Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. oktober 2015Nr. 113
Kunngerð um talgildan roknskap
Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:
§ 1. Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt bæði í XBRL-sniði og PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Likamligir persónar kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði.
Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar, latnar inn á annan hátt enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.
§ 2. Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar antin fráboða tær í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt nevndu upplýsingar, sum ásett í kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap ella sum ásett í § 1, stk. 1, 1. pkt.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016 og eftirfylgjandi inntøkuár, sbr. tó § 2.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap.
Fíggjarmálaráðið, 9. oktober 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)