Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. juli 2017Nr. 113
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Hækkað kvota til føroysk skip og kvota á uppboðssølu)
§ 1
Í kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2016 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 24. februar 2017, kunngerð nr. 30 frá 29. mars 2017 og kunngerð nr. 62 frá 19. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “325.807 tons” broytt til: “380.401 tons”.
2. Aftan á § 3 a verður sett:
“§ 3 b. Av kvotuni, sambært § 2, stk. 1, verður rætturin at veiða 54.594 tons av svartkjafti seldur á uppboðssølu eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 24. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rógvi Reinert (sign.)