6. juli 2020Nr. 114
Kunngerð um broyting í kunngerð um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum
(Hækkan av gjaldinum fyri tannlæknaváttanir I og II)
§ 1
Í kunngerð nr. 158 frá 17. desember 2009 um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 4 frá 13. januar 2011 og kunngerð nr. 145 frá 18. desember 2013, verður § 5, nr. 6 orðað soleiðis:
“6) Gjaldið, ið goldið verður fyri:
a) Læknaváttan I, er kr. 350,00.
b) Læknaváttan II, er kr. 500,00.
c) Átekning á læknaváttan, er kr. 400,00.
d) Tannlæknaváttanir I og II, er kr. 470,00.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. juli 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)