Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 1991Nr. 112
Kunngerð um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.
§ 2. Arbeiðsgevarin rindar ½% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, fyrstu ferð í 1992, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl.
§ 3. Persónligir skattgjaldarar rinda ½% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn fyrstu ferð í 1992 saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.
Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár.
§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.
§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992.