15. juli 2022Nr. 111
Kunngerð um veiðigjald á makreli, norðhavssild og svartkjafti 1. august 2022 til 31. juli 2023
Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2022 til 31. juli 2023 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, norðhavssild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 1,23 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 0,89 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild.
3) 0,31 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2022.
Fíggjarmálaráðið, 15. juli 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Djóni Højgaard (sign.)