Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 2022Nr. 110
Kunngerð um broyting í kunngerð um inntøkutrygd
(Treytin um krav til miðaldagshýru seinastu 3 mánaðirnar verður strikað, og minstaløn skal ikki skerjast av avrokning, sum ikki er útgoldin sambært sáttmála)
§ 1
Í kunngerð nr. 164 frá 20. desember 2017 um inntøkutrygd, sum broytt við kunngerð nr. 164 frá 21. desember 2018, kunngerð nr. 3 frá 12. januar 2021 og kunngerð nr. 162 frá 14. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar í samráð við stýrið:
1. Í § 1, stk. 4 verður “og seinastu tríggjar mánaðirnar” strikað.
2. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Er talan um nýtt fiskifar ella nýggjan eigara av fiskifari, hevur manningin rætt til minstuløn frá fyrsta degi og tólv mánaðir fram. Eftir tólv mánaðir er rætturin til minstuløn treytaður av, at miðaldagshýran seinastu tólv mánaðirnar hevur verið í minsta lagi kr. 550.”
3. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Minstalønin fyri ávísa túrin verður skerd við tí avrokning, undantikið frítíðarløn, sum verður latin sambært sáttmála.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 5. juli 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)