Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 10-09-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 24 A frá 10. september 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. september 2009Nr. 114

Kunngerð um siglingarbøkur

Við heimild í § 71, stk. 2 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Sjómaður, sum mynstrar við skipi, skal hava siglingarbók.

Stk. 2. Hevur sjómaður ikki eina siglingarbók, tá mynstrað verður, skal viðkomandi skjótast gjørligt fáa sær eina siglingarbók, og reiðarin ella skiparin skulu síðani føra inn tær neyðugu átekningarnar um tænastuna í siglingarbókina.

§ 2. Skiparin skal við mynstring og avmynstring útfylla og undirskriva tær í § 1 nevndu siglingarbøkur.

Stk. 2. Siglingarbøkurnar skulu útfyllast tíðiliga. Nøvn á skipum og býum mugu ikki styttast.

Stk. 3. Bert tey heiti, sum eru nevnd á manningarskjalinum, mugu nýtast sum starvsheiti.

Stk. 4. Skipastødd og maskinorka skulu altíð skrivast í siglingarbókina.

Stk. 5. Siglingartíðin skal verða førd sum virkin tænasta umborð og verða uppgjørd í mánaðir og dagar, tá sjófólk mynstrar av.

Stk. 6. Um skip hava fleiri styttri mynstringar, kann siglingartíðarskeiðið førast undir einum í siglingarbókini, men tað er bert virkin tænasta umborð, sum skal førast inn í teigin “siglingartíð tilsamans”. Í slíkum førum skal siglingarbókin tó førast minst 2 ferðir árliga.

Stk. 7. Er sjómaður ikki umborð, tá siglt verður, skal dagfestingin fyri fráveruna skrivast í avmynstringarteigin, sum við eini vanligari avmynstring, sama hvør orsøkin er til, at sjómaðurin ikki er umborð. Onnur átekning má ikki nýtast.

Stk. 8. Í siglingarbókina ella mynstringarváttanina má eingin viðmerking um háttalag sjómansins í starvinum ella um revsing, hann hevur fingið, verða sett.

Stk. 9. Einans tann skipari, ið hevur ført siglingarbókina, ella Skipaeftirlitið, hava loyvi at gera rættingar í siglingarbókina.

§ 3. Skipaeftirlitið útgevur siglingarbøkur.

§ 4. Siglingarbók kann bert útflýggjast persóni, sum

1)   hevur føroyskan heimarætt og

2)   er fyltur 15 ár.

Stk. 2. Siglingarbók kann bert útflýggjast persóni undir 18 ár, um viðkomandi vísir fram eitt skrivligt loyvi frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, um at viðkomandi kann fara í starv á sjónum.

Stk. 3. Hóast kravið í stk. 1, nr. 1, kann siglingarbók í serligum føri útflýggjast persóni, sum siglir við føroyskt skrásettum skipum, og sum ikki hevur føroyskan heimarætt, t.d. um so er, at heimlandið ikki útgevur siglingarbøkur.

§ 5. Umsókn um siglingarbók skal verða skrivað á serskilt umsóknarblað, sum fæst á Skipaeftirlitinum.

Stk. 2. Við umsóknini skal fylgja ein vællíknandi passmynd av umsøkjaranum.

Stk. 3. Umsøkjarin skal vátta sín samleika við at vísa ella innsenda avrit av annaðhvørt passi, koyrikorti ella øðrum líknandi samleikaprógvi við mynd.

§ 6. Siglingarbókin kostar 200 kr. Um siglingarbókin skal sendast, krevur Skipaeftirlitið harumframt 60 kr.

§ 7. Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 21. september 1989 um útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar.

 

 

Vinnumálaráðið, 7. september 2009

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)