Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2005Nr. 110
Kunngerð um postkassar, postrivur og postkassastøðir, sum broytt við kunngerð nr. 83 frá 23. august 2007
1) Við heimild í § 13, stk. 2 og § 17 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett:
Endamál
§ 1. Henda kunngerð ásetur reglur fyri postkassar, postrivur og postkassastøðir hjá privatum, vinnurekandi, stovnum v.m., ið ynskja at móttaka post frá postvinnurekandi fevnd av løgtingslóg um postvirksemi.
Stk. 2. Endamálið við hesi kunngerð er at tryggja, at leiðin til postkassar/postrivur skal verða so stutt, lættgongd og trygg sum til ber hjá tí postvinnurekandi.
Allýsingar
§ 2. Postkassi eru kassar ætlaðir at festa á stólpa, garð, girðing, hús ella líknandi og verða nýttir til móttøku av posti og eru samsvarandi mátunum í fylgiskjali 1.
Postriva er riva í hurð, veggi, garði v.m., ið verður nýtt til móttøku av posti og er samsvarandi mátunum í fylgiskjali 1.
Postkassastøð er ein felags postkassastøð við einum postkassa til hvørt postmóttøkustað.
Alfaravegur fevnir um kommunalar vegir, gøtur og gongubreytir, umframt privatar felagsvegir, -gøtur og -gongubreytir.
Hús fevnir um hús, bygningar v.m., ið móttaka post.
Girðing fevnir um garðar, hegn o.l., ið venda móti síðuni har inngongdin/portrið er til húsini.
Trappur fevnir um trappur við trimum trappustigum ella fleiri.
Staðseting og treytir
§ 3. Har girðing er um húsini, skal postkassi og postriva verða í mesta lagi 7 metrar frá inngongd/portur í girðingini.
Stk. 2. Har eingin girðing er um húsini, skal postkassi ella postriva verða so nær alfaravegi sum til ber. Til dømis á stólpa, hjalli, úthúsi, bilhúsi, sum hoyrir til húsini, og sum eru á leiðini inn frá alfaravegi.
Stk. 3. Um einki hóskandi pláss sbrt. stk. 2 er at festa postkassa á ella hava í á leiðini inn til húsini, skal postkassi festast ella postriva gerast á húsaveggin, sum postberin fyrst kemur til.
Stk. 4. Leiðin millum inngongdina frá alfaravegi til postkassa/postrivu, sum nevnd í stk. 1-3, skal lúka fylgjandi krøv:
1) Gongd kann ikki verða í trappum.
2) Økið skal verða ruddiligt, slætt og fast, uttan at vera hált.
3) Portur e.l. skal verða lætt at lata upp og so breitt, at høgligt er at koma fram.
4) Húsdjór mugu á ongan hátt verða til ampa fyri avhendingina av posti.
Stk. 5. Postkassariva og postriva skal vera millum 100 til 130 cm. upp frá túninum.
Hús við fleiri íbúðum og postkassastøðir
§ 4. Um hús hevur 4 íbúðir ella fleiri, kann postkassastøð setast upp næst høvuðsdyrnar í húsinum, har postberin hevur fría atgongd, og har posturin uttan ampa kann avhendast í postkassastøðina.
Stk. 2. Ein postkassi kann nýtast av tveimum ella fleiri í felag, um hesi eru samd um hetta. Um so er, skal postkassin bera navn fyri hvørt húski sær sambært § 8.
Stk. 3. Postkassarnir í postkassastøðini skulu setast upp í raðfylgju til einstøku hæddirnar og búsetingina á einstøku hæddunum.
Stk. 4. Postkassastøðin skal vera sett upp soleiðis, at vatnrætta miðlinjan í minsta lagi er 100 cm. og í mesta lagi 130 cm. uppfrá gólvinum.
Stk. 5. Farvegurin millum inngongdina frá alfaravegi til postkassastøðir, skal lúka fylgjandi krøv:
1) Økið skal verða ruddiligt, slætt og fast, uttan at vera hált.
2) Húsdjór mugu á ongan hátt verða til ampa fyri avhendingina av posti.
Undantak
§ 5. Rørslutarnað e.l. kunnu søkja tann postvinnurekandi um at fáa postin bornan á bústaðin uttan gjald, treytað av, at viðkomandi ikki hevur aðrar tøkar møguleikar dagliga at fáa fatur á postinum.
Post bornan til húsið móti gjaldi
§ 6. Til ber at fáa postin bornan á bústaðin, treytað av, at eitt gjald verður latið tí postvinnurekandi. Tann postvinnurekandi ásetur sjálvur gjaldið.
Ábyrgd
§ 7. Húsaeigarin hevur ábyrgdina av uppsetingini av postkassum, postrivum og postkassastøðum.
Navnaskelting
§ 8. Á ella við síðuna av postkassa, postrivu ella postkassastøð skal vera týðuligt skelti/merking við fornavni og eftirnavni á móttakara/móttakarunum og nr. á húsinum (tá hetta er tøkt).
Avmarking
§ 9. Postvinnurekandi kunnu nokta at bera post til adressur, ið ikki lúka ásetingar sambært hesi kunngerð.
Stk. 2. 1) Adressur skulu hava skrivliga ávaring, áðrenn sýtanin fyri at bera postin út á adressuna verður framd í verki.
Stk. 3. 1) Um adressur, aftaná skrivliga ávaring sambært stk. 2, framvegis ikki lúka ásetingarnar í hesi kunngerð, kann tann postvinnurekandi senda postin aftur til sendaran.
Kærumyndugleiki
§ 10. Posteftirlitið er kærumyndugleiki í málum, ið standast av kunngerðini. Tann postvinnurekandi skal hava tikið endaliga støðu í máli, áðrenn tað kann kærast til Posteftirlitið.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2006.
Vinnumálaráðið, 28. september 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjal 1
Mát
Minstu mát fyri postrivur:
Minstmát fyri postrivur | ||
Typa | Hædd | Breidd |
I | 3,5 cm | 26 cm |
II | 3,5 cm | 36 cm |
III | 3,5 cm | 30 cm |
IV | 3,5 cm | 36 cm |
Minstu mát fyri postkassar:
Minstmát innan í postkassum | |||
Typa | Hædd | Breidd | Djýpd |
I | 15 cm | 26 cm | 36 cm |
II | 15 cm | 36 cm | 26 cm |
III | 40 cm | 30 cm | 15 cm |
IV | 30 cm | 36 cm | 15 cm |
Minstmát fyri innlátið/rivuna í postkassum | ||
Typa | Hædd | Breidd |
I | 3,5 cm | 26 cm |
II | 3,5 cm | 36 cm |
III | 3,5 cm | 30 cm |
IV | 3,5 cm | 36 cm |