Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2009Nr. 112
Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 28. oktober 2014
Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Í hesi kunngerð merkir:
1) “Sjóvinnubræv”: Dugnaskaparbræv, sjóvinnubrøv til navigatørar og maskinmenn, tangaskipsprógv, radiovinnubræv, sjóvinnubræv til kokkar og vaktarhaldsprógv.
2) “Viðurkenningarprógv”: Øll útlendsk sjóvinnubrøv, ið skulu hava føroyska átekning.
3) “Uppstiging”: Sjóvinnubræv, sum skal broytast til at geva hægri rættindi.
4) “Endurnýggjan”: Endurnýggjan av sjóvinnubrævi í upp til 6 mánaðir áðrenn sjóvinnubrævið gongur út.
§ 2. 1) Sjóvinnustýrið krevur inn hesi avgreiðslugjøld:
1) Sjóvinnubrøv: kr. 500.
2) Endurnýggjan av sjóvinnubrævi: kr. 500.
3) Uppstigan av sjóvinnubrævi: kr. 500.
4) Viðurkenningarprógv: kr. 750.
§ 3. 1) Gjaldið, smb. § 2, skal verða latið Sjóvinnustýrinum, áðrenn sjóvinnubræv ella viðurkenningarprógv verður útflýggjað.
Stk. 2. Verður umsókn um sjóvinnubræv ikki gingin á møti, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fekk gildi. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 104 frá 5. desember 2008 um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.
Vinnumálaráðið, 7. september 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 99 frá 28. oktober 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.”