Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. august 2013Nr. 112
Kunngerð um fría ferð við uppihaldi og um fíggjarliga trygd
Við heimild í § 71 a, stk. 2 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
Kapittul 1
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri starvssett umborð á skipi, sbr. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, uttan mun til nýtsluna av skipinum, tó undantikið fiskiskip og stuttleikafør.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, tá ið málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
Stk. 3. Ásetingin í § 2 um fría ferð sambært § 11, § 12, stk. 1, nr. 1 og § 13 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki er ikki galdandi fyri skiparan.
Kapittul 2
Rætt til fría heimferð
§ 2. Starvssett hava rætt til fría ferð sambært ásetingunum í § 6, stk. 6, § 8, stk. 1, § 10, stk. 5, §§ 11-14, § 18, stk. 2, § 19, § 30, § 43, § 46, stk. 2 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.
§ 3. Rætturin til fría ferð fevnir um:
1) Ferð frá staðnum, har tann starvssetti er staddur, tá ið rætturin til fría ferð fær gildi, og til atkomustaðið.
2) Vistarhald á sjálvari ferðini, í sambandi við uppihald á fráfaringarstaðnum, meðan bíðað verður eftir, at ferðin kann fáast í lag, og inntil komið verður til atkomustaðið. Vistarhald verður veitt við fyriliti fyri livikostnaðinum á viðkomandi staði.
3) Flutning av persónligum ognarlutum við samlaðari vekt upp á í mesta lagi 30 kg, tó ikki flutning av øðrum ognarlutum, ið eru ognaðir á ferðini.
§ 4. Ferðin skal leggjast til rættis soleiðis, at hon verður framd skjótast gjørligt. Vanligur ferðaháttur á heimferðini eigur at vera við flogfari og annars við einum og hvørjum almennum flutningsfari. Til ber at avtala annan serligan ferðahátt. Tá ið ferðin verður løgd til rættis, skulu fyrilit vera fyri ynskjum og heilsustøðu hjá starvssetta og fyri útreiðslunum.
§ 5. Tá ið ein starvssettur fer av skipinum, og heimferðin er til Føroyar sambært § 8 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, má kravið um heimferð verða sett fram samstundis, sum tann starvsetti sigur upp ella biður um at verða loystur úr starvi.
§ 6. Tann starvssetti kann siga frá sær rættin til fría ferð. Hetta er tó ikki galdandi fyri ferðina til heimstaðin ella mynstringarstaðið í sambandi við røkt, sum er ein avleiðing av sjúku ella skaða. Um tann starvssetti hevur sagt frá sær rættin til fría heimferð, kann starvssetti ikki krevja endurgjald ístaðin.
§ 7. Útreiðslur til fría ferð ber reiðarin ella arbeiðsgevarin ella, um hesir ikki halda sínar eftir lóggávuni ásettu skyldur, tann, ið er komin í reiðarans ella arbeiðsgevarans stað, tá ið tann starvssetti fer frá:
1) uttanfyri heimlandið aftaná uppsøgn reiðarans ella aftaná, at tíðaravmarkað starvssetanaravtala er endað,
2) orsakað av, at reiðarin er farin á húsagang, sbr. § 10, stk. 4 og § 47, nr. 11 v.m.,
3) orsakað av, at reiðarin ikki á lógligan hátt hevur sagt viðkomandi úr starvi,
4) í sambandi við uppsøgn ella egna fráfaring eftir §§ 11, 12, 13 ella 14 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki,
5) orsakað av sjúku ella skaða, ið er ella kann vera orsøkin til, at viðkomandi gavst í starvinum, ella
6) í sambandi við, at starvið heldur uppat orsakað av skipbroti.
Stk. 2. Fyri starvssett við bústaði í Føroyum endurrindar landið helvtina av útreiðslunum til heimferð við uppihaldi, tá ið tann starvssetti fer úr starvi aftaná tænastu í longri tíð sbrt. § 8, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.
Stk. 3. Í teimum førum, har reiðarin er ein annar enn arbeiðsgevarin, áliggur skyldan at bera ferðaútreiðslurnar somuleiðis reiðaranum.
§ 8. Tann starvssetti ber útreiðslurnar í sambandi við heimferð orsakað av svikafult duldari sjúku ella løsti, sjálvgivnari sjúku ella likamligum skaða.
Stk. 2. Tann starvssetti ber harafturat útreiðslur í sambandi við heimferðina aftaná, at freistirnar upp á ávikavist 16 ella 2 vikur, nevndar í § 30, stk. 2, sbr. § 35 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, eru farnar.
§ 9. Fyri starvssett við bústaði í Føroyum rindar landið útreiðslurnar til heimferðina og til bústaðin í Føroyum, um talan er um sjúku sambært § 30, stk. 5 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, ið hevur verið ella kann hava verið orsøk til, at starvið heldur uppat.
§ 10. Í teimum førum, har ein annar enn tey, ið skulu seta í verk fyriskipan eftir reglunum í §§ 2-5, fyriskipar fríu ferðina, skal viðkomandi taka atlit til vanliga góða fíggjarstýring.
Stk. 2. Í teimum førum, ið eru nevnd í stk. 1, skal tann, ið fyrbils hevur goldið útreiðslurnar, tryggja sær neyðug skjalprógv á vanligan hátt at nýta í sambandi við endurgjaldskravið.
§ 11. Í teimum førum, har reiðarin er ein annar enn arbeiðsgevarin, áliggur skyldan at bera ferðaútreiðslurnar somuleiðis reiðaranum.
Kapittul 3
Fíggjarlig trygd
§ 12. Fyri rindan av heimferðarútreiðslum hjá starvssettum sambært § 1, stk. 1, ið reiðarin hevur skyldu til at bera, skal reiðarin veita eina fíggjarliga trygd.
Stk. 2. Fíggjarliga trygdin skal verða sett av einum tryggingarfelagi, t.d. einum P&I-felagi.
Stk. 3. Reiðarin hevur skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum tryggingarskjalið, ið verður skrásett hjá Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnnustýrið skal hava fráboðan um broytingar í tryggingartreytunum og skal hava eitt nýtt dagført tryggingarskjal, áðrenn nýggju treytirnar koma í gildi.
Kapittul 4
Revsing og gildiskoma
§ 13. Brot á § 7 og § 12 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) til eitt annað felag ella persón, verður skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað.
§ 14. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 21. august 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)