Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. september 2011Nr. 113
Kunngerð um gjøld fyri umsiting og eftirlit sambært lógini um umhvørvisvernd v.m.
Við heimild í § 35 a í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, § 36, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og § 3, stk. 8 í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, verður ásett:
§ 1. Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning v.m., og av eftirlitinum við, at ásetingarnar í hesum lógum verða hildnar, herundir treytir ásettar í loyvum og góðkenningum.
Stk. 2. Almennar og privatar fyritøkur, herundir kommunur, skulu endurrinda tær útreiðslur, ið Umhvørvisstovan hevur í tí einstaka málinum, herundir brúk av uttanhýsis ráðgevum, starvsstovukanningum, brúk av tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum uttanlands o.t.
§ 2. Gjaldið, ið skal rindast Umhvørvisstovuni eftir § 1, stk. 1, verður roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði ella sum eitt fast ásett gjald fyri viðgerð av ávísum umsóknum um loyvi og góðkenning, sum ásett í fylgiskjali til hesa kunngerð.
Stk. 2. Útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur eftir § 1, stk. 2, skulu endurrindast eftir rokning.
§ 3. Umhvørvisstovan fyriskipar uppkrevjingina av gjøldunum.
Stk. 2. Í uppkravinum skal útgreinast, hvussu komið er fram til upphæddina.
Stk. 3. Gjøldini skulu rindast í seinasta lagi tann 25. í mánaðinum eftir, at tey eru uppkravd.
Stk. 4. Verða gjøld eftir § 1 ikki goldin, kunnu hesi krevjast inn við panting, sambært ásetingunum um hetta í skattalógini.
Stk. 5. Tey í fylgiskjalinum ásettu gjøld verða árliga javnað við 3 % og rundað til nærmasta heila krónutal. Landsstýrismaðurin ásetur við kunngerð javnaðu gjøldini í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis verður kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvisverndarlógini, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, sett úr gildi.
Innlendismálaráðið, 5. september 2011
John Johannessen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Fylgiskjal
A. Gjøld, roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði
| Tíðarbil | Teknikari | Akademikari |
| 07:00 - 17:00 | 350 kr. um tíman | 500 kr. um tíman |
| 17:00 - 24:00 | 525 kr. um tíman | 750 kr. um tíman |
| 24:00 - 07:00 | 750 kr. um tíman | 1.000 kr. um tíman |
B. Eftirlitsgjøld fyri svimjihylar
4.000 krónur fyri hvørja høll, umframt 1.000 krónur fyri hvønn hyl ella bað.