30. juni 2020Nr. 112
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
(Flutt kvota frá 2019, vinnuligar fiskiroyndir og vinnuligar royndir og verkætlanir)
§ 1
Í kunngerð nr. 159 frá 30. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 10. mars 2020 og kunngerð nr. 68 frá 19. mai 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 1.000 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2019, flutt til at verða fiskað við føroyskum skipum í 2020.”
2. Í § 14, stk. 1 verður “1.900 tons” broytt til: “2.815 tons”.
3. Í § 16, stk. 1, 1. pkt. verður “9.876 tons” broytt til: “9.961 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 30. juni 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)