Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. oktober 2005Nr. 114
Kunngerð um latan av upplýsingum í sambandi við skráseting av útflutningi av vørum
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 8. mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum, verður ásett:
§ 1. Persónar og feløg, sum flyta vørur úr Føroyum, skulu lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um útflutningin til skrásetingar.
Stk. 2. Flutningsfeløg skulu lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar, tá vørur verða útfluttar ella avskipaðar úr Føroyum.
Í serligum føri kann Toll- og Skattstova Føroya loyva, at góðsupplýsingarnir verða latnar í seinasta lagi vikuna eftir.
§ 2. Allar vørur í handilsligum umfari skulu skrásetast.
Stk. 2. Sum vørur í handilsligum umfari er at skilja:
1) gull, sum ikki er pengagull,
2) pengar og virðisbrøv, sum ikki eru í umfari,
3) vørur í býtishandli,
4) vørur, sum tað almenna sendir av landinum eftir handilsligum treytum ella sum hjálparveiting,
5) vørur, sum verða sendar av landinum sum neyðhjálp,
6) vørur til hernaðarbrúk,
7) virðismiklar vørur, sum ferðafólk hava við sær,
8) vørur í kommissión,
9) vørur, sum í handilsligum sambandi bera upplýsing, og software av standardiseraðum slag,
10) vørur, sum eru ávegis til framleiðslu,
11) vørur, sum fara um landamark í samskifti millum feløg í sama samtaki ella millum atknýtt feløg,
12) returvørur,
13) elektriskur streymur, gass og vatn,
14) vørur, sum verða sendar við postverkinum ella sum kurersending,
15) vørur úr spekulatións- ella buffergoymslu,
16) fíggjarliga leasaðar vørur,
17) skip, flogfør og onnur akfør,
18) vørur, sum verða sendar á off-shore støðir,
19) avreiðingar hjá føroyskum skipum uttanlands,
20) skipsvistir, bunkring, ballast og dunnage,
21) tómar fløskur, sum eru handilsvørur, og
22) burturkast og skrott, sum hava positivt virði.
Stk. 3. Transitvørur, vanligt ferða- og flytigóðs og gávupakkar, sum hava lítlan ella ongan peningaligan týdning, verða í hesum høpi ikki roknað sum vørur í handilsligum umfari.
§ 3. Útflutningurin verður skrásettur av Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya útflýggjar oyðublað til skrásetingarendamálið, jbr. tó § 4.
Stk.3. Oyðiblaðið skal verða nágreiniliga útfylt sambært teigunum fyri hvørja sending sær. Saman við oyðiblaðnum skal útflytarin lata Toll- og Skattstovu Føroya øll neyðug skjøl, so sum faktura, konossement, adressukort og kravd loyvir.
Stk. 4. Skjølini skulu latast Toll- og Skattstovu Føroya til avgreiðslu, tá vøran verður útflutt/avskipað.
Stk.5. Toll- og Skattstova Føroya kann loyva, at skjølini verða latin seinni, eittnú tá talan er um útflutning, sum hevur beinleiðis samband við avreiðing uttanlanda. Skjøluni kunnu ongantíð latast seinri enn vikuna eftir, at vøran er útflutt.
Stk. 6. Tá talan er um postsendingar skulu útflutningsskjølini latast postverkinum, sum flýggjar tey til skrásetingar hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 4. Toll- og Skattstova Føroya kann loyva, at upplýsingar til skráseting av útflutningi av vørum verða latnir elektroniskt, eins og Toll- og Skattstova Føroya kann gera undantak til skylduna at lata upplýsingar.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 5. oktober 2005
Bárður Nielsen, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge, (sign.)