Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2026Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2026
(Atgongd at fiska í norskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 227 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2026 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 4, men áðrenn yvirskriftina yvir § 5, verður sett:
“Atgongd at fiska í norskum sjógvi
§ 4 a. Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2026 atgongd at fiska 6.306 tons av toski, 1.484 tons av hýsu og 553 tons av øðrum botnfiski sum hjáveiðu í norskum sjógvi norðan fyri 62°N burtur av kvotunum, sum føroysk fiskifør hava rætt at fiska í russiskum sjógvi í Barentshavinum í 2026 sambært kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2026.
Stk. 2. Atgongdin at fiska kvotuna sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til, í sama lutfalli sum egna árskvotan av botnfiski í russiskum sjógvi.
Stk. 3. Fiskiskapur burtur av atgongd sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.”
2. Aftan á § 6, men áðrenn yvirskriftina yvir § 7, verður sett:
“§ 6 a. Fiskifar, sum fiskar burtur av atgongd sambært § 4 a í norskum sjógvi, skal hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 2 til russiskar myndugleikar.”
3. Í § 7, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Brot á §§ 6 og 6 a verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.”
4. Skjal 1 verður sett sum skjal 2 í kunngerð nr. 227 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2026.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. januar 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1
“Skjal 2
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar
Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku við veiðinøgd undanfarnu viku.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn, teldupost: vorn@vorn.fo og fmc@vorn.fo.
CATCH REPORT
(WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ)
To: Severomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries
e-mail: murmansk@murmansk.fish.gov.ru
Type of Report:_____________
(daily, weekly, decade, monthly)
Unique numbering from the beginning of the year__________
Fishing period (dates):____________________________
|
Fishing Area |
Date and Time UTC | ||
|
|
Entry |
Exit | |
|
|
| ||
|
|
| ||
|
Vessel Name |
| ||
|
Registration Number |
| ||
|
Call Sign |
| ||
|
Flag state/ Port of registry |
| ||
|
Telephone, fax, e-mail of fishing vessel |
| ||
|
Ship owner |
| ||
|
Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner |
| ||
|
Current position at time of transmission |
| ||
|
Date and time of transmission (UTC) |
| ||
|
Russian fishing Licence Nr. |
| ||
|
Type of fishing gear |
| ||
|
Species |
Live weight, kg |
Quota specification | ||||
|
Norwegian EEZ |
NEAFC Regulatory Area in the Barents sea |
Vessel quota under the Russian fishing Licence | ||||
|
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st |
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st | |||
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
Remarks: | ||||||
Signature Master's Name”