Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2019Nr. 113
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2019
(Tillaging av innganginum, gjaldi fyri eygleiðarar og revsireglunum)
§ 1
Í kunngerð nr. 163 frá 18. desember 2018 um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 34, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3, § 44 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður ásett:”
2. § 6, 4. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fiskifarið ber útreiðslurnar til kost og innivist av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.”
3. § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 15. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)