Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 01-07-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

1. juli 1992Nr. 113

Kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 72 frá 7. mai 2018

Við heimild í § 18 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, hevur landsstýrið fyrisett:

1. kapittul

Farmaseutiskir sertilbúningar

§ 1. Søluprísurin er lutvíst frumsøluprísur smb. § 2, og ásett gjøld smb. §§ 16-17.

§ 2. 1) 2) 3) 4) 5) Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) fyri hvørja pakking:

1)   FTP<29,99: 40% av FTP + 3,00 kr.

2)   30,00<FTP<119,99: 30% av FTP + 6,00 kr.

3)   120,00<FTP: 15% av FTP + 30,00 kr.

4)   Til samløguna av 1, 2 ella 3 verða løgd 15%.

Stk. 2. 6) Frumsøluprísurin til heilivágsgoymslur á sjúkrahúsum, til havbúnaðin og landbúnaðin skal ásetast til 86% av frumsøluprísi, ásettur eftir stk. 1.

Stk. 3. Upphæddir, ásettar eftir stk. 1 og 2 verða at runda til næstu oyraupphædd sum 5 gongur uppí.

§ 3. Djóralæknar, sum útflýggja ella nýta farmaseutiskar sertilbúningar, skulu áseta søluprísin á tí útflýggjaðu ella nýttu pakking eftir reglunum í §§ 1 og 2, stk. 2 og 3.

Stk. 2. Útflýggjar ella nýtir djóralækni pakking, sum er partur av hóppakking, verður søluprísurin ásettur lutfalsliga eftir prísinum á hóppakkingini.

Stk. 3. Nýtir djóralæknin bert ein part av innihaldinum í eini pakking, verður søluprísurin ásettur eftir søluprísinum á tí nýttu pakkingini smb. stk. 1 ella lutfalspakking smb. stk. 2. Afturat prísinum verða løgd 10%.

2. kapittul

Serframleiddur heilivágur

§ 4. Søluprísurin á serframleiddum heilivági er framleiðslugjald (§§ 5-11), møguligt gjald fyri lívssøra framleiðslu (§ 12), vinningur og møgulig gjøld, smb. §§ 16, 17 og 18. Framleiðslugjald og møguligt gjald fyri lívssøra framleiðslu er samanlagt, í staðin fyri fakturaprís, støðið undir vinningsásetingini, sum verður gjørd eftir § 2, stk. 1 - 3.

§ 5. Framleiðslugjaldið fyri blandingar av føstum evnum er kr. 10,00 fyri hvørji byrjað 100 g fyri hvørja pakking, í minsta lagi kr. 40,00. Aftrat hesum verður lagdur fakturaprísurin fyri tey evni, ið nýtt verða.

§ 6. Framleiðslugjaldið fyri at blanda veskur, uttan mun til um føst evni verða latin í (eisini fyri at síla), fyri at blanda emulsjónir og suspensjónir, sum einfalt verða rist saman, er kr. 6,00 fyri hvørji byrjað 100 g fyri hvørja pakking, í minsta lagi kr. 30,00. Afturat verður lagdur prísur fyri innihaldsevni, smb. § 9.

§ 7. Framleiðslugjaldið fyri at blanda føst ella hálvføst evni, uttan mun til um veska verður latin útí, gjørd í mortara ella tílíkum, t.e. blandingar, sum ikki eru eftir §§ 5 og 6, er kr. 10,00 fyri hvørji byrjað 100 g fyri hvørja pakking, í minsta lagi kr. 40,00. Harafturat verður lagdur prísur fyri innihaldsevni, smb. § 9.

§ 8. Framleiðslugjaldið fyri sundurlutað pulvur, íroknað møgulig blanding av innihaldsevnum, er kr. 10,00 fyri hvørji byrjað 100 g, í minsta lagi kr. 40,00. Afturat verður lagdur prísur fyri innihaldsevni, smb. § 9. Fyri at viga í pappír, posar, gløs e.t. verður lagt kr. 1,50 fyri hvørja viging.

§ 9. Tá ið framleiðslugjald skal ásetast eftir §§ 5, 6 og 7, verður løgd afturat ein upphædd fyri hvørt innihaldsevni, bæði fyri heilivágevni og hjálparevni - sum er kr. 5,00. Hetta er ikki galdandi fyri farmaseutiskar sertilbúningar, ið sum úrdráttur er uppií framleiðsluni, smb. stk. 2.

Stk. 2. Er farmaseutiskur sertilbúningur uppií framleiðsluni, verður lagdur afturat fakturaprísur fyri ta pakking ella tær pakkingar, sum nýttar verða, so úrslitið verður minst møgulig upphædd.

Stk. 3. Fer fakturaprísurin fyri tey evni, sum eru í heilivágnum, upp um 50% av søluprísinum, sum ásettur er eftir §§ 6 - 9, stk. 2 uttan vinning, verður lagdur afturat prísurin fyri evnini í staðin fyri tær í stk. 1 og 2 nevndu upphæddir.

§ 10. Framleiðslugjaldið fyri skamtaðan heilivág er fyri tablettir, pillarar og hylki kr. 0,75 fyri stk. tó í minsta lagi kr. 75,00, og fyri analpot, vaginalpot og uteritorpot kr. 5,00 fyri stk.

§ 11. Framleiðslugjaldið fyri viging av einkult evni er kr. 20,00 fyri hvørja pakking. Afturat verður lagdur galdandi fakturaprísur fyri evnið.

§ 12. Fylgjandi upphæddir skulu ásetast fyri lívssøra framleiðslu:

1)   Lívssør framleiðsla, íroknað hitaviðgerð av nýttum amboðum (ikki einnýtisamboðum) og íløtum, útbýting og møgulig hitaviðgerð: kr. 20,00 uttan mun til nøgd.

2)   Áfylling í einkultskamtíløt: kr. 3,00 fyri stk.

3)   Nýtslu av lívssørum einnýtisamboðum: kr. 10,00 fyri stk.

§ 13. Eru fleiri pakkingar í eini avgreiðslu av sama serframleidda heilivági, verður prísurin ásettur fyri ta fyrstu pakkingina eftir ásetingunum í §§ 4-11. Verður ikki hugsað um tey í § 11 nevndu dømi, er prísurin fyri hvørja fylgjandi pakking 70% av prísinum á tí fyrsta pakkingini. Prísurin fyri hvørja fylgjandi pakking er í teimum í § 11 nevndu dømunum hin sami, sum prísurin fyri ta fyrstu pakkingina.

§ 14. Djóralæknar, sum útflýggja ella nýta serframleiddan heilivág, skulu áseta søluprísin fyri ta útflýggjaðu pakkingina eftir ásetingunum í § 4.

Stk. 2. Útflýggjar ella nýtir djóralækni stakar pakkingar av avgreiðslunum gjørdar eftir § 13, verður prísurin fyri hvørja pakking ásettur lutfalsliga eftir prísinum fyri alla nøgdina.

§ 15. 1) Landsapotekarin kann í serligum førum loyva frávik frá hesi kunngerð.

3. kapittul

Gjøld

§ 16. 1) 7) Tá ið forskrift verður avgreidd, verður forskriftagjald á 9,00 kr. tikið fyri hvørja einstaka pakking.

Stk. 2. 2) 3) 7) Við avgreiðslu í vaktartænastu millum kl. 17:30 og kl. 9:00 gerandisdagar, leygardagar tó frá kl. 14:00, umframt sunnu- og halgidagar, verður lagt afturat eitt vaktargjald fyri samlaðu avgreiðsluna á 30,00 kr. uttan mvg.

§ 17. Fyri avgreiðslu av forskriftum, givnar í telefon ella móttiknar í telefaksi verður tikið gjald fyri alla forskriftina.

Stk. 2. Telefonforskriftagjaldið og telefaksforskriftagjaldið er kr. 1,00.

§ 18. 7) (Strikað).

§ 19. Djóralæknar kunnu taka 5% av søluprísinum, tá ið teir flýggja út heilivág.

4. kapittul

Avsláttur o.a.m.

§ 20. Apotekini skulu avrokna kommunulæknar, sum selja heilivág, við 15% avsláttri av søluprísinum.

Stk. 2. Gjaldstreytir fyri heilivágveitingina frá apotekunum er verandi mánaður + 30 dagar.

Stk. 3. Ein treyt fyri veiting av avsláttri er, at gjaldsfreistin, sum nevnd er í stk. 2, verður yvirhildin.

5. kapittul

Revsiásetingar og gildiskoma

§ 21. Brot á hesa kunngerð verða sektað við bót.

§ 22. Hendan kunngerð fær gildi 1. august 1992.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 17 frá 10. mars 1997.

2) Broytt við kunngerð nr. 70 frá 28. mai 2009.

3) Broytt við kunngerð nr. 81 frá 28. juni 2010.

4) Broytt við kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.”

5) Broytt við kunngerð nr. 40 frá 2. mai 2016.

6) Broytt við kunngerð nr. 72 frá 7. mai 2018.

7) Broytt við kunngerð nr. 41 frá 8. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012.”