Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juli 2021Nr. 112
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021
(Kvotutøl stillað og atgongd til íslendskan sjógv)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 15. januar 2021 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður “117.053 tons” broytt til: “127.053 tons”.
2. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Føroyska heildarkvotan av norðhavssild í 2021 er 110.951 tons.”
3. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “74.621 tons” broytt til: “82.013 tons”.
4. Í § 4 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
5. Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “5.444 tons” broytt til: “5.984 tons” og í 3. pkt. verður “5.444 tonsini” broytt til: “5.984 tonsini”.
6. § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Kvota sambært stk. 1 verður latin sum felags árskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
7. Í § 7, 1. pkt. verður “5.934 tons” broytt til: “6.522 tons”.
8. Í § 8, stk. 2 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Avlopsnøgdin kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
9. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “14.952 tons” broytt til: “16.433 tons”.
10. Í § 9, stk. 2 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Avlopsnøgdin kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. juli 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)