19. november 2012Nr. 110
Kunngerð um broyting í kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum
§ 1
Í kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2007 um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 27. mars 2009, verður gjørd henda broyting:
Í § 2, stk. 1 verður „sera truplum“ broytt til: „óvanliga truplum“.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2013.
Almannamálaráðið, 19. november 2012
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)