11. desember 2014Nr. 111
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
(Leinging av frítøku frá uppboðssølukravinum)
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast broytt við kunngerð nr. 110 frá 19. august 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 a, stk. 2 verður strikað.
2. Í § 3 b verður “1. september 2014” broytt til: “1. september 2016”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 11. desember 2014
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)