Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2019Nr. 112
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2019
(Hækking av kvotu, nýggj felags árskvota og broyting viðvíkjandi eygleiðarum)
§ 1
Í kunngerð nr. 175 frá 21. desember 2018 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 1-4 og 6-10, og stk. 3, § 49, stk. 2, § 66, stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður ásett:”
2. Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:
“Kvota”
3. Aftan á § 3, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett:
“§ 3 a. Umframt kvotuna í § 3 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fiska 450 tons av toski, sum Føroyar hava sambært býtisavtalu við ES, í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap.”
4. Yvirskriftin yvir § 4 verður orðað soleiðis:
“Býti av kvotuni”
5. Í § 4 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Kvota, sambært § 3 a, verður latin persóni ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til veiðu eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.”
6. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 4, stk. 1 og 3 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2019 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.”
7. § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fiskifarið ber útreiðslurnar til kost og innivist av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 15. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)