31. august 2011Nr. 111
Kunngerð um broyting í kunngerð um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 og reglur um alment próvskeið í føroyskum
§ 1
Í kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um “skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008, og reglur um alment próvskeið í føroyskum” verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í heitinum verður aftaná: “sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008” sett: “ella seinni,”
2) Í § 52 stk. 1 verður aftaná: “sum eru farin undir lestur fyri 1. august 2008” sett: “ella seinni.”
3) Í § 52 verða stk. 3 og stk. 4 strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 31. august 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)