Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2003Nr. 110
Kunngerð um leiklistaráð
Við heimild í § 4, stk. 6 í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. verður ásett:
§ 1. Limirnir, sum tilnevndir verða í leiklistaráðið, skulu hava kunnleika til mentan og palllist.
Stk. 2. Í minsta lagi annar av ráðslimumum, ið landsstýrismaðurin tilnevnir, skal vera fíggjar- og roknskaparkønur.
Stk. 3. Stjórin í Tjóðpalli Føroya er avgreiðslustjóri hjá leiklistaráðnum, og tekur lut á ráðsins fundum sum skrivari.
§ 2. Formaðurin kallar leiklistaráðið til fundar við 14 daga freist. Formaðurin ger í samráð við stjóran fyri Tjóðpall Føroya fundarskrá, og skal formaðurin tryggja, at leiklistaráðið fær til vega neyðugt málstilfar til fundirnar.
Stk. 2. Leiklistaráðið er viðtøkuført, tá ið minst 5 ráðslimir eru møttir á fundi. Við atkvøðugreiðslu er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.
§ 3. Leiklistaráðið skal javnan verða kunnað um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya og skal saman við stjóranum fyri Tjóðpall Føroya umrøða leikskrá, fíggjarstøðu og virksemisætlanir stovnsins framyvir.
Stk. 2. Leiklistaráðið fær fíggjarætlanaruppskot stjórans til góðkenningar, áðrenn uppskotið verður sent landsstýrismanninum.
Stk. 3. Leiklistaráðið kann seta fram uppskot og hugskot um tiltøk og átøk, sum kunnu vera av týdningi at fremja fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya ella fyri palllistina sum heild.
Stk. 4. Leiklistaráðið skal eisini í virki sínum røkja og tryggja samstarv millum Tjóðpall Føroya, aðra leik- og palllist umframt lista- og mentanarøki sum heild.
§ 4. Leiklistaráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum og er hoyringspartur í leiklistaligum spurningum.
Stk. 2. Skipað verður fyri árligum fundi millum landsstýrismannin og leiklistaráðið, har mál av felags áhuga verða umrødd. Fundurin skal verða hildin í seinasta lagi 1. juni.
Stk. 3. Leiklistaráðið letur landsstýrismanninum grundgivin tilmæli og frámæli í málum um stuðul til yrkisleiklist.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 11. november 2003
Annita á Fríðriksmørk (sign.)
landsstýriskvinna
/ Petur Petersen (sign.)