Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. juni 2020Nr. 110
Kunngerð um skipan av fiskiskapi í sambandi við ferðavinnu
Við heimild í § 35, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskap við fiskifari í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu.
Fiskiloyvi
§ 2. Ferðavinnufiskiskapur kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 3. Loyvi til ferðavinnufiskiskap í føroyskum sjógvi kann verða latið eigara av fiskifari til egið fiskifar undir føroyskum flaggi fyri eitt fiskiár í senn.
Stk. 2. Ferðavinnufiskiskapur er undantikin kravinum um veiðiloyvi. Fiskifarið skal tó lúka treytirnar í § 5, stk. 1, nr. 3-5 í løgtingslógini.
Stk. 3. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, kann á sama túri ikki skifta til annan vinnuligan fiskiskap.
Treytir
§ 4. Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu.
Stk. 2. Fiskiskapur er ikki loyvdur á leiðum, sum eru friðaðar sambært kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi ella sambært kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
Stk. 3. Loyvt er ikki at avreiða veiðu frá ferðavinnufiskiskapi. Veiða kann ikki seljast ella latast øðrum við vinningi fyri eyga.
§ 5. Hvørt ferðafólk kann í fiskiárinum fiska í mesta lagi 60 kg av fiski í rundari vekt.
Stk. 2. Vørn kann í hvørjum einstøkum føri eftir umsókn hækka markið, tá talan er um serligan fiskiskap eftir hemara.
§ 6. Veiðan skal gerast upp í rundari vekt fyri hvønn túr og hvørt ferðafólk sær.
Stk. 2. Eigarin og skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum skulu tryggja, at allar treytir í kunngerðini og loyvinum verða hildnar.
Stk. 3. Eigarin og skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur skyldu at kunna ferðafólk, sum luttaka í ferðavinnufiskiskapi, um treytirnar fyri fiskiskapinum, harundir um avmarkingar í nøgd sambært § 5.
Fráboðanir
§ 7. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum skal senda Vørn, vorn@vorn.fo, fráboðan um veiðu í rundari vekt, býtt á fiskaslag fyri hvønn túr. Upplýsast skal eisini um tal av og nøvn á ferðafólki á hvørjum túri sær, og veiðu fyri hvørt ferðafólk sær. Fráboðanirnar skulu sendast Vørn beinanvegin, tá túrurin er liðugur.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 30. juni 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)