Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. juni 2020Nr. 111
Kunngerð um tíðaravmarkaða veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2020
Við heimild í § 22, stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2 og 5 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
§ 1. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt teimum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 19, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroyabanka.
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 50 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 2. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt teimum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A og bólki 4 B, sambært § 19, stk. 1, nr. 3 og 4 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroyabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°50,000'N 07°57,000'V
2) 60°57,333'N 07°57,000'V
3) 60°45,667'N 08°37,000'V
4) 60°36,500'N 08°45,000'V
5) 60°26,000'N 09°08,417'V
6) 60°24,000'N 09°07,000'V
7) 60°50,000'N 07°57,000'V
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 30 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 3. Fyri bátar við fiskiloyvi sambært § 1 telur hvør túrur ein fiskidag, sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini, hóast túrurin er meira enn 24 tímar.
§ 4. Skipari ella formaður á báti við fiskiloyvi sambært §§ 1 og 2, sum fer á Føroyabanka, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.
§ 5. Bátur við fiskiloyvi sambært § 1, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroyabanka, skal, tá ið avreitt verður, tilskila, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroyabanka, flokkað eftir fiskasløgum.
§ 6. Bátar við fiskiloyvi sambært § 1 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu mannagongd og treytum, sum ásett í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.
§ 7. Brot á §§ 4-6 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. august 2020.
Fiskimálaráðið, 30. juni 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)