Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juli 2022Nr. 112
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Heilsutrygd ábyrgd av COVID-19 koppsetingum, sum fara fram í kommunulæknaviðtalum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. december 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast broytt við kunngerð nr. 3 frá 7. januar 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum, tó undantikið teimum koppsetingum, sum fara fram í kommunulæknaviðtalum. Heilsutrygd hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum, sum fara fram í kommunulæknaviðtalum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 19. juli 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)