Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juli 2019Nr. 111
Kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi o.a.
Við heimild í § 36, stk. 1, nr. 2 og § 43 í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin), § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og § 21 í løgtingslóg nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m., § 41, stk. 1, § 47, § 56 og § 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, og § 36, stk. 5 og 6 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 22. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:
Kapittul 1
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin ásetur reglur um flutning av vandamiklum farmi eftir vegi, sum allýst í ferðslulógini.
Stk. 2. Kunngerðin ásetur harumframt reglur fyri avskipan og áskipan av vandamiklum farmi, um hetta fer fram sum liður í flutningi sambært stk. 1.
§ 2. Sambært hesi kunngerð merkir:
1) Vandamikil farmur: Tey evni og tilfar, sum eru lýst niðanfyri í nr. 2-7.
2) Spreingievni: Spreingievni o.a. fevnt av løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m. - ADR flokkur 1.
3) Brennievni: Bensin (UN 1203), dieselolja (UN 1202), petroleum (UN 1223) - ADR flokkur 3.
4) Fýrverk: Fýrverk, har loyvi krevst til avhendan, útvegan ella nýtslu sambært § 2 í kunngerð um fýrverk - ADR flokkur 1.
5) Annar eldfimur løgur: Ethanol (UN 1170) og methanol (UN 1230) - ADR flokkur 3.
6) Eldhættisligt gass: Acetylen (UN 1001) og butan (1011) - ADR flokkur 2.
7) Eldnørandi evnir: Oxygen (UN 1072) og hydrogenperoxid (UN 2015) - ADR flokkur 5.1.
8) Koyritíð: Tíðin, ið førarin nýtir til vinnuligt at føra eitt akfar, íroknað tíðin, sum verður nýtt til annan vinnuligan flutning enn flutning av vandamiklum farmi.
9) Tangi: Ílat til flutning av vandamiklum farmi.
10) Trýsttangi: Tangi til flutning av vandamiklum farmi, har sum trýstið er hægri enn 0.5 bar yvirtrýst.
11) ADR: Evropeiski sáttmáli Sameindu Tjóða um altjóða flutning av vandamiklum farmi eftir vegi (The European Agreement concerning the International Carriage of Dangerous Goods by Road).
Kapittul 2
Almennar ásetingar
§ 3. Flutningur av vandamiklum farmi eftir vegi skal fara fram sambært ásetingunum í hesi kunngerð.
Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru tó ikki galdandi fyri flutning hjá einstaklingum, tá farmurin er innpakkaður til smásølu og er ætlaður til persónliga ella heimliga nýtslu ella frítíðarendamál ella ítróttarendamál, treytað av, at neyðug atlit eru tikin fyri at forða leka av innihaldinum í sambandi við vanlig flutningsviðurskifti. Vandamikil farmur, sum verður fluttur í IBC kørum, innpakkingi við stórum nøgdum, tangum ella fløskum við 15 kg ella meira, verður ikki mettur sum innpakkaður til smásølu.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 1, §§ 6 og 7 eru tó galdandi fyri flutning sambært stk. 2.
Stk. 4. Í sambandi við flutning av brennievni ella eldfimum løgi í íløtum ella dunkum, ið eru fyltir av ella til einstaklingar, má samlaða nøgdin í íløtum ella dunkum ikki fara upp um 20 upplagseindir sambært kunngerð um eldfiman løg.
§ 4. Tann, sum fæst við flutning av vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð, skal vísa størsta varsemi og eftiransni, soleiðis at skaði á mannalív, heilsu, umhvørvi og ogn verður fyribyrgdur.
Stk. 2. Í sambandi við flutning av vandamiklum farmi skal altíð tryggjast, at skynsamasta farleið verður vald, og at flutningurin verður gjørdur uttan óneyðugan støðg.
Stk. 3. Eindir á einum flutningsfari ella í einari last, sum inniheldur vandamiklan farm, skulu stúgvast fullgott á flutningsfarinum og skulu festast ella kílast fastar, soleiðis at hesar ikki kunnu skjótast í mun til hvørja aðra ella flutningsfarið í sambandi við vanlig flutningsviðurskifti.
Stk. 4. Vandamikil farmur má ikki vera í sama rúmi, sum bilførarin er, ella í rúmum til ferðafólk ella sett í rúm, ið hava samband við førararúm ella ferðafólkarúm.
§ 5. Tap ella leki av vandamiklum farmi skal beinanvegin fráboðast alarmsentralinum (1-1-2), um so er, at hetta ikki beinanvegin kann beinast burtur ella gerast óskaðiligt av teimum hjástøddu.
Stk. 2. Álvarsom óhapp ella hendingar í mun til flutning av vandamiklum farmi skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í seinasta lagi 9 dagar aftan á óhappið ella hendingina.
Stk. 3. Flyting av uppafturtiknum vandamiklum farmi sambært stk. 1 er at meta sum flutningur av vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð.
§ 6. Í sambandi við flutning av vandamiklum farmi má hesin ikki útsetast fyri hita, eldi ella elektriskum neistum.
§ 7. Øll sløg av royking, eisini elektroniskar sigarettir o.a., er bannað í sambandi við flutning og avskipan og áskipan av vandamiklum farmi.
§ 8. Flutningsfar, sum verður nýtt til flutning av vandamiklum farmi, skal verða útgjørt við í minsta lagi einum hondeldsløkkjara til brunaflokk A, B og C við einum kapasiteti á í minsta lagi 6 kg av pulvuri ella eins stórum kapasiteti fyri onnur sløkkievni. Sløkkievnið skal verða skikkað til at sløkkja eld í einum flutningsfari.
Stk. 2. Eldsløkkjarin skal lúka krøvini í EN 3 røðini av standardum, uttan so at eldsløkkjarin var tikin í nýtslu, meðan DS 2120 ella annar sambærligur standardur var nýttur, og lýkur krøvini í hesum.
Stk. 3. Hondeldsløkkjarar, sum sambært hesi kunngerð eru kravdir sum sløkkiútgerð á flutningsførum, skulu eftirhyggjast og haldast viðlíka í minsta lagi eina ferð um árið sambært krøvunum í DS 2320 standardinum. Hondeldsløkkjarar skulu merkjast við einum eftirlitsmerki, ið er ásett av tí, sum hevur eftirhugt sløkkjaran.
Stk. 4. Eftirlitið skal gerast av einum serkønum persóni, sum hevur neyðuga vitan um uppbygging, funktión og virknaðarhátt hjá hondeldsløkkjaranum.
§ 9. Flutningsfar, sum verður nýtt til flutning av vandamiklum farmi, skal vera útgjørt við í minsta lagi gulum merkislyktum og tveimum sterkum hondlyktum.
§ 10. Um so er, at mongdin av vandamiklum farmi ella onnur atlit til trygd tala fyri, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið áseta serlig krøv fyri viðkomandi flutning.
§ 11. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann loyva frávikum frá ávísum ásetingum í hesi kunngerð í sambandi við flutning av vandamiklum farmi, sum fer fram á sama ella fleiri samanhangandi virkisøkjum, har sum virkisøkið er stongt, innhegnað ella á annan hátt avmarkað frá øðrum vegi. Tað skal vera greitt tilskilað í avgerðini frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, hvørjum ásetingum frávik vera loyvd frá.
Stk. 2. Í sambandi við frávik sambært stk. 1 kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið áseta serkrøv fyri viðkomandi flutning.
§ 12. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann loyva frávikum frá ávísum ásetingum í hesi kunngerð í sambandi við flutning av vandamiklum farmi, sum fer fram á einum havnarlagi, har økið er stongt, innhegnað ella á annan hátt avmarkað frá øðrum vegi. Tað skal vera greitt tilskilað í avgerðini frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, hvørjum ásetingum frávik vera loyvd frá.
Stk. 2. Í sambandi við frávik sambært stk. 1 kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið áseta serkrøv fyri viðkomandi flutning.
Kapittul 3
Flutningsskjøl
§ 13. Í sambandi við flutning av vandamiklum farmi skal eitt flutningsskjal fyllast út. Skjalið fæst á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: www.arb.fo.
Stk. 2. Flutningsskjalið sambært stk. 1 ella avrit av skjalinum skal vera í flutningsfarinum í sambandi við flutningin og vísast løgregluni, um hon krevur tað.
Stk. 3. Er talan um flutning við serligum loyvi ella serligum treytum sambært §§ 10-12, skal avrit av loyvinum ella serligu treytunum vera í flutningsfarinum, umframt flutningsskjalið sambært stk. 1.
§ 14. Góðkenningarváttan fyri flutningsfarið sambært § 17 ella eitt avrit av hesi váttan skal vera í flutningsfarinum.
§ 15. Kravið um flutningsskjal sambært § 13, stk. 1 er ikki galdandi í sambandi við flutning av brennievni, ið skal veitast til tveir ella fleiri móttakarar, um onnur skjøl í flutningsfarinum skjalfesta innihaldið av vandamikla farminum.
Kapittul 4
Merking av flutningsførum til vandamiklan farm
§ 16. Flutningsfør til flutning av vandamiklum farmi skulu merkjast samsvarandi skjali 1 til hesa kunngerð.
Kapittul 5
Góðkenning av flutningsførum og tangum o.ø.
§ 17. Umframt vanligu góðkenningina av flutningsførum sambært løgtingslóg um ferðslu kunnu flutningsfør ikki nýtast til flutning av vandamiklum farmi, fyrr enn tey eru sýnað og góðkend av einum serkønum veitara, sum er løggildur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 2. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann góðkenna eina samsvarandi góðkenningarváttan frá einum øðrum Norðurlandi, um hendan er gjørd samsvarandi krøvunum frá rætta myndugleikanum í viðkomandi landi.
Stk. 3. Góðkenningarváttan skal endurnýggjast 24. hvønn mánað.
§ 18. Framleiðsla av tangum í Føroyum skal góðkennast av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 2. Innfluttir tangar, tangabingjur og t.d. UN-tangar, ið lúka góðkenningarkrøvini í einum øðrum Norðurlandi, kunnu nýtast í Føroyum.
Kapittul 6
Pakkitilfar
§ 19. Hvørt einstakt slag av pakkitilfari, sum verður nýtt í sambandi við flutning av vandamiklum farmi, skal verða UN góðkent.
Kapittul 7
Samanseting av farmi
§ 20. Brennievni (ADR flokkur 3) má ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð. Flutningsfør mugu ikki flyta størri nøgdir enn 44.000 litrar.
Stk. 2. Fýrverk (ADR flokkur 1) má ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Annar eldfimur løgur (ADR flokkur 3) má ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð. Flutningsfør mugu ikki flyta størri nøgdir enn 44.000 litrar.
Stk. 4. Eldhættisligt gass (ADR flokkur 2) má ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð.
Stk. 5. Eldnørandi evnir (ADR flokkur 5.1) má ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð.
Stk. 6. Spreingievni sambært hesi kunngerð mugu ikki flytast saman við øðrum vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð. Størri nøgdir av spreingievni og perlum mugu ikki flytast saman.
Stk. 7. Hóast ásetingarnar í stk. 6 kunnu í mesta lagi 750 kg av spreingievnum og 1000 stk. av perlum flytast saman, um:
1) spreingievnini og perlurnar eru innpakkaði hvør sær í UN góðkendum pakkitilfari,
2) frástøðan millum spreingievni og perlurnar í minsta lagi er 1 metur, og
3) flutningsfarið verður lastað soleiðis, at spreingievnini og perlurnar lættliga kunnu flytast burtur.
Stk. 8. Hóast ásetingarnar í stk. 4 og 5 kunnu skeribrennarasett, har hvør fløska ikki er størri enn 10 litrar, flytast saman.
Kapittul 8
Hvílutíð
§ 21. Koyritíðin í sambandi við flutning av vandamiklum farmi skal skipast soleiðis, at hon í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at koyringin byrjar, ikki fer upp um 9 tímar.
Stk. 2. Óavbrotin koyring má ikki fara upp um 4,5 tímar. Aftan á eina koyritíð á 4,5 tímar skal førarin hava ein samanhangandi støðg á í minsta lagi 45 minuttir.
Stk. 3. Støðgurin sambært stk. 2 kann býtast sundur í ein støðg á 15 minuttir og ein støðg á 30 minuttir býtt yvir koyritíðina á 4,5 tímar.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 kann koyritíðin tvær ferðir um vikuna økjast til 10 tímar.
Stk. 5. Samanlagda koyritíðin hvørja viku má ikki fara upp um 56 tímar.
Kapittul 9
Útbúgving og vinnubræv
§ 22. Førarin av einum flutningsfari, sum flytur vandamiklan farm sambært hesi kunngerð, skal hava vinnubræv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 2. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar út vinnubræv sambært stk. 1 grundað á skeiðsprógv frá skeiði í flutningi av vandamiklum farmi frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, umframt læknaváttan, ið prógvar, at heilsustøðan er nøktandi.
§ 23. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka eitt vinnubræv sambært § 22, stk. 2 aftur varandi ella fyri ávísa tíð, um tann, ið hevur vinnubrævið, tilætlað ella við grovum ósketni fremur revsivert brot á hesa kunngerð ella av heilsuligum orsøkum verður mettur óegnaður.
Kapittul 10
Flutningsavmarking, kravdar farleiðir o.a.
§ 24. Við atliti at trygd, kann løgreglan í samráð við viðkomandi vegamyndugleika gera av, at flutningur av vandamiklum farmi skal fara fram eftir ávísum farleiðum ella einans má fara fram ásettar tíðir. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera av, at ávís vegastrekkir ikki mugu nýtast til flutning av vandamiklum farmi sambært hesi kunngerð.
Kapittul 11
Eftirlit og revsing
§ 25. Løgreglan kann støðga einum flutningsfari, sum fæst við flutning av vandamiklum farmi, fyri at staðfesta um flutningurin samsvarar við ásetingarnar í hesi kunngerð.
§ 26. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum:
1) brýtur ásetingarnar í §§ 3-9, §§ 13-14 og §§ 16-22 í hesi kunngerð, og
2) ikki ger eftir boðum ella fylgir áseting sambært §§ 10-12 og 24.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kapittul 12
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Reglurnar um merking av flutningsførum til vandamiklan farm sambært § 16 koma í gildi 2 mánaðir aftaná, at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 3. Reglurnar um góðkenning av flutningsførum og tangum o.ø. sambært §§ 17-18 koma í gildi 1 ár aftaná, at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 4. Reglurnar um hvílutíð sambært § 21 koma í gildi 6 mánaðir aftaná, at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 5. Reglurnar um útbúgving og vinnubræv sambært §§ 22-23 koma í gildi 3 ár aftaná, at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 6. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi anordning nr. 251 af 11. november 1912 for Færøerne angående de forsigtighedsregler, der skulle iagttages ved transport af visse eksploderende stoffer og §§ 20-22 í kunngerð nr. 94 frá 15. juni 1994 um eldfiman løg.
Samferðslumálaráðið, 17. juli 2019
Heðin Mortensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
Merking av flutningsførum til vandamiklan farm sambært § 16
Í sambandi við flutning av vandamiklum farmi á landi skulu flutningsførini merkjast við niðanfyristandandi merkingum. Merkingarnar skulu staðsetast í tráð við vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Slag av vandamiklum farmi
|
Merking |
Bensin (UN 1203)
|
|
Dieselolja (UN 1202) |
|
Petroleum (UN 1223)
|
|
Ethanol (UN 1170) |
|
Methanol (UN 1230)
|
|
Fýrverk |
|
Spreingievni |
|
Acetylen (UN 1001)
|
|
Butan (1011)
|
|
Oxygen (UN 1072)
|
|
Hydrogenperoxid (UN 2015)
|
|