlyktir, góðkendar til endamálið, nýtast.

4. stk. Háspenningarleiðingar mugu ikki verða nærri goymsluni enn tann dupulti fráleiki, leiðingarnar hava yvir jørð.

5. stk. Goymslan skal verða týðiliga merkt við góðkendum skeltum ”ÁVARING SPREINGIEVNI“ og  ”ROYKING FORBOÐIN“, svartir bókstavir á gulum botni.

6. stk. Bilar og onnur motor- ella elektrisk drivin akfør mugu ikki koyra inn í goymslurúmið.

7. stk. Eigarin ella fyristøðumaðurin av goymsluni hevur skyldu at hava ein góðkendan ”a jour“ førdan goymslulista fyri hvørja goymslu. Løgreglan og Arbeiðseftirlitið kunnu til eina og hvørja tíð vissa seg um, at goymslulistin samsvarar við goymsluna.

8. stk. Spreingievnir skulu goymast soleiðis, at yvirlitið er gott. Tað mugu ikki setast fleiri enn 7 kassar av speingievni omaná hvønn annan.

9. stk. Á spreingievnisgoymsluni má ikki annað enn spreingievnir goymast. Goymslan skal haldast frí fyri vatni og fukti og skal verða ruddilig.

10. stk. Fyri at goymslan ikki skal fara um koll í vindi, skal hendan tryggliga festast til undirlendið við bardunum ella nóg tungar byrðar skulu hangast um goymsluna.

11. stk. Goymslan skal verða undir eftirliti. Innbrot ella royndir til tess skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum og løgregluni beinan vegin.

12. stk. Løgreglan kann, tá ávísar umstøður gera hetta neyðugt, seta vakt við goymsluna fyri rokning eigarans.

13. stk. Fyristøðumaðurin hevur skyldu at boða løgregluni og Arbeiðseftirlitinum frá øllum broytingum á staðnum, ið kunna hava ávirkan á goymslunøgd v.m.

14. stk. Loyvi til goymslu kann takast aftur ella tann loyvda nøgd krevjast skorin niður, um ikki galdandi reglur til eina og hvørja tíð verða hildnar, ella um goymsluumstøðurnar verða broyttar, soleiðis at tryggleikin er í vanda.

15. stk. Loyvi til goymslu fellur burtur frá tí degi, eigarin ikki longur ræður yvir goymsluni ella tí plássi, goymslan er støðað á.

Kapitul 5.

Umsókn um goymsluloyvi og nær reglugerðin fær gildi.

§ 8. Umsókn til loyvi um goymslur skal gerast á útfyllingarblað, ið fæst frá Arbeiðseftirlitinum.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi pkt. 1 til og við pkt. 4 í “Forsigtighedsregler vedrørende brugen og opbevaring af sprængstoffer“ frá apríl 1912.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 122 frá 23. oktober 1996.