Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. oktober 2015Nr. 111
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan timburútbúgving
(Sveinaroynd)
§ 1
Í kunngerð um nr. 75 frá 3. juni 2013 um útbúgving innan timburútbúgving verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Ástøðiligi parturin fevnir um eina tekniroynd, skurðmynd við tilfarslýsing, tilfarsútrokning og tíðarætlan sum fyrireiking til handaliga partin.
Stk. 2. Til tekniroyndina fær næmingurin 5 tímar.
Stk. 3. Til skurðmynd við tilfarslýsing, tilfarsútrokning og tíðarætlan sum fyrireiking til handaliga partin fær næmingurin 11 klokkutímar.”
2. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Verkligi parturin fevnir um handverk, skjalfesting og framløgu.
Stk. 2. Til handaligu uppgávuna at skjalfesta og fyrireika framløguna fær næmingurin 64 klokkutímar tilsamans. Næmingurin fær í mesta lagi 48 klokkutímar til handaligu uppgávuna. ½ klokkutími er ásettur til framløguna fyri hvønn næming, íroknað próvdøming.”
3. § 13 verður orðað soleiðis:
“§ 13. Ein lærari og tveir metingardómarar døma ástøðiliga og verkliga partin. Ein lærari og tveir metingardómarar døma framløguna.
Stk. 2. Ástøðiligi parturin verður dømdur soleiðis:
1) Tekniroynd telur 35%.
2) Skurðmyndin við tilfarslýsing telur 35%.
3) Tilfarsútrokning telur 20%.
4) Tíðarætlanin telur 10%.
Stk. 3. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02.
Stk. 4. Verkligi parturin verður dømdur soleiðis:
1) Handaligi parturin telur 60%.
2) Skjalfesting og framløga telja 40%.
Stk. 5. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02.
Stk. 6. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við 4/10, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við 6/10.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina skúlaárið 2013/2014 ella seinni.
Mentamálaráðið, 9. oktober 2015
Rigmor Dam (sign.)
landsstýriskvinna
/ Poul Geert Hansen (sign.)